Gongur við petrolium, ráolju og lýsi

Gamli motorurin hjá Finni:Á Tvøroyri er Finn Andreasen farin undir at gera í stand ein gamlan Alpha bátamotor. Motorurin er frá 1904 og verður settur í uppruna stand. Motorurin hevur verið í familjuni hjá Finni í 75 ár og hann ætlar at vísa motorin fram, tá arbeiðið er liðugt

Finn Andreasen á Tvøroyri rekur bensinstøð og hevur bilverkstað. Áhugin fyri motorum er stórur og Finn hevur sett sær fyri at gera í stand ein gamlan motor, sum hevur verið í familjni í 75 ár og Finn greiðir frá, at fyrr sat motorurin í eini jollu, ið teir plagdu at sigla við á fjørðinum.

- Hetta er ein Alpha motorur. Hann kom til Føroya í 1904. Hann, ið var umboðsmaður fyri motorarnar, var gamli Niels Juel Mortensen á Tvøroyri. Jørgin Mortensen, róptur Jørgin Smið, keypti motorin frá honum og pápi mín keypti motorin frá Jørgin Smið, so motorurin hevur verið í okkara familju í eini 75 ár, greiðir Finn Andreasen frá.


Sally sakk

- Báturin, sum motorurin var í, var ein jolla, ið nevndist Sally. Hon er ikki til longur. Vit brúktu bátin til 1956. Tá sakk hann á fjørðinum og lá eini 10 dagar, áðrenn hann varð tikin uppaftur. Tveir tímar seinni sigldi hann aftur og tað høvdu motorarnir neyvan gjørt dag, heldur Finn.

Tá báturin sakk, sigldi Finn sum fýrbøtari við Rankanum. Skipari á Rankanum tá var Hans Mortensen, vanliga nevndur Hans hjá Palla í Mýrini.

- Meistari umborð var ein hvalbingur, ið nevndist Wilhelm Sejer Hansen. Wilhelm kom so út til mín. Eg haldi tað var í juni ella juli mánað í 1956. Hann bað meg fýra upp, tí vit skuldu til Onglands eftir koli. Kol varð tá goymt á Drelnesi. Vit gjørdu av at sigla á Drelnes við jolluni, greiðir Finn frá.

- Vit sigla so inn á Drelnes og eg bindi jolluna aftur undir hekkuna á trolaranum, so hon kom afturum trolaran. Eg hevði biðið ein leiða jolluna longur fram á miðjuna og binda hana har, men tað hevði hesin gloymt. So bakkar trolarin frá og jollan kemur undir hekkuna. Hon drakk sjógv og sakk á miðjum fjørði á umleið 19 metra dýpi. Hon lá so, til vit komu aftur úr Onglandi. Vit vóru einar 10 dagar burtur, sigur Finn og leggur afturat, at tað vóru menninir á bedingini, ið hjálptu at taka hana upp.

- Skiparin setti boyu, har hann metti, at jollan lá, áðrenn farið varð til Onglands.Tað vísti seg, at hann var á so góðari leið, at boyan var bert einar 2 metrar frá jolluni og tí var lætt at seta fast, minnist Finn.

- Pápi mín arbeiddi sum smiðumeistari á bedingini. Allir bedingsmenninir komu til hjálpar. Samanhaldið var gott tá. Mann hjálpti hvørjum øðrum tá og alt varð ikki gjørt upp í pengum. Kavari fór niður, tað var Hemming Jespersen, og sandbáturin hjá kommununi, Karla, tók jolluna upp. Hon hekk so uppat síðuni á sandbátinum, og hekk í bumminum, meðan vit oystu hana tóma. Tveir tímar seinni sigldi hon, sigur Finn.

Jollan varð nýtt á fjørðinum á Tvøroyri, men eisini varð farið við henni í grind í Hvalba, Vági og aðrastaðni.Eisini varð jollan nýtt til útróður.


Bita fyri bita

Motorurin hevur staðið hjá Finni tey seinastu mongu árini.

- Fyri eini 17 árum síðani fóru vit at tosa um, um motorurin mundi fara í gongd. So fóru vit at putla við hann og tað vísti seg, at hann fór í gongd, greiðir Finn frá.

Síðani hevur eisngin rørt motorin, men nú er Finn farin eftir honum aftur. Og tað er ikki løtuverk, ið fer fram á verkstaðnum hjá Finni í Øravíkarlíð.

- Vit hava tikið hann líka í botn, bita fyri bita. Alt sundur, hvørt petti. Síðani skal hann savnast aftur. Versonurin, Knút Hentze Nielsen, hevur gjørt fundament úr eik undir motorin, sum er sera snøgt, sigur Finn.


Petrolinum, ráolja og lýsi

Finn metur motorin at vera millum elstu motorar í Føroyum. Hann hevur kannað, hvussu motorurin kom til Føroya. Hann hevur funnið útav, at eitt skip hjá Niels Juel Mortensen, ið kallaðist Ingrid, fór í 1903 til Danmarkar at fáa motor settan í. Á heimferðini hevði hon í lastini fleiri smáar bátamotorar og soleiðis er motorurin há Finni komin til Føroya.

- Um tað mundi fóru menn, teir hjá Johan hjá Dánjali, undir at seta motorar í smábátar. Teir høvdu verkstað og lítla beding, greiðir Finn frá.

Finn sigur, at motorurin hevur bert tveir hestar, hóast hann er stórur á at líta. Finn minnist, at motorurin var sera driftsikkur.

Talan er um ein gløðihøvdmotor, ið verður hitaður upp. Motorurin nýtir sum brennievni petrolinum, ráolju ella lýsi.

Neyðugt hevur ikki verið at leitað eftir eykalutum, nú motorurin verður gjørdur í stand, tí alllir lutir vóru til til staðar. Men víst er, at hetta er ikki arbeiðið, ið ein kann skunda sær við og á vegginum á verkstaðnum hanga mangir smærri og størri lutir, ið hoyra til, og sum ikki eru at fáa skil á hjá einum, ið ikki er motorkønur. Men skilligt er, at enn er nakað eftir á mál, hóast bert er eftir at seta saman.

- Av tí, at motorurin er so gamal, var vatntroyggjan í sylindaranum rustað, so nýggj mátti gerast. Hetta er ikki hvørsmansføri, men dugnaligi smiðurin í Vági, Knút Nielsen, loysti hesa uppgávuna væl og virðiliga, sigur Finn.

Samansettur vigar nærum 100 ára gamli motorurin eini 400 pund.

Tá arbeiðið við at savna motorin er liðugt, ætlar Finn at, at motorurin skal vísast fram.

Tá verður óivað høvi at hitta Finn aftur á máli. Finn er góður frásøgumaður og hevur hug at venda aftur til mangt seinni, ið ikki er komið inn á í hesi samrøðu. M.a. er mangt at siga frá tíðini, tá hann vaks upp í Øravíkarlíð og siglast mátti um fjørðin, um ein skuldi á Tvøroyri, skuldi ein ikki ganga ella súkkla, tí bilar vóru ikki nógvir tá.