Gerda Einarsson: Í skúla og so í Arbejdernes Trawlerdrift

Í fyrsta partinum varð greitt frá ættini hjá Gerdu í bæði borð. Eisini var komið eitt sindur á fakfelagssøgu á Tvøroyri, har pápin var virkin. Gerda missir mammuna og pápan tíðliga. Hon og systirin vaksa upp hjá ommuni og abbanum í Puntabyrgi, har tað var óføra gott at vera

2. partur


Í skúla
Eg fór í skúla inni í Trongisvági. Har gekk eg í trý ár. Elsebeth Vestergaard var lærarinna. Hon er kend fyri ta stavingarbók fyri 1. flokk, sum seinni kom út.
Elsebeth var fødd í 1900 á Økrum. Hon hevði fyrst verið lærari í Porkeri og Vági, og var hon árini 1926-1958 lærari í Trongis­vági. Tá flutti hon til skúlan á Tvøroyri.
Sagt verður um hana, at hon hevði serliga gott tak á at læra børnini at lesa. Hon ferðað­ist seinni til skúlarnar í landin­um eftir áheitan frá landsskúla­ráð­gevaranum at greiða frá hennara máta at læra børnini lesing.
Hon var eisini við í skótaarbeiði saman við Elgerdu Jacobsen, og Elsebeth arbeiddi innan sunnu­dagsskúlan í meira enn 40 ár.
Elsebeth var ein einastandandi lærarinna. Tað vóru tríggir klassar í einum rúmi í senn. Tað gekk fínt. Vit lærdu nógv hóast trongu umstøðurnar.
Men sjálvsagt kemur tað eisini upp til hvønn einstakan, hvat ið hann fær við.
Aftaná 3. flokk varð farið út á Tvøroyri at ganga í skúla. Hetta var rættuliga langt at ganga. Har gekk eg til fimta flokk og fór síðan í realskúlan, har tað vóru fýra klassar. Tað var ikki vanligt hjá gentum tá at fara í realskúla.
Danin Jørgen Bennedsen var lærari hjá mær á Tvøroyri. Elgerda Jacobsen var tað síðsta árið, eg fór úr skúlanum. Elgerda var ættað úr Bartalstovu í Syðrugøtu. Hon var ein sera myndug kvinna og gjørdist skúla­stjóri á Tvøroyri. Hon hevur eisini skrivað søguna hjá skúla­skapi­n­um í Froðbiar sókn. Hon hevur verið kelda til fleiri av frásøgn­unum í røðini Hendur ið Sleptu í Sosialinum. Fleiri av lærarun­um á Tvøroyri eru nevniliga jarðaðir í gamla kirkjugarði í Havn.
Pápi mín flutti inn í Puntabyrg, har hann búði síni tvey seinastu ár. Meðan pápi hansara livdi, var hann hjá honum og passaði pápan til tað síðsta.
Eg sigi ein dagin við pápa, at eg havi skrivað meg upp til at fara í realskúlan. “Hevur tú tað?” “Ja, hinar genturnar í klassanum hava eisini skrivað seg.” “Tað er í lagi,” segði pápi, “men eitt skal tú vita. Tú sleppur ikki út úr skúlanum, fyrr enn tú hevur fingið eksamin, um tað so ganga tjúgu ár.”
Men eg kláraði tað eftir fýra árum og var liðug í 1938. Tað gekk væl. Eg var nummar eitt av Tvøroyrabørnum. Onkur úr Vági var betri. Tey gingu í skúla í Vági, men tóku prógv á Tvøroyri.
Pápi doyði, meðan eg gekk í 2. real. Hetta var tann dagin, eg skuldi konfirmerast 14. Apríl 1936. Tá kom nakað av stígi í, men eg spenti meg útaftur.

Omman gjørdi brótsukur
Vit vóru so væl fyri, at vit høvdu jørð í húsinum, og abbi í Puntabyrgi var seyðamaður afturat. Eg haldi, at vit slaktaðu einar 18 seyðir, so vit høvdu nóg mik­ið av kjøti í húsinum. So høvdu vit eis­ini kúgv, hønur, dunnur og gæs, so her manglaði einki.
Fyri at fortjena eitt sindur ekstra plagdi omma at gera bróst­sukur og slikkipinnar, sum vórðu seldir til fólk.
Fólk vóru ikki so forvand við góðgæti sum í dag. Bróstsukur var tað mest leskiligasta góð­gæti, sum kundi hugsast.
Fólk fóru ikki útferð, uttan at tey steðgaðu omanfyri Puntabyrg at vita, um omma áttu bróstsukur. So keypti tey sær nakað at hava við.
Hetta var eini hús, har allur ungdómurin samlaðist. Men tá hetta vóru javnaldrar hjá systkjunum hjá mammu vóru tey eldri enn eg. Nógv av systkjunum vóru tó flutt út. Tað vóru Gunnar og Emil, sum vóru heima tá. Tað vóru nógv ungfólk á garðinum, grannalagnum, á teirra aldri. Her samlaðist alt um kvøldarnar.
Tey høvdu ein stóran køk í Puntabyrgi, og her ofta fult. Fekst ikki sitið á bonkunum, so sótu tey á gólvinum. Tað var eisini sungið nógv.
Tað er mær fortalt, at tá ið tey øll vóru ung, mammusystkini hjá mær, tá plagdu tey at hava dans fyri ungdómin í stovuni eisini. Abbi spældi harmoniku og omma munnharpu.
Hetta fylgdi við tíbetur. Tað var ofta nógv fólk eisini heima hjá okkum, tá børn míni Pauli og Edna vóru lítil. Her var lív og musikkur. Tað hevur verið deiligt.
Og nú er tað tað sama heima hjá Paula eisini.

Hvørt oyra
gjørdi mun
Sum sagt høvdu vit tann fyrimun, at vit áttu jørð í húsinum. Men tað vóru ikki øll sum áttu jørð, og sum kundu fáa so gott í beinið sum vit.
Tað var deiligt at vaksa upp á Tvøroyri. Pengar vóru fáir, tá ið man var lítil. Vit plagdi at fortjena nøkur oyru við at banka ís og at selja hann til Paula Nolsøe á Tanganum, sum keypti fisk. Vit fingu 25 oyru fyri hvørja spann. Vit føldu okkum at vera ordiliga rík tá. Hetta var áðrenn menn fóru at framleiða ís av álvara.
Hvørt oyra taldi tá. Eg minnist eina ferð, eg kom inn til Jens abba. Hann sat í tí gamla køkinum og segði: “Oy Jesus, abbi hevur mist eitt oyra, og eg finni tað ikki.” Hann royndi at skava við stavinum eftir tí. Eg legði meg so á knæ at leita. Hetta var antin eitt eittoyra ella eitt tveyoyra. Eg fann tað. So gav hann mær eitt fimmoyra afturfyri. Tað var bara so heilt fantastiskt.
Annars hevði hann pakkað inn fimm einkrónur, eitt bunti til hvørt einasta abbabarn. Tað hevði hann í einum kistli. Eg minnist, tá ið hann var so sjúkur og lá til tað seinasta. Eg tordi ikki fara niðan, tí eg visti, at hann fór at doyggja. Eg var um 10 ára gomul tá. Men ein dagin segði pápi mín, at nú mást tú fara niðan til abban. Hann fær ikki doyð, og hann blívur við at spyrja eftir tær. Eg fari so niðan. Abbi gevur eitt tekn, og pápi tekur so skrínið og setur tað á bringuna á honum. Eg minnist, at hann tók sína visaligu hond niður í skrínið og gav mær hendan pakkan við 5 krónum í. Hetta skuldi vera framskundað konfirmatiónsgáva. Eg var ikki komin út úr kamarinum aftur, tá var abbin deyður. Hann bara bíðaði eftir, at eg skuldi koma.
Omma var Victoria f. Thorsteins­son. Hana hómi eg akkurát, hon var blind seinastu árini.
Pápi átti fýra systkin. Tvey teirra doyðu sum smá. Pápabeiggi var Viggo Mortensen, sum var báta­byggj­ari. Undir einum drúgv­um verkfalli í 1926, tá vørutrot var, var skipað fyri serligari útbýt­ing av vørum til tey verkfals­raktu. Viggo var ein teirra sum var við í hesum.
Pápasystir mín Mathilda var gift við Kristian Holm í Hvalbæ. Kend børn hjá honum vóru Niels Pauli Holm, eygnalækni, og Morit, kona Erlend Patursson.
Tað var eisini stuttligt hjá børnum. Tá ið vit spældu úti, sótu hesir gomlu menninir á eini trappu og fylgdu við, at einki hendi okkum. Har var so nógvur ungdómur og so nógv børn. Mostir mín Nicolina átti átta børn. Gunnar mammubeiggi átti sjey og allir grannarnir áttu nógv børn, sum samlaðust. Tá var ikki brúk fyri ungdómshúsi.
Onkuntíð vóru serlig tiltøk. Klubbin plagdi at skipa fyri jólatræi fyri øllum børnum, og á nýggjárinum kundu man síggja teir skjóta fýrverkari. Tað var ofta sera flott.

