Upprunaliga ætlanin var, at hann skuldi vera til sjós í átta vikur, men hann er ikki komin heim aftur enn. Hann hevur verið úti í góðar fýra mánaðir, og í løtuni eru hann og restin av manningini strandaðir millum [...] millum Korea og Fiji. Manningin sleppur ikki í land, og nýggj manning sleppur ikki umborð orsakað av koronastøðuni. DR.dk hevur fingið orðið á vágbingin í grein, har tað verður upplýst, at umleið 1.600 danskir [...] Nógvir sjómenn eru í skrivandi stund ávirkaðir av koronastøðuni. Ein teirra er 58 ára gamli vágbingurin Conrad Gaard Joensen, sum 11. januar mynstraði umborð á tangabátinum Laperhouse í Mexico. Upprunaliga
fyri, og tað vóru menninir í fremstu røð, sum høvdu avgerandi orðið at siga, tá VB megnaði at spæla seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Toftamenn snorksvóvu, tá álopsmenninir hjá VB vóru [...] hálvleiki. Í 67. minutti legði Jón Pauli Olsen VB framum 2?1. Skjótt álop í vinstru og tvær skotroyndir, sum Magnus Poulsen hevði hálvbjargað, skulu til, áðrenn miðvallarin í triðju atløgu skoraði. Og [...] útgangsstøðuna, og Jákup Djurhuus, sum spældi fyri fyrstu ferð í ár, var góður í miðverjuni. Serliga Jákup Eli Olsen, sum var ytstur á miðvøllinum í vinstru, var grammur og legði fleiri fínar bóltar innfyri
Vági hevur skipað fyri í alt heyst. Í 12 mikukvøld á rað hevur kunningarstovna í Vági skipað fyri tiltaki, sum hevur til endamáls at fáa fólk at røra seg meiri. Kjarnin í hesum tiltakinum hevur verið ein [...] Seinasti gongutúrur Seinasta gonguferðin í hesum umfari verður í annaðkvøld. Byrjað verður sum vant kl. 19 á Kunningarstovuna í Vági. Anne Birgitte, lækni í Vági, gevur gongufólkunum eitt gott orð við [...] orð í dagliga málið. Og tað er orðið fólkaheilsa. Hann hevur sett sær fyri at bøta um fólkaheilsuna hjá føroyingum. Og tí er hann eisini ómetaliga fegin um fólkaheilsutiltakið, sum kunningarstovan í Vági
byggiætlanina sundur í tvey, so at sjálvur tunnilin var í einari útbjóðing og vegirnir í einari. Og vegirnir bjóðaðu vit bara út til føroyskar arbeiðstakarar, har sluppu útlendingar ikki upp í part. ? Og tað [...] hann úttalar seg um málið í Sosialinum í seinastuni. Og tað er ómetaliga harmiligt, heldur Klæmint Weihe. ? Men tað er henda saman tagnarskyldan, sum forðar okkum í at fara í smálutir við teimum viðurskiftum [...] J&K Petersen framum. ? Í hesi avtaluni stendur eisini, at Landsverkfrøðingurin skal í øllum førum seta seg væl og virðiliga inn í tilfarið, so at allir upplýsingarnir koma fram í tí tilmælinum, teir góvu
jú er í samstarvi, og hví alt skal verður bál og brandur! Hetta sigur frákoyrdi landsstýrismaðurin, Sámal Petur í Grund við Sosialin, dagin eftir, at hann pakkaði saman í Tinganesi. Sámal Petur í Grund [...] segði honum, at skrivaði hann ikki undir, var sjálvstýrisflokkurin ikki við í samgonguni meira. Seinna hóttanin kom í januar í ár í sambandi við nógv umrødda tipsmálið. Meðan fyrra hóttanin var munlig, so [...] ikki sjálvur fara niðan í tingið við einum uppskoti. Í hesum føri skal hann leggja tað fyri landsstýrið fyrst. Sámal Petur í Grund vísir á, at tá løgmaður herfyri gjørdi greitt í røðu á tingi, at lands
