Gunnvør Norðfoss: Heimsbardagin gjørdist hennara lagna

Tað vóru nógvar føroyskar kvinnur, sum giftust við bretskum hermonnum, ið vóru her undir krígnum. Summir hermenn blivu verandi í Føroyum, meðan aðrir fóru heim til Bretlands við teirra føroysku konum. Ein teirra var Gunnvør Norðfoss úr Havn

Nú 70 ár eru liðin síðan krígg­ið byrjaði, og 65 ár síðani tað endaði, er hetta liðið av føroy­skum her­manna­konum og teirra monnum farið at fækk­ast. Tí er umráðandi at lofta mest gjørligt av hesi søgu, meðan tað enn er møguligt.
Fyri kortum doyði Peter Mc­Gavin, sum var sagdur at vera sein­­asti av bretsku her­monn­unum, sum blivu ver­andi í Føroyum.
Men enn er nokk so fitt av konunum og eisini av monnunum, sum liva eftir í Bretlandi. Vit hava í Mið­vik­uni havt eina røð við Jóhonnu Apol, sum giftist við Harry Wilson. Jóhanna doyði fyri kort­um, meðan Harry livir eftir, gott 90 ára gamal.
Í august hittu við 86 ára gomlu Gunnvør, fødd Norðfoss úr Havn. Hon var komin heim í 90 ára føðing­ar­­­dag hjá beiggja sínum Jóhan, sum er kendur frá Miðvikuni fyri hansara áhugaverdu frá­sagnir frá sínum lívi. Hann kundi eisini geva eitt gott íkast til søguna hjá før­oy­sk­­um fiski­monnum, sum sigldu undir krígnum. Tey bæði um­­boða tískil ein stóran part av okkara søgu frá hesi tíðini.

Ættin úr Havn og av Eiði
Vit hittust úti við Gráastein heima hjá Johan og Emmy, har Gunnvør fortaldi sína søgu. Mamma hennara var Anna á Lofti, ættað av Eiði. Foreldur hennara vóru Súsanna og Sigmund á Lofti. Pápin var Albert, sonur Elspu og Dánjal í Horni í Havn. Søgan hjá Albert var eisini við í umrøddu røð í Miðvikuni.
Systkini vóru umframt Johan, eisini Olina, Bernhard, sum doyði lítil, Bernhard og Dánjal, sum býr í Danmark.
Gunnvør gekk í komm­unu­skúlanum, har Poul Jensen var stjóri. Poul var kendur fyri at kunna vera sera strangur. Men Gunnvør letur væl at honum. Kanska var hann blíðari við genturnar enn dreingirnar!
Gunnvør kom at búgva nógv hjá mostur síni Oluffu. Tað byrjaði við, at Gunn­vør gekk ørindi fyri mostrina, sum var hølt og tí gongu­tarnað. Tað endaði við, at Gunnvør fyri tað mesta bleiv búgvandi hjá henni. Hini systkini komu eisini nógv til Oluffu.
Gunnvør hevur eisini uppkallað eina dóttir eftir Oluffu. Hon er einnevnd í Bretlandi, og tað er hon errin av. Oluffa dugur eisini væl at tosa føroyskt.
Gunnvør greiðir frá, at tað var hugnaligt at búgva mitt í Havnini. Eitt ítriv kundi vera at fara oman í Vágsbotni á seiðaberg. Tá kundi eisini fáast eitt bíligt kók.
Gunnvør dámdi væl tón­leik og hetta gjørdi, at hon kom at ganga í sunnu­­dags­skúl­anum hjá Frels­un­ar­heri­num. Beiggjar­nir Johan og Sigmund spældu eisini horn har.
Her var eisini skótaarbeiði og gjørdar vóru eisini út­ferðir, sum til Kaldbak. Frelsunar­herurin gjørdist ein munandi partur av barn­dómi­num hjá Gunnvør. Hon kom tískil at hava eitt varandi tilknýti til herin, eisini eftir at hon flutti til Bretlands.
Gunnvør gjørdi nógv av at ferðast norður til Eiðis at vitja ommuna og abban. Hon plagdi tá at svimja í Múlavík. Á Eiði plagdi hon eisini at fara til neyta og hoyggja. Eisini plagdi hon at vitja til Tjørnu­víkar, hað­ani Sannilena, kona mammu­beiggjan Pedda, var ættað. Hetta var alt eitt gott lív hjá eini havnargentu.

Stóra broytingin: Bretska hersetingin
Gunnvør var 15 ár, tá ið Før­oy­ar vórðu hersettar í apríl 1940. Hon minnist dagin, tá ið fyrstu her­menninir komu á Havn­ina. Gunnvør var á kajuni, og hon fylgdi her­­monn­­unum niðan í býin. Beiggin Johan var eisini á kajuni tá.
Tá var tað ikki í tonkunum, at hon skuldi fara at giftast við einum av hesum hermonnum!
Men lagnan vildi tað øðrvísi. Fyrsta arbeiðið hjá Gunnvør eftir at vera farin úr skúlanum var at arbeiða fisk yviri við Strond hjá Karl á Lag. Beint við á Skansanum kom bretski hermaðurin Norman Gartside at arbeiða saman við eini herdeild. Hann var sersjantur og hevði ábyrgd av kanónunum.
Tey bæði fingu so eygað á hvørj­um øðrum og byrjaðu at koma saman. Tað kundi hugsast, at mamm­uni einki dámdi hetta. Men hon helt Norman vera so fittan og penan, at hon góðkendi henda nýggja sjeikin beinan vegin.
Men henda eydnan kundi tó enda skjótt, tí Føroyar vóru ikki eitt verandi stað hjá hermonnunum, sum komu higar. Teir skuldu ikki bert hugna sær í Føroyum, men skuldu eisini royna veruligt kríggj!
Eftir hálvt triðja ár mátti Nor­man fara avstað aftur. Eftir at hava verið eina tíð í Suðuronglandi, varð hann sendur til Palestina, sum tá var eitt øki, har Bretar høvdu ræðið. Her dámdi honum sera væl. Hann gjørdist kendur í so væl Jerusalem sum Gaza, sum seinni blivu og enn eru brennideplar í heiminum.
Tá var samskiftið ikki, sum tað er í dag. Sambandið teirra millum var við fjarriti og brøvum. Men annars roknaði Gunnvør ikki at síggja Norman aftur. Tað vóru jú so nógv dømi um slík sambond millum hermenn og føroyskar gentur, sum endaðu við ongum.

Tá ið mjólk varð keypt í spannum
Aftaná at hava arbeitt í fiski fór Gunnvør at arbeiða á Meiarínum. Hetta var eitt av teimum heilt stóru arbeiðsplássunum í Havn. Stjóri var Carl Jensen, sonur tann legend­ar­­iska Peter Jensen, sum legði grund­­ar­­lagið fyri mjólka­forsýn­ing og frá­­­­halds­­rørslu. Hann var tá blivin gamal, men stakk inn á gólvið viðhvørt.
Nú hevði so sonurin tikin við, hann var so einastandandi at arbeiða hjá. Tey gjørdust so væl, at Carl seinni varð boðin í brúdleyp hjá Gunnvør.
Fyrst kom Gunnvør at arbeiða í vaskarínum. Tað var nevniliga eisini ein uppgáva hjá meiarínum at vaska klæðini hjá hermonnunum. Tey blivu eisini reinsað og strokin.
Síðan fór Gunnvør at arbeiða í »kryddarínum«. Tað var nevniliga eisini ein partur av virkseminum hjá meiarínum at framleiða ymisk kryddarí. Teir gjørdu forrestin eisini sápu. Hetta eru alt framleiðslur, sum er søga í dag.
Seinni fór Gunnvør í mjólka­út­søluna. Tá var einki sum æt mjólka­pakkar. Fólk møttu upp við spann og fingu mált ynskta litratalið í spannina. Tað kundu vera langar bíðirøðir. Eina ferð, tað var ein slík long bíðirøð, bumbaðu týskarar úti í Sandagerði. Húsið skakaðist, ljósið slóknaði, og fólk fóru við hvør sínari spann rennandi í allar ættir. Gunnvør skundaði sær at fáa uppí sína spann, so fór hon eisini til stroks.
So vítt Gunnvør minnist kostaði ein litur av mjólk 50 oyru tá í tíðini.

