Gekk bæði skjótt og væl

Tað tók bara heilt stutta tíð frá tí, at eykaluturin var komin til Skopunar, til rampin riggaði aftur, sum hann skuldi.

 

 

Seinnapartin í dag boðaðu Strandfaraskip Landsins frá, at tekniskir trupulleikar vóru við ferjuleguni í Skopun.

 

Teistin, sum fór av Gomlurætt nakað eftir klokkan 16, skuldi ikki vænta sær at sleppa til bryggju í Skopun beinanvegin.

 

Tí, fyrst noyddist manningin á Teistanum at sigla inn í havnina í Skopun og koyra ein eykalut í land, sum fólk á landi tóku ímóti.

 

Við ferðafólkum og bilum fór skipið síðan út aftur úr havnini og út um pierin at bíða.

 

Men, tað tók bert eina heilt lítla løtu, so vendi Teistin inn aftur í havnina í Skopun og legði til bryggju sum vanligt. Tá høvdu menn hjá Landsverki longu skift eykalutin, sum førdi til teknisku trupulleikarnar.

 

Tey, sum fóru umborð á Teistan nakað fyri klokkan 16, tá siglast skuldi eftir ferðaætlanini klokkan 15.50, høvdu ein eitt sindur longri túr enn vanligt, men eftir umleið einum tíma vóru ferðafólk og bilar í Skopun.

 

So sigast má, at hetta gekk bæði skjótt og væl.

 

Á Strandfaraskipum Landsins søgdu tey, at roknast kundi við seinkingum á seinnu túrunum av hesi orsøk, men á næsta túri hjá Teistanum, sum skuldi vera av Gomlurætt klokkan 17.20, var talan bara um smávegis seinking.