Samferðsla
Tað er ikki oftað, at fráfarni Landsverkfrøðingurin, Henning Jacobsen, hevur sagt sína meining um ætlanina at gera undirsjóvatunnil undir Vestmannasund.
Landsverkfrøðingurin slapp ikki at gera arbeiðið. Ístaðin varð alment partafelag stovnað, sum skuldi standa fyri arbeiðnum, sum síðani var boðið út.
Men í frágreiðing síni til Løgtingsins Umboðsmann í sambandi við klaguna um, at hann varð koyrdur frá sum Landsverkfrøðingur-og ikki fekk starvið aftur, hevur hann kortini nakrar fáar metingar um undirsjóvartunnilin
Í frágreiðingini til Løgtingsumboðsmann, sigur Henning Jacobsen:
Havi einaferð í sambandi við Vágatunnilin roynt at finna út av, hvat ið verður lagt í orðið rationalisering.
Landsvegakervið er 463 km til longdar herí 14 tunnlar (27km). Raksturin kostar einar 46 mió. kr um árið og verða her koyrdir umleið 140 mió. km hvørt ár. