Skipbrot: Hendan januardag í 1957 minnast øll í Føroyum, sum vóru nóg gomul til tess. Eitt var, at trolarin var farin á Flesjarnar, men at tann ungi skiparin, sum hevði eina unga unnustu og var pápi at einum lítlum barni, skuldi farast, gjørdi hendingina serliga syrgiliga og minniliga.
Søgan um Góðanes byrjar annan jóladag í 1947, tá ið Góðanes kemur til Neskapustaður á Eysturlandinum. Íslendska ríkisstjórnin hevði skipað fyri endurnýgging av trolaraflotanum við at byggja trolarar í Bretlandi. Tveir trolarar komu til Neskaupstaðar. Annar var Góðanes, og hin var Egill Rauði, og hoyrdu teir báðir til sama reiðarí.
Egill Rauði syrgiligan enda
Egill Rauði fekk ein syndarligan enda. Tað var í januar 1955, at hesin trolarin sigldi á land upp við Grønulíð á Vestfjarðunum í illveðri og kavaroki. Við vóru 34 mans, av hesum vóru 19 føroyingar. Hetta kundi lættliga gjørst ein tann størsti føroyski sorgarleikur, men takkað verið einum framúr íslendskum bjargingarbragdi, eydnaðist at bjarga 29 av manningini. Fýra íslendingar fórust og ein føroyingur. Tað var tann 30 ára gamli Sofus Skoralíð úr Dali, sum doyði frá konu og barni.
Í samband við, at 50 ár vóru liðin síðan hesa vanlukku í 2005, hevði FF-blaðið eina frásøgn frá hendingini, sum fyrst og fremst var grundað á frásøgn frá Tórálv Mohr Olsen av Sandi, sum var ein av manningini. Henda frásøgn kann lesast á heimasíðuni:
www.fiskimannafelag.fo
gamla heimasíðan, blað nr. 339
Góðanes somu lagnu
Og nú minni enn tvey ár seinni fær Góðanes somu lagnu. Nýggársdag 1957 fer Góðanes frá bryggju í Neskaupstaði. Leiðin gekk til Føroyar, har ætlanin var at taka umborð 14 føroyingar, sum høvdu verið heima um høgtíðina. Teir náddu ikki til bryggju í Føroyum, og síðan hava størri skip og trolarar frá Neskaustaði ikki loyst frá bryggju nýggjársdag. Egill Rauði fór nevniliga eisini sín seinasta túr nýggjársdag.
Góðanes hevði verið á ísfiskaveiðu fram til desember og lá um jólini. Hetta var tíðin, tá ið føroyingar fyri ein stóran part mannaðu íslendska trolaraflotan, og við Góðanes vóru 21 av 38 monnum føroyingar. 14 teirra vóru farnir heim við einum øðrum trolara at halda jól. Tann fasti skiparin var ikki við. Hann lat 1. stýrimannin, tann 23 ára gamla Pétur Hafsteinn Sigurðsson, fara sum skipara til Føroyar eftir føroysku manningini.
Góðanes fekk ringt veður til Føroya. Tá ið tað nærkaðist Føroyum fekk skiparin at vita, at tað var ikki kyrt at leggja at í Havn. Tí var ráðiligast at fara inn á Skálafjørðin og leggja at í Runavík.
Á Mjóvanesi møtti Góðanes íslendska trolaranum Austfirðingi, sum var á veg norðureftir. 1. stýrimaður á Góðanes fór niður undir at siga manningini, at nú fóru teir skjótt at leggja at. Skiparin saman við fleiri dekkarum var á brúnni, og radarin gekk. Skiparin var inni í kortrúminum og hugdi at radarskerminum. Hann hevði givið boð um, hvussu tað skuldi siglast, og kortini vístu, at siglingarleiðin var rein.
Sigla á Flesjarnar
Klokkan nærkaðist níggju á kvøldi, tá ið trolarin var við at koma inn á Skálafjørðin, og siglt varð eftir vitanum í fjarðarmunnanum. Tá kemur kokkurin leypandi inn á brúnna og sigur land at vera beint fyri framman. Skiparin er í stundini á brúnni. Hann telegraferar til maskinrúmið. Fyrst gevur hann boð um at steðga maskinuni og beint eftir um at bakka.
Men áðrenn svarast kundi úr maskinrúminum, tók skipið botn. Fyrst tyktist tað sum at skipið streyk framvið einum skeri, og síðan tók tað harðliga og stóð fast. Sjálvt um bakkað varð við fullari megi, vikaðist skipið ikki. Hetta var lítið hugaligt í vetrarmykri og sjaskveðri.
Avrátt var at koma framat bjargingarbeltunum. Tað gekk eisini væl, og mannngin lat seg í belti.
Gói, sum var ein av manningini, greiddi frá, at tá ið tað brast, varð hann blakaður fram úr koyggjuni og fekk ilt í fótin. Hetta vísti seg seinni at vera so mikið álvarsligt, at hann kom at ganga við stavi seinni.
