ferð. Komandi partur Vit hava fyrr havt frásagnir um føroyskan útróður í Íslandi, og um íslendsk børn, sum komu til Føroya tá í tíðini. Vit fara at frætta um Jóa á Húsum, sum var eitt teirra. [...] sínum lívi. Hann kundi eisini geva eitt gott íkast til søguna hjá føroyskum fiskimonnum, sum sigldu undir krígnum. Tey bæði umboða tískil ein stóran part av okkara søgu frá hesi tíðini. Ættin úr Havn [...] gloymdi ikki gentuna í Føroyum. Hann kom aftur til Føroya aftaná kríggið. Tá var eingin ivi um, at tað skuldi verða tey bæði. Tey giftust og hildu brúdleyp heima hjá mostrini Oluffu. Norman vildi sjálvsagt
kallaðir til fundar at tosa um hesi viðurskiftini. Sjálvur heldur hann, at allir grindaformenninir í oynni eiga at verða í hvørjum einasta drápi, sama hvørja hvalvág, talan er um. - Er grind í Vági, eiga [...] hava havt seinastu tíðina, eru ymisk uppskot sett fram um, hvussu grindarakstur og grindadráp kunnu skipast betur. Samstundis hava uppskot verið um, hvussu vit í mestan mun kunnu sleppa undan at verða órógvað [...] - Vit skulu ikki steðga á at drepa grind fyri tað um útlendsk mótstøðufólk koma higar í summar í eini roynd at forða okkum. - Men vit skulu gera okkara ítarsta fyri at útinna okkara arbeiði í grind til
samrøðu. M.a. er mangt at siga frá tíðini, tá hann vaks upp í Øravíkarlíð og siglast mátti um fjørðin, um ein skuldi á Tvøroyri, skuldi ein ikki ganga ella súkkla, tí bilar vóru ikki nógvir tá. [...] Motorurin hevur staðið hjá Finni tey seinastu mongu árini. - Fyri eini 17 árum síðani fóru vit at tosa um, um motorurin mundi fara í gongd. So fóru vit at putla við hann og tað vísti seg, at hann fór í gongd [...] hevði hon í lastini fleiri smáar bátamotorar og soleiðis er motorurin há Finni komin til Føroya. - Um tað mundi fóru menn, teir hjá Johan hjá Dánjali, undir at seta motorar í smábátar. Teir høvdu verkstað
verður leigað út til grønlendingar um várið og um heystið. Um summarið er tað Brøðrasamkoman sum heldur sínar egnu legur her. Grønlendingar sum leiga legurnar fara væl um. Serliga væl umtóktar eru legurnar [...] hjá Brøðrasamkomuni í Føroyum. Hans tosar ikki so nógv um, akkurát nær hann kom til umvendilsi, meira um, tá stóra avgerðin varð tikin, at hann skuldi vera trúboðari. Hans kom til umvendilsi sum blaðungur [...] var komin heim aftur. Men at tað akkurát skuldi gerast Grønland, sum kom at verða mítt virkisøki var kanska ein tilfeldigheit. Tað var meira hetta her, um eg skuldi verða trúboðari, sum upptók meg, sigur
hildu, at hetta minti nakað nógv um støðuna, sum førdi til krav um løngjaldsstovu. Á heysti 1937 vóru trupulleikar við sølu av saltfiski, og umhugsað varð at leggja um til isfiskaveiðu, sum mótsatt saltfiski [...] AT at minka munandi um arbeiðsloysið á Tvøroyri og harvið at lætta um gerandisdagin hjá arbeiðarahúskjunum í bygdini. Í 1938 hevði AT goldið 127.000 kr í lønum í hýrum og lønum umframt lønir til jarnsmiðir [...] flutti hon til skúlan á Tvøroyri. Sagt verður um hana, at hon hevði serliga gott tak á at læra børnini at lesa. Hon ferðaðist seinni til skúlarnar í landinum eftir áheitan frá landsskúlaráðgevaranum at