Gudmund var
stóri maðurin
Tá var Gudmund í velmaktini hjá Mortensen. Hann var abbi tann Gudmund Mortensen, vit kenna í dag. Gudmund var ein stórur maður á Tvøroyri tá. Hann var eitt sindur lamin. Annað beinið var stívt. Eg minnist hann sum ein fittan mann.
Eg minnist eisini Johan Morten­sen, sum stóð fyri kram­búðini hjá Mortensen, áðrenn hon fór fallitt. Eg var onkuntíð har og keypti fyri abba, sum arbeiddi á bedingini, sum teir hjá Mortensen áttu.
Johan fer ein dagin út til døgurða, beint tá eg var komin til handils. Eg stóð og bíðaði og bíðaði uttan fyri diskin, men eingin spurdi, hvat eg skuldu keypa. Eg var um 8-9 ár. At enda fekk eg maktarloysi og setti meg út á trappuna. Nú kemur Johan aftur frá døgurða. Hann hevði verið leingi burtur. So sigur hann: “Á, góða, hví situr tú her?” “Ja, men eg havi einki fingið at keypa.” Hann fór inn í krambúðina, og hann deildi genturnar: “Hendan genta stóð her, táið eg eg fór til døgurða. Nú er tríggir tímar gingnir, og tit hava ikki givið henni enn.” Men tá gekk tað eisini skjótt fyri seg.
Vøruna fekk mann annars einaferð um vikuna, Vit bíløgdu vøruna, og tá var tað Sleiparin, ein bátur hjá Mortensen, sum sigldi við henni inn á bedings­brúnna, har vit búðu. Eg minnist serliga upp undir eini jól, at vit vóru serliga spent at bera hesa kurvina frá brúnni og yvir í Punta­byrg. Vit skundaðu okkum at pakka út, tí tað var altíð ein lítil posi við onkrum góðgæti í til óvitar­nar. Hetta var sera stutt­ligt. Tá vóru børn heldur ikki so forvand.
Tað var nokk so langt at fara um í sóknini, tí var ofta farið við báti. Vit gingu heldur ikki út á kajuna, sum tá skip komu niðri frá. Hetta var ein stórhending á Tvøroyri eins og í Havn. Abbi plagdi at rógva okkum út.
Hann tók okkum eisini út á fjørðin at fiska seið. Petur Emil, son Nikolinu mostir, plagdi at vera við okkum. Eg minnist einaferð, at vit fingu 95 seiðir. Abbi róði, og vit bæði dyrgdu. Hetta var eisini gott ískoyti til húsarhaldið.
Tað var eisini kastað nógv nót, og tá kundi heilt nógv vera fyri. So bleiv man sendur við einum fati av seiði runt til ymisk hús at geva teimum.
Eg minnist bedingsmeistaran, sum var úr Vestmanna. Hann var beint komin til bygdina. Sum kona hansara var glað, tá ið eg kom við einum fati av seiði til teirra. Tá var man glaður fyri lítið.
Tað sama var, tá ið grind var. Tá syrgdi teir, sum vóru heima, altíð fyri at koma við grindini til teirra, sum vóru til sjós. Hetta fekk eg eisini sjálv roynt, tá maður mín var til sjós. Soleiðis er tað enn dagin í dag. Tað var sera gott samband og samanhald millum fólk.

