Grindaformenn stinga høvdini saman

UMHVØRVISFELAGSSKAPIR Koma umhvørvisfólk higar í summar at mótmæla grindadrápi, mugu vit fyri alt í verðini ikki lata okkum provokera, heldur Signar Olsen, grindaformaður í Hvalba

- Vit skulu ikki steðga á at drepa grind fyri tað um útlendsk mótstøðufólk koma higar í summar í eini roynd at forða okkum.
- Men vit skulu gera okkara ítarsta fyri at útinna okkara arbeiði í grind til lítar, so at onki verður at finnast tað.
Tað heldur Signar Olsen, grindaformaður í Hvalba.
Á grindamannafundi á Seglloftinum á Tvøroyri mánakvøldið vórðu ymisk viðurskifti í sambandi við grindadráp ummrøddir.
Líknandi fundur var á Oyrarbakka fyri tveimum vikum síðani og í Sosialinum fríggjadagin 8. apríl høvdu vit drúgva umrøðu av drápshátti, avlívingartíð og tí nýggja mønustingaranum.
Á grindamannafundinum á Tvøroyri mánakvøldið vóru somu evni til viðgerðar.
Men brádliga reisti ein grindamaður spurningin, sum illa slepst undan í hesum døgum: Hvat gera vit, skuldi tað hent, at Sea Shepherd kemur higar í summar.

Sum vit plaga
Tað er greitt, at uttanríkisráðið og løgreglan hava eina ætlan, sum ikki er almannakunngjørd.
Men tað eru mong, sum halda, at kring um í landinum, ber eisini til at taka onnur stig fyri at tryggja seg best møguligt ímóti at verða órógvað av umhvørvisstríðsfólkum.
Tað eru summi, sum halda, at vit rætt og slætt skulu taka tað mest víðgongda stigið av øllum og tað er at gevast at drepa grind í summar ímeðan umhvørvisfólkini eru her.
Men hetta sjónarmiðið fær harða mótstøðu nógva staðni.
Ein, sum avgjørt ikki tekur undir við hesum sjónarmiði, er Signar Olsen.
- Gevast vit at drepa grind fyri tað at umhvørvisfelagsskapir koma higar, er hetta tað sama sum at viðganga, at vit gera nakað skeivt, staðfestir hann.
Hann er sannførdur um, at vit skulu halda fram at drepa grind, akkurát, sum vit plaga.
- Men vit eiga at leggja doyðin á, at raksturin og drápið eru so væl fyriskipað, sum yvirhøvur gjørligt, so at onki er at finnast at.
- Vit skulu eisini leggja doyðin á at gera okkara arbeiðið til lítar. Tað merkir, at vit skulu verða siðiligir í drápinum og vit skulu ansa sera væl eftir, at vit ikki ganga frá einum hvali, fyrrenn vissa er fyri, at hann er avlívaður.
- Ein hvalur, sum liggur og brestist eru tær bestu myndirnar, útlendsku mótstøðufólkini kunnu fáa, sigur hann.

Stinga høvdini saman
Signar Olsen sigur, at í næstum verða allir grindaformann í Suðuroy kallaðir til fundar at tosa um hesi viðurskiftini.
Sjálvur heldur hann, at allir grindaformenninir í oynni eiga at verða í hvørjum einasta drápi, sama hvørja hvalvág, talan er um.
- Er grind í Vági, eiga allir grindaformenn í Suðuroy at verða boðsendir í drápið. Teir skulu so ganga fremstir í drápinum at avlíva grindina, men so skulu teir sjálvandi hava aðrar menn afturat sær, sum eisini duga at avlíva hval.
Signar Olsen sigur, at ganga vandir grindamenn á odda, er tað ein stór trygd fyri, at drápið gongur so skjótt og ordiligt fyri seg, sum gjørligt.
Henn heldur, at nú á døgum er tað ein stór ábyrgd at vera grindaformaður.
- Umheimurin hevur sett kikaran á okkum og fylgir við øllum, vit gera. Tí mugu vit leggja dentin á at bera okkum lýtaleyst at, so at tey onki fáa at finnast at, og grindaformenninir eiga at ganga á odda sum góðar fyrimyndir, leggur grindaformaðurin í Hvalba afturat.

3tiltøk

Á fundum, sum grindamenn hava havt seinastu tíðina, eru ymisk uppskot sett fram um, hvussu grindarakstur og grindadráp kunnu skipast betur.
Samstundis hava uppskot verið um, hvussu vit í mestan mun kunnu sleppa undan at verða órógvað av umhvørvisfólki - ella bara av spentum og forvitnum áskoðarum.
Signar Olsen sigur, at hann tekur undir við fleiri av hesum, tiltøkum.
Ein møguleiki, sum varð nevndur á grindamannafundi í Havn, er, at har tað ber til, eigur vaktarskipið at koma á fjørðin, har grind verður hildin til.
Ætlanin er ikki, at vaktarskipið skal taka nøkur stig, men tað er nóg mikið at tað vísir seg á fjørðinum fyri at taka hugin frá teimum, sum vilja okkum ilt í sambandi við grindadráp.
Ein annar møguleiki er at krevja, at allir bátar, sum eru við í Grindadrápi, skulu hava navn og havnarmerki.
- Hava teir tað, ber í fyrstu atløgu til at forða fyri, at óviðkomandi bátar blanda seg upp í raksturin, heldur Signar Olsen.
- Men í aðru atløgu verður eisini nógv lættari og einfaldari at eyðmerkja bátar, sum ikki akta boð frá grindaformonnum ella sýslumanni so at tað kann fáa avleiðingar fyri teir.
Ein annar møguleiki er, at tá ið grind er, skal løgreglan spenna sín eyðkenda hvíta og reyða snór runt um økið fyri at forða fyri, at óviðkomandi koma so nær, at tey órógva grindamenninar.
Signar Olsen sigur, at tað er ein stórur trupulleiki, at forvitnir áskoðarar eru so nær, at grindmenn fáa ikki arbeitt.
- Sum ein grindamaður tók til á fundi í Havn: Viðhvørt slepst ikki framat grindini fyri konufólki við barnavognum.
- Hetta eru viðurskifti, vit eiga at fáa í rættlag, staðfestir Signar Olsen.