um undirsjóvartunnilin Í frágreiðingini til Løgtingsumboðsmann, sigur Henning Jacobsen: Havi einaferð í sambandi við Vágatunnilin roynt at finna út av, hvat ið verður lagt í orðið rationalisering. Land [...] partafelag stovnað, sum skuldi standa fyri arbeiðnum, sum síðani var boðið út. Men í frágreiðing síni til Løgtingsins Umboðsmann í sambandi við klaguna um, at hann varð koyrdur frá sum Landsverkfrøðingur-og ikki
bólturin sat í netinum. Ein góð byrjan, og eitt korter seinni økti Sørin til 2-0, tá rangstøðufellan hjá vágamonnum miseydnaðist. Leiðslan kundi verið størri í fyrra hálvleiki, sum KÍ átti, men í seinna hálvleiki [...] um hjá KÍ. Hesa ferð vunnu teir 4-2 á FS Vágum, og klaksvíkingar eru framvegis á odda í 2. deild. Tvey mál komu í fyrra hálvleiki. KÍ átti bæði, og báðu ferðirnar var tað Sørin Petersen, sum skoraði. Dysturin [...] KÍ-brotsteigin. Eyðfinn Fjallsbak hevur fyrr í ár víst, at hann er vandamikil, tá fríspørk skulu takast, og hesaferð sendi hann bóltin upp um manngarðin og í málið til 2-1. Og nú fór at ganga skjótt millum
Men spurdur nærri ásannaði hann tó, at hann ivaðist í um bygdaráðini í Miðvági og Sandavági fóru at seta seg hendur í favn, skuldi tað hent, at fólkið í báðum, ella aðrari bygdini, søgdu nei til samanlegging [...] Fult av fólki varð møtt á borgarafundi í Giljanesi í gjárkvøldið, har ætlanin at leggja Miðvág og Sandavág saman í eina kommunu, var til umrøðu. Men spurningurin er, um tey vóru stórt klókari, tá ið tey [...] borgarstjórin í Miðvági, Napolion Magnussen og Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági løgdu bæði dent á, at endamálið við fundinum var at kunna um vegleiðandi fólkaatkvøðuna, sum skal vera í bygdunum báðum
mentan. Landsstýrismaðurin í barnamálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur gjørt av at seta tilboð á stovn í Føroyum til hesi børnini. Eykajáttanin er til 1. viðgerð í Løgtinginum í dag, og væntandi er breið [...] veikastu børn av landinum. Tað var í sambandi við løgtingsvalstríðið, at eg fekk innlit í hendan myrka blett í okkara samfelag – hóast ræðandi tølini hava ligið alment frammi í áravís á heimasíðuni hjá Barn [...] kallaðist tá. Bara orðið “åndsvag” er óbehagiligt at siga hart í dag. Eisini føroyingar blivu sendir niður á stovn, tí ser- og “åndsvage”forsorgin í Føroyum var donsk. Hetta er ein myrkur blettur í okkara søgu
kanska hevur fingið fatan av. TELT: Telt var annars orðið, eg skrivaði um, ikki vík! Royndi at fáa fólk / fjølmiðlar at brúka tað vakra, føroyska orðið, TJALD! E.S.: Takk fyri málstuðulin, Kai! E.E.S.: [...] góðtikið tað, sjálvt um tað ikki er rætt eftir mállærureglunum. Hatta essið er annars at finna bæði í orðabók og atlasi, sum tey flestu helst munnu vita. HÚSAVÍKARBRØV og HOYVÍKSHÓLMUR: Lat ongan iva vera [...] líkar hava sjálvandi eisini loyvi til at siga / skriva húsavíkarbrøv, víkarbyrgisfólk (trý navnorð í einum), undirgrundaravtala og Sálarbótará, sum eru vakrari og rættari sambært mállærureglum!! Sunnan