Søgan um AT
Tað vóru nógv virkir og nógv arbeiði á Tvøroyri. Men fyrra part­in av 1930-unum var heims­kreppu. Hon rakti eisini Føroyar og ikki minst Tvøroyri, sum var so heft av tí, sum sjógvurin gav. Her gekk eisini niður á bakka hjá nógvum. Í 1936 fer A/S J. Morten­sens Eft. á húsagang. Hetta var ein tann størsta fyritøkan í bygd­ini, eisini í landinum. Teir høvdu nógv skip og stóran handil við ikki færri enn 21 úthandlum úti um landið. Hetta var ein vanlukka fyri Tvøroyri og arbeiðandi fólkið har. Var einki arbeiði var heldur eingin inntøka.
Hetta fekk so hugskotið fram, at nú máttu arbeiðararnir sjálvir taka um endan. Tað endaði eisini við, at búgvið hjá Mortensen varð keypt av Arbejdernes Trawler­­drift, AT, sum Fylking og Fiske­pigernes Fagforening stóðu aftanfyri.
Hesa søguna greiðir Jóannes Dalsgaard gjølla frá í sín bók Fylking og skal her bert takast okkurt fram.
Eftir nógv millumspæl og ting­ingar keypa feløgini ognirnar úr búnum hjá J. Mortensen.
AT varð stovnað 3. juni 1936. Tað varð stýrt av nevnd við fimm limum, sum var kallað driftsráð, sum vist hevði meira at siga enn ein vanlig nevnd. Stjóri gjørdist Hjalgrim á Heygum úr Vestmanna. Stovnandi feløgini áttu hvør sínar tveir limir í drifts­ráðnum og kommunan tann fimta.
Tá var Gunnar Petersen, mammu­beiggi, longu virkin í Fylking, og hann var ein av teimum, sum skriv­aði undir viðtøkur­nar hjá AT vegna Fylking.

Avgerandi at
hava skip
Tað ráddi um at fáa skip til fyritøkuna, og hetta endaði við keypi av Leivi Øssurson. Tað var mett, at felagið hevði gjørt ein góðan handil. Trolarin var bygdur í 1924 og var í góðum standi.
Nú komu fakfeløgini eisini at gerast arbeiðsgevarar. Hetta kom eisini at merkjast, tá ið AT bað um ymisk frávik frá tí sáttmála, sum hevði verið. Tað var heldur ikki uttan trupulleikar at reka skip tá heldur enn nú.
AT rak í fyrsta umfari reiðara- og fiskavirkisvirksemi. Leivur Øssurson var á saltfiskaveiðu. Fiskurin var landaður og turkaður hjá AT. Hetta gav nógv arbeiði á landi eisini.
Men tað var eisini nógv annað virksemi. Her var eisini ein stórur handil. Í uttasta rúminum vóru kolonialvørur, í mittasta rúminum var ísinkram og tílíkt og so ein gott fylt toystova. Handilin var har sum Telebúðin er nú. Og so vóru øll hesi pakkhúsini. Um­­framt hetta vóru tað sethúsini, sum hoyrdu til virkið. Eg skilji ikki, at tey ikki vórðu varðveitt.
Tað varð eisini bakarí, kolasøla og ymsar goymslur við útgerð hjá trolarunum.
Seinni, tá virksemið var í hædd­ini, hevði AT eisini timbur­handil, trolvirki og trolskúla. Hetta man hava mint eitt sindur um støðuna hjá Kjølbro í Klaksvík.
Um heystið 1936 vóru stórir trupulleikar við fígging av rakstri­num hjá Leivi Øssurson. Men tað eydnaðist at fáa hetta greitt í fyrsta umfari.
Roynt var at fáa fólk at keypa frá AT við at lova teimum ar­­beiði í mun til tað, tey keyptu í handli­num.
Tað vóru tey sum hildu, at hetta minti nakað nógv um støð­una, sum førdi til krav um løngjalds­stovu.
Á heysti 1937 vóru trupulleikar við sølu av saltfiski, og umhugsað varð at leggja um til isfiskaveiðu, sum mótsatt saltfiski lítið og einki arbeiði gav fólkinum á landi. Hildið varð tó fast við salt­fiska­veiðuna samstundis, sum turki­húsið skuldi nútímangerast.
Nú fór at ganga framá, og AT gjørdist størsta arbeiðspláss á Tvøroyri. Tað varð eisini arbeitt við at fáa ein trolara afturat, men hetta hendi ikki fyrr enn aftaná kríggið.
Tað var eydnaðist AT at minka munandi um arbeiðsloysið á Tvøroyri og harvið at lætta um gerandis­dagin hjá arbeiðara­húskjunum í bygdini.
Í 1938 hevði AT goldið 127.000 kr í lønum í hýrum og lønum um­­framt lønir til jarnsmiðir, bilførar­ar og timburmenn. Hetta var ein sera stór upphædd tá í tíðini.