Aðru ferð skipari og fjarritari forlissa
Fjarritarin var Axel Óskarsson av Norðfirði. Hann var annar av teimum tveimum av manningini, sum eisini var við Egill Rauða, tá ið hann gekk burtur í 1955. Hin maðurin frá Egill Rauða var júst skiparin á Góðanes hendan túrin, Petur Hafsteinn. Hann hevði tá verið 2. stýrimaður á Egil Rauða, og hann var ein royndur sjómaður. Skiparin gav nú Axel boð um at senda neyðarkallið SOS. Tórshavn Radio váttaði beinanvegin móttøkuna, og tað sama gjørdu teir á Austfirðingi, sum beinanvegin vendu aftur. Tá var ein tími farin, síðan skipini hittust.
Axel hevði víst dugnaskap og dirvi, tá ið hann var við í Egil Rauða forlissinum, og tað sama gjørdi hann í hesum førinum, tá stór ábyrgd varð løgd á hansara herðar at hava sambandið við bjargingarfólkini.
Vónirnar um bjarging vóru góðar. Tað sást jú ljós frá bygdum á landi og vóru hesar ikki so langt burtur heldur.
Minni hugaligt var at hoyra, hvussu tað hvein í botninum á skipinum, tá ið tað rørdi seg og skavaði móti skerinum. Afturat tí lupu plankar úr dekkinum av somu orsøk.
Mistu bjargingarbátarnar
Farið varð til bjargingarbátarnar at fáa teir settar á sjógv. Men meðan teir loysa annan teirra kom eitt óløgi, sum sleit bátin leysan. Teir mistu bátin, hann holvdist, fanglínan slitnaði, so var hann burtur. Tað gekk ikki stórt mætari við hinum bátinum. Tískil misti teir báðar bjargingarbátarnar, sum teir høvdu. Hetta var eitt øgiligt vónbrot. Samstundis skiltu teir, at skipið fór ikki at halda leingi at standa og rilla á Flesjunum.
Teir sendu neyðrakettir við jøvnum millumbili, og skjótt sóust tvey skip. Tá fóru teir at rigga til at skjóta línu til teirra. Men tað var ov langt burtur, og línan kom ikki fram.
Meðan hetta fór fram, fór manningin á Góðanes at loysa bjargingarflakan, sum teir framvegis høvdu eftir. Flakin varð bundin í stavnin á trolaranum, men tá fór skipið at søkka aftan. Menninir máttu bjarga sær upp á brúnna, og har máttti øll manningin troðka seg saman. Nú var tað ómøguligt at koma framat flakanum. Hann sleit skjótt og fór sama veg sum bjargingarbátarnir.
Axel var framvegis virkin í telegrafistarúminum. Tað kom nú væl við, at teir vóru væl útgjørdir við eykabattaríum, so teir ikki mistu streymin til sendaran.
Nú varð avrátt, at Austfirðingur skuldi royna at koma so nær, at tað bar til at senda bjargingarlínu umborð á Góðanes. Manningin fylgdi við í spenningi Men eingin lína koma nærindis Góðanes. Hóast hetta vóru menninir róligir og royndu at eggja hvønn annan.
Vesturhavið Blíða kom væl við
Fyrsta skipið á staðnum var Vesturhavið Blíða við Jákup Andreas Vang sum skipara. Hetta var fyrsti stállínuskipið í flotanum, og teir vóru júst komnir til Føroya. Tað hjálpti nógv, at millum ta nútímnas útgerð, sum Vesturhavið hevði, var ljóskastari, sum kom sera væl við í hesi støðu. Hitt skipið var Rókur hjá Skipafelagnum.
Avrátt varð, at Rókur skuldi fara inn til Runavíkar at læna bjargingarútgerð frá týskum trolarum, sum lógu har. Meðan Rókur var burtur komu alsamt fleiri skip og bátar á staðið.
Tað føldist leingi, áðrenn Rókur var aftur um midnáttina, men tá hevði hann við sær línubyrsu, línu og bjargingarstól. Ímeðan var støðan versnað umborð á Góðanes. Ein av dekkarunum sigur, at tað einasta, sum stóð uppúr sjónum, var brúgvin. Allir rútar vóru brotnir, og manningin var bæði køld og vát. Men kortini merktist ikki ræðsla á monnunum.
Eydnaðist at fáa línu umborð
So skjótt, sum Rókur við skiparanum Rubek Rubeksen kom aftur, varð roynt at skjóta línu yvir á Góðanes. Fyrsta skotið miseydnaðist, men tað gekk betri við tí næsta. Tað kom beint í brúnna, tá ið fekk manningin fatur í línuni. Tá fór at lætna hjá monnunum. Skjótt var klárt hjá fyrsta manninum at koma í bjargingarstólin. Tá var klokkan fimm á morgni, og átta tímar vóru lidnir, síðan Góðanes strandaði. Nakrir av manningini á Austfirðingi vóru umborð á Róki at hjálpa til. Teir høvdu eisini samband við Axel, fjarritaran, umvegis telefonina hjá Róki til síðstu løtu.