Norman kemur aftur og farið verður til Bretlands
Men Norman gloymdi ikki gentuna í Føroyum. Hann kom aftur til Føroya aftaná kríggið. Tá var eingin ivi um, at tað skuldi verða tey bæði. Tey giftust og hildu brúdleyp heima hjá mostrini Oluffu.
Norman vildi sjálvsagt hava Gunnvør heim við sær til Bretland. Men kortini var tað ringt at fara frá øllum heima.
Tey fóru í januar 1947, so hetta var teirra brúdleypsferð. Tað vóru fleiri føroyingar við henda túrin.Gunnvør var kortini ikki millum tær fyrstu føroysku konurnar, sum fóru til Bretlands.
Tey fóru við einum fraktskipi, sum æt »Banan«, og leiðin lá til Glasgow. Sjálv hevði Gunnvør ikki verið uttanfyri Borðuna áður, so tað var spennandi at leggja út í hav, hóast veðrið var av tí allarringasta hetta kvøldið. Men veðrið batnaði longur suður tey komu.
So nærkaðust tey endiliga Glas­gow, men tað tók hálvan annan tíma at sigla inn gjøgnum Clyde-fjørðin. Gunnvør fór upp á dekkið, har hon stóð og hugdi inn móti landi. Tað var sum ein onnur verð – alt var gamalt og grátt.
Tá ið tey vóru komin í land varð farið beinleiðis niðan á tokstøðina. Har hoyrdi ein alla tíðina, at teir róptu gjøgnum hátalararnar, nær tok fóru og hvagar. Gunnvør dámdi einki hesa nýggju verðina, hon var komin inn í, sum var so nógv øðrvísi enn heima á okkara friðarligu oyggj­um við ongum tokum og øðrum gangi.
Tokið ristist eisini illa, tá tað koyrdi, tað var Gunnvør heldur ikki von við. Har var eisini so nógv fólk, sum hon jú ongantíð hevði sæð áður, og sum hon ikki kundi tosa við.
Umsíðir kom eitt snartok, sum skuldi suðureftir. Við hesum tokinum skuldu tey fara til býin Preston. So skuldu tey skifta til eitt annað tok til Fleetwood, sum skuldi gerast framtíðin hjá Gunnvør. Fleet­wood var fiskivinnubýur, sum nógvir føroyingar kendu, eisini beiggin Johan. Tað sýntist at taka langa tíð at koma uppá pláss, men tíbetur fekst matur í tokinum.
Tá tey komu til Fleetwood var komið til læstar dyr hjá ver­for­eldrunum. Soleiðis var tað bara í Bretlandi. Men tá fóru tey til ein mammubeiggja Nomann, har Gunnvør var væl móttikin.
Gunnvør dugdi lítið av enskum ta fyrstu tíðina. Men tað var kortini skjótt, at tað fór at ganga framá, og hon kundi so smátt fara at tosa við øll. Gunnvør var so í Føroyum, til maðurin kom heim aftur.
Gunnvør var í Fleetwood í fyrsta umfari í tríggjar mánaðir. Tá fór hon heim aftur til Føroya, tí Norman var ikki liðugur í herinum. Hann gjørdi um hetta mundið aftur tænastu í bretska herinum í Palestina.
Meðan tey vóru í Fleetwood royndu tey at fáa nakað at búgva í, men tað var heilt ómøguligt so stutt eftir krígslok. Tey komu at búgva hjá verforeldrunum fyrstu árini til tey fingu egin hús.
Aftaná kríggið kundi ein ikki keypa so nógv, sum ein vildi. Fólk fingu skamtanarbók, sum skuldi vísast fram hvørja ferð keypast skuldi. Tað einasta, ein fekk nóg mikið av, var frukt.
Nøkur ár gingu, og tey fingu tríggjar døtur. Tey búði eitt skifti í Havn, her Norman arbeiddi á Skipasmiðjuni. Tí eru tvær av døtr­unum føddar á lands­sjúkra­húsi­num, og Lenu Højgaard var jarðar­móður. Hin triðja gentan er fødd í Fletwood.

Buldraslig ferðing
Fleetwood er ein hugnaligur býur. Tað var bumbað í Fleetwood undir krígnum, men tó einki í mun til í Hull og Aberdeen. Hóast Gunnvør ikki dámdi so væl í fyrstuni, so lærdi hon at liva seg inn í teirra viðurskifti, sum eru øðrvísi enn okkara í Føroyum.
Henni longdist ofta heimaftur í fyrstuni. Og tíbetur kundi hon koma heim rættiliga ofta. Serliga væl lá fyri, tá føroyskir trolarar, sum lógu í Fleetwood skuldu heim. Tá gjørdi hon skjótt av.
Men tá ið skip ikki fóru úr Fleet­wood mátti farast yvir á eystur­strondina á Bretlandi, so tað kundi sleppast heim við skipum, sum komu at landa ísfisk í Aberdeen, Hull ella Grimsby, hagar føroysk skip ofta komu við fiski.
Men hetta kundi vera sera buldras­ligt viðhvørt. Eina ferð í 1953/1954 fóru tey úr Føroyum til Grimsby við skipinum »Poppy« hjá Kjølbro í Klaksvík. Johan beiggi Gunnvør var tíbetur við, tí hetta var ein rættiligur illveðurstúrur, stormur av landsynningi. Tað tók heili tvey samdøgur bert til Het­lands. Tey búðu har frammi í lugari­num, meðan manningini búði har afturi. Gunnvør og børnini mundu doyð av sjóverki.
Umframt hetta datt »roykhanus« niður, so tey vóru við at kódna í royki, og máttu gloppa hurðina til lugarskappan í øllum illveðrinum fyri at sleppa av við roykin.
Tey fingu eisini lítið og einki at eta, tí tað vóru als ikki líkindi at koma fram í lugarið hjá teimum har afturi. Ferðin tók tilsamans fýra samdøgur.
Tá ið veðrið fór at hasa av, kom manningin fram at vita, um tey vóru á lívi!
Tá var Gunnvør so illa fyri, at hon orkaði ikki at fara í tok heim til Fleet­wood, so tey leigaðu ein taxa, sum kost­aði 17 pund, tað var nógv tá.
Eina aðra ferð gjørdist Gunnvør ov sein til skipið, sum hon skuldi fara til Føroyar við, og mátti hon tískil fara til hús aftur. Men so slapp hon heim við næsta farti.

Er nú á veg til Australia
Eins og í Føroyum kom Gunnvør til Frelsunarherin í Fleetwood. Men her bleiv herurin niðurlagdur. Tá fór hon at ganga á møti hjá metodistum.
Tað hevur verið eitt neyvt sam­band millum Gunnvør og henn­ara ætt í Føroyum. Hon hevur vitjað hig­ar og nógv hava eisini vitjað hana.
Norman gjørdist 76 ár. Hann var sera virkin, ikki minst í Reyða Krossi. Tvær av døtrunum búgva í Australien, og Gunnvør hevur leingi ætlað sær at flyta hagar. Í morgin ári fer hon á flog. Nú verður langt at koma til Føroya!
Vit ynskja henni eina góða ferð.


Komandi partur
Vit hava fyrr havt frásagnir um føroyskan útróður í Íslandi, og um íslendsk børn, sum komu til Føroya tá í tíðini. Vit fara at frætta um Jóa á Húsum, sum var eitt teirra.