Petur Mohr Dam ringir
Eg hevði onkuntíð verið vikarur sum lærari fyri Petur Mohr Dam, tá ið hann var burturstaddur.
Í 1939 hevði eg ætlað mær niður á studentaskúla og skuldi eg búgva hjá mostir míni Dagmar, sum var ógift. Hon vildi orðna alt fyri meg, um eg kom. Hetta var freistandi í eini tíð, tá nógvar gentur vildu royna lívið úti í heimi við at fara til Danmarkar eina tíð.
Men ein dagin ringir Petur Mohr Dam. Eitt systkinabarn mítt, sum hevði arbeitt hjá AT, var deyð. Dam spyr, um eg kundi hugsað mær at komið at arbeiða á skrivstovuni. So kundi eg síggja, hvussu mær dámdi hetta.
Petur Mohr Dam var formaður í driftsráðnum, og hann var eisini limur í kommunustýrinum.Hann hevði tí nógv at siga.
Eg helt, at hetta ljóðaði áhuga­vert og spennandi, og eg tók av tilboðnum.
Eg byrjaði hósdagin 8. februar 1939. Longu fyrsta dagin, eg var til arbeiðis, gjørdi eg ein ordiligan bummart.
Eg skuldi skriva av úr dagbókini hjá Leivur Øssuron. Tað var eitt ella annað, sum var hent um­­borð á túrinum. Eg rættaði feilir í rætt­­skriv­ingini, so hvørt eg skrivaði. Eg fekk tað í høvdið aftrur. Tað skuldi skrivast av, júst sum tað var niður­skrivað. Síðan skuldi avskrivtin sendast niðan til sýslumans­kontórið.
Tá eg byrjaði í AT var eingin skriv­stovuútgerð, sum vit kenna í dag. Roknimaskinan at falda og dividera við var ein sokallaður svingari við einum hondtaki. Hetta var nú eisini snilt. Men annars var tað høvdið, sum var álitið. Hjá mær gjørdist tað ofta skjótari at nýta høvdið enn at rokna við maskinu. Men tað gjørdist sera snilt, tá vit seinni fingu eina elektriska rokni­maskinu at telja saman og trekkja frá við.
Vit høvdu eina skrivimaskinu. Avrokningarnar vóru skrivaðar á stensil og duplikeraðar. So framkomið var tað kortini.
Tá var jú einki fakfelag fyri skrivstovufólk, men Fiskepigernes Fagforening vildi hava okkum konufólkini á skrivstovuni at gerast limir hjá teimum. Men tá vit so møttu á fundi, vóru vit ikki vælkomnar. Vit skuldu ikki koma har og sneyta fyri leiðsluna! Hesum góvust vit tí við.