Síðan fóru teir ein fyri og annar eftir í stólin, hetta gekk væl. Roynt var at fáa teir smáu bátarnar, teir kundu koma nærri Góðanes, um taka menninir upp fyri at lætta um bjargingina. Mennninir vóru so av bátunum fluttir umborð á Rók, Thorshavn hjá Ríkisumboðnum og Vesturhavið Blíða. Hetta riggaði eisini væl. Klokkan hálvgum sjey vóru tó enn nakrir menn umborð á Góðanes. Tá breyt meira uppá skipið, tí tá var háflóð. Skipið brotnaði tá eisini í helvt. Tá gav skiparin boð um, at tveir mans skuldu fara í stólin í senn. Men tá kom eitt óløgi og skolaði annan mannin úr stólinum. Hann helt tó fast um stólin, meðan drigið varð. Axel var tann seinasti sum bjargaðist, og tá fossaði sjógvurin inn gjøgnum stýrhúsrútin. Sjálvur slapp hann út gjøgnum dyrnar á stýrihúsinum bakborðsmegin, og hann kláraði at svimja til tann nærmasta bátin. Teir seinastu vórðu tiknir upp úr sjónum, og vóru teir í bjargingarbelti. Ein hevði fingið mein í høvdið.
Ein maður saknaður
Tá ið manntal varð hildið aftaná, var ein maður saknaður, og tað var skiparin Pétur Hafsteinn. Teir smærru bátarnir royndu til fánýtis at leita eftir honum. Petur hevði fyrst og fremst hugsað um at bjarga síni manning, og nú var hann sjálvur sjólátin. Tað seinasta sum sást til hansara var beint áðrenn skipið sakk, og var hann tá við at skera leysa eina boyu, sum var føst í einum blokki í bjargingarstólinum.
Góð móttøka í Havn og Reykjavík
Tey nevndu skipini, sum høvdu luttikið í bjargingini, sigldu til Havnar við manningini, og her var stór mannamúgva savnað, sum vildi vísa hesum fiskimonnum samhuga. Síðan var farið á sjómansheimið, har teir fingu klæðir, og har alt var gjørt fyri teir, sum kundi gerast. Í Havn varð flaggað á hálvari stong. Øll bjóðaðu sær til at hjálpa so ella so. Manningin fekk annars til ráð at fara til sjós aftur sum skjótast. Tað vildi gera tað lættari at sleppa burtur úr hvøkkinum. Hetta gjørdu eisini nógvir av teimum.
Manningin fór til Íslands við Austfirðingi kvøldið eftir forlissið.
Íslendingar vístu eisini takklæti fyri hjálpina teir fingu úr Føroyum. Hetta kom Vesturhavið Blíða at merkja. Teirra fyrsti túrur, sum var undir Íslandi, kundi eins væl blivið teirra síðsti, tá teir fingu um skrúvuna.
Tann, sum hevur áhuga fyri hesum, kann finna hesa søgu á heimasíðuni hjá fiskimannafelagnum, blað nr. 284.
Í hesum sambandi komu teir á Reykavík og vóru móttiknir sum hetjur fyri sín leiklut við Góðanes.
Íslendska slysavarnarfelagið vísti eisini sítt takklæti við at geva Føroya Fiskimannafelag eina fullfíggjaða bjargingarútgerð. Hetta gjørdist birtanin til stovnan av bjargingarfeløgum kring landið, og fleiri teirra eru um tað lagi at vera 50 ár.
Í sjómannadegnum sama ár handaði kvinnudeildin í slysavarnarfelagnum í Neskaupstaði føroyingum eitt takkarskjal fyri bjargina.
Sjálvur havi eg eisini fleiri ferðir havt vitjan av íslendskari manning á Góðanes, sum hava takkað fyri innsatsin í 1957.
Eitt annað ítøkiligt úrslit av hesi vanlukku var, at radarendurskin varð sett á Flesjarnar.
Lagnufelagsskapur millum føroyingar og íslendingar
Sum sagt verður hátíðarhald á Strondum sunnudagin, har tað fyrst verður gudstænasta í Sjóvar kirkju kl. 11, og minningarsteinur fyri skiparan verður avdúkaður við minnisvarðan kl 15. Úr Íslandi koma átta gestir til minningarhaldið, og er hetta fyrst og fremst ættin hjá skiparanun. Millum onnur sonur hansara Petur og beiggi skiparan Birgir við konu og børnum.
Júst hendan hending er enn eitt dømi um lagnufelagsskapin millum føroyingar og íslendingar. Sjálvur havi eg verið við til fleiri minngarhald í Íslandi í sambandi
við slíkar vanlukkur, sum hava kravt nógv føroysk mannalív. Vit hava altíð verið væl móttikin í Íslandi, eisini í samband við slíkar hendingar. Tí skulu íslendsku gestirnir vera sera vælkomnir, nú teir eru her í somu ørindum.
Keldur:
Sjómannadagsblað Austurlands 2007
FF-blaðið