at hugsað varð um sjómansmissión. Hesa tíðina vóru um 150 skip við um 2.500 fiskimonnum undir Íslandi summarhálvuna. Heimafturkomin í 1923 greiðir Alfred Petersen frá fyrstu royndunum. Ein av hansara [...] røðini, sum Høgni Hoydal hevði um grønlandsútróður fyri nøkrum árum síðani. Martin doyði í 2007. Poul fer at sigla við Vestmanna Fyrst í 1944 kemur uppskot fram um, at AT skal keypa skipið Vestmanna [...] P. Møller hevði eina slíka virðing fyri teimum føroysku yvirmonnunum, hann hevði í sínum flota, at hann vildi gera føroyingum hendan beinan afturfyri. Óla Jákup Jensen, ættaður úr Kvívík, var skipari
aftaná skuldi Poul kunna fortelja orðarætt, hvat prestur hevði sagt í prædikuni, so ungur hann var. Og kundi hann ikki tað, varð hann sligin. Abbi Poul var eisini bondskur á annan hátt. Tað var sagt um hann [...] FF-blaðið frásøgn um teir, sum tá fóru til Íslands. Henda søgan er eisini galdandi fyri Poul. Arbeiðið var ætlað til tríggjar mánaðir, og ferðirnar til Íslands og heimaftur vóru ókeypis. Lønin skuldi vera tann [...] planering. Arbeitt varð í tveimum holdum, eitt frá kl. 6 um morgunin og til kl. 2 seinnapartin. Hitt holdið arbeiddi so frá kl. 2 til kl. 10 um kvøldið. Tá man var á fyrra holdinum, bar til fara ein túr
førdi til teknisku trupulleikarnar. Tey, sum fóru umborð á Teistan nakað fyri klokkan 16, tá siglast skuldi eftir ferðaætlanini klokkan 15.50, høvdu ein eitt sindur longri túr enn vanligt, men eftir umleið [...] seinkingum á seinnu túrunum av hesi orsøk, men á næsta túri hjá Teistanum, sum skuldi vera av Gomlurætt klokkan 17.20, var talan bara um smávegis seinking. [...] trupulleikar vóru við ferjuleguni í Skopun. Teistin, sum fór av Gomlurætt nakað eftir klokkan 16, skuldi ikki vænta sær at sleppa til bryggju í Skopun beinanvegin. Tí, fyrst noyddist manningin á Teistanum
tann 10. september við Novu hjá Bergenske Damskipsselskapinum. Um vit fingu okkum onkran fart suður til Seyðisfjarðar, so skuldi hann fáa okkum pláss til Føroya við hesum skipinum. Nú vóru vit so lidnir [...] Túni á Toftum førdi. Hann kom í land og varð spurdur, um hann kundi koma suður á Seyðisfjørðin við okkum. Hann svaraði, at tað var í lagi, um hann fekk loyvi frá reiðarínum. Nú bleiv spennandi, hvat [...] og vit fóru umborð. Leiðin gekk síðani til Norðfjørðin, Reyðarfjørðin, Eskifjørðin og seinast á Fáskrúðsfjørðin, har leirvíkingarnir komu umborð. Eg tosaði við Jóan Jakku á Gerðismørk um, hvussu summarið
við bygdafólkið í grannabygdini Atermik, samráðingar hava verið við Air Greenland um tyrluflúgving og Royal Artic Line um flutning av farmi. Fingu nógv burtur úr Árni Jakobsen sigur, at teir fingu nógv burtur [...] gerandishending, at føroyskt vinnulív fær uppgávur uttan fyri oyggjarnar. Men tað hendir. Vit tosa her um stóru hendingina, tá tvær føroyskar fyritøkur, ráðgevandi verkfrøðingafelagið "Sofus Jakobsen" og KJ-Elráð [...] Jacobsen" í Havn er júst afturkomin úr Grønlandi. Hann var eisini við at stinga út í kortið í Grønlandi nú um dagarnar. Og heimafturkomin frá kanningarferð í Grønlandi er hann sera bjartskygdur. Hetta er ein sera