Fór at læra enskt
Tá ið kríggið kom, skuldi onkur avrokna eingilskmenninar. Teir vóru nokk so nógvir á Tvøroyri, og teir keyptu hjá AT. Tað var eisini so nógv vøra, sum kom úr Onglandi undir krígnum. Tað manglaði aldri nakað. Tann vøran var sera góð.
Vit høvdu jú eisini nógv viður­skifti við Bretland. Skipini sigldu jú uppá England. Fakturarnir og brævaskifti var á enskum, og hetta mátti so onkur duga. Tí varð eg send til eykaundirvísing í enskum. Tað var ein danskur lærari, og eg gekk tveir vetrar. Tað var eg glað fyri, og kom hetta til nyttu í mínum arbeiði.
At byrja við vóru vit fýra fólk á skrivstovuni. Men vit komu upp á átta, sum virksemið í fyritøkuni vaks.
Men fyrstu tíðina í AT var einki stuttligt. Tað vóru eingir pengar. Fólk kom ofta við einum seðli frá kommununi fyri arbeiði, tey høvdu gjørt. Tey kundu keypa fyri einar 15 krónur. Eg minnist, tá ið lønirnar byrjaðu at fara eitt sindur upp. Vermamma mín arbeiddi í fiski hjá AT. Tá høvdu tey kontrabøkur. So ein dagin, hon hevði kontrabókina til handils, sigur hon: “Á, Jesus, hvør ið var ungur nú.” Hon átti 2,50 tilgóðar!
Eg arbeidi fyrstu tíðina fyri 40 kr. um mánaðin sum lærlingur. Seinni hækkaði lønin við 5 kr., men tá ið kríggið kom fór lønin upp í 65 krónur. Tá helt man seg vera ríkan.
Stjórin skrivaði kladdu til brøvini, sum eg skuldi skriva á maskinu. Hann skrivaði talumál, og so var tað mín uppgáva at laga tað til skriftmál.
Undir krígnum fór AT at keypa fleiri skip. Millum hesi vóru Vestmanna, Brimnes, Vørðuna, tað var Silver Lining, sum teir bygdu um undir Heygnum. Men Vørðan var so óheppin, at hann lá summarið við skaða í Aberdeen. Tá var sandbáturin Sandslúkur leigaður at sigla við fiski.
Vit reiddu eisini út fyri Tre Kroner, sum ein á Sevmýri átti.
Tá Føroyar vóru hersettar, var slutt við saltfiski hjá Leivur Øssurson. Tað var ikki møguligt at sleppa av við saltfisk. Hetta minkaði um arbeiðið á landi. At trolarin bert var í ísfiski merkti eisini minni manning í mun til saltfiskaveiðu.
Í 1941 lá Leivur Øssurson eitt skifti, tí tað ikki fekst semja millum Suðuroyar Fiskimanna­felag og fyrst reiðaríið og síðan trolaraeigarafelagið, sum yvirtók málið. Tað endaði kortini við at sáttmáli varð gjørdur.
Í 1943 verður Esmar Fuglø skipari á Leivi. Hann kom tá út fyri tí óvanliga hjá einum skipar, at driftsráðið setti fólki. Tó kundi hann koyra mann av, sum ikki kundi brúkast. Men gravgangurin eftir at sleppa við var stórur. Tá vóru upp til 100 umsóknir um kjans. Tað var eisini skipað fyri skifting av fólki, so menn bert vóru við eina avmarkaða tíð út í eitt.
Eg minnist, at einaferð var Leivur tríggjar túrur uppí slag í Bret­­landi og landaði uttan at koma heim ímillum. Tað var besta árið hjá teimum. Teir fiskaðu 882 tons hetta árið. Menn vildu fegnir sleppa við, tí inntøkan var góð. Tað var ongan­tíð mangul uppá fólk.
AT hevði eisini ein tann fyrsta trolskúlan, sum hevur verið. Hann var omanfyri bakaríið hjá AT.
Endamálið við trolskúlanum var at venja ungar menn á Tvør­­oyri at bøta trol, soleiðis at teir skulu gerast góðir og dugna­ligir trolaramenn umborð á Leivi Øssurson, samstundis sum fyri­tøk­an á hendan hátt fekk bílig trol. Treytin fyri at sleppa við Leivi Øssur­son var, at menn høvdu verið tveir mánaðir á trolskúla.
Skúlin fekk stóran týdning undir heimsbardaganum, tá ið manningarnar skiftu ofta. Esmar var so glaður fyri, at teir allir dugdu so gott við troli.
Lærari á skúlanum var Anthon í Vík. Tey búðu í Fámjin at byrja við.

Tørvur á skipum
eftir krígslok
Tørvur á skipum var stórur eftir kríglok. Á vetri 1944 hevði AT gjørt sáttmála um bygging av ein­um 70 tons trol- og snurri­váðs­báti Róin, og 6. juli 1945 varð Marité keypt. Hon var ein fransaskonnart bygd í 1921.
Nú byrjaði saltfiskurin aftur, og hetta gav aftur arbeiði til nógv arbeiðsfólk. Tey breiddu fisk úti at byrja við, tá ið eg kom til AT. Síðan komu turkihúsini, so fiskur kundi arbeiðast í øllum veðri.
Eg minnist, at Rudolf Niclasen var arbeisformaður. Hann var sera væl umtóktur av arbeiðsfólkinum. Hann var so lagaligur í gerð, hóast hann kundi vera eitt sindur harð­ligur í orðum, men hann var rættvísur.
Viðhvørt skuldi berast skjótt at, og hetta var tá saltfiskur var turkaður úti. Hetta kundi bæði vera, tá ið tað hótti við regni ella tað gjørdist so heitt, at fiskurin kundi loypast. Tá varð sirenan brúkt til at boða frá. Hetta er sama sirenan, sum viðhaldsfólkið hjá TB framvegis nýtir, tá ið fótbóltur er.
Teir á AT høvdu eisini beding, kallað lítlabeding har úti. Har varð Vørðan umbygd. Hon stóð so leingi til umbygging, at hon varð kallað “miliónkúgvin.”
Tað var ein deilig tíð. Tað var stuttligt, tá skipini komu aftur og menninir komu niðan á kontór­ið at frætta hvussu tað hevði gingist. Her vóru nógvir áhuga­verdir menn sum Samma Jóannes og Esmar Fuglø. Esmar var fantastiska fittur. Esmar doyðu í 1994, og kona hansara Ragnhild doyði nú um dagarnar.
Ein, sum eg kendi, var Olivur Sumberg, sum var maskin­maður. Hann var nakað lamin. Tá ið kríggið kom, skuldi mann­ingin læra seg at skjóta við maskin­byrsu fyri at verja seg móti týskum álopum. Tað skuldi Olivur eisini. Men hann kom at skjóta soleiðis, at hann kom at raka eina ryssu í haganum.
“Ryssan lá á bóli undir Enni­fjall, skotið small og ryssan fall. Hann skjeyt, hin lamni kall.”
Soleiðis ljóðaði versið, sum varð gjørt um hendingina.
Olivur kemur so ein dagin uppá á kontórið millum tveir túrar, so skeldaðist hann so ónáttúr­liga illa. Hann tosaði við bókhald­ar­an Sámal Petur, sum var beiggi Heðin Brú. Greiðirnar, hann hevði bestilt, vóru slett ikki komnar til tíðina. “Hvat skal eg gera við sovorð­in fólk?” spurdi hann. “Skjótt tey,” sigi eg uttan at hugsa um tað. Men hann skilti glósina. “Ja, eg skjóti gott,” sigur hann.

Fyrst gekk væl hjá AT
Roknskaparárið hjá AT 1944/45 var tað besta nakrantíð. Teir skatt­aðu av 443.000 kr, ein risaupphædd.
Nú skuldi fyritøkan mennast við fleiri arbeiðsplássum bæði á sjógvi og landi. Her vóru góðir møguleikar við aftur at fara at turka saltfisk.
Teir fingu nú eisini ein trolara afturat, og var hetta Rankin, sum hevur verið eitt kent trolaranavn á Tvøroyri. Nú átti AT heilt ella partvíst átta skip umframt nógv virksemi á landi.
Í 1946 varð AT 10 ár við veitlsu­róma. Nú vildi Esmar Fuglø sleppa at seta fólkið sjálvur ella segði hann upp. Tað fekk hann við bit og slit loyvi til treytað av, at alt fólkið skuldi vera úr Froðbiar sókn.
So minnis eg aftaná kríggið sildarokið. Tað var ein øgilig rúgva av sildatunnum at síggja. Sildin varð veidd við garnaskipum á sumri, og hon varð løgd upp til at pakka um. Hetta gav eisini nógv arbeiði á sumri og út á heystið.
Rudolf Niclasen lat tá hesar eldru menninar, sum ikki vóru til skips longur, og sum ikki orkaðu at arbeiða so nógv, koma til arbeiðis 2-3 tímar um dagin. Teir høvdu hetta arbeiði við at laka tunnurnar. Tað var soleiðis, at tá tunnurnar komu uppá land, varð hol borað í tær, og so skuldu tær regluliga fyllast við laka, so sildin ikki tránaði. Hetta vóru teir sera glaðir fyri.
Longu í 1947 vendir byrðurin, og AT fekk hall. Tað gekk niður á bakka og í 1951 mátti AT endurreisast. Hetta var bert ein løtuvinningur, og í 1954 fer AT av knóranum.
Hetta var sjálvsagt eitt stórt bakk­ast fyri sóknina og skapti eisini politiskar rembingar í fleiri ár.
Eg sat í 12 dagar og skrivaði niður lutirnar, tá ið alt fór á tvingsilssølu. Alt bleiv selt, sum inni var.

-------------------

Komandi partur
Í komandu parti greiðir Gerda millum annað frá, hvussu tað var á Tvøroyri undir krígnum. Eisini frætta vit meira um AT og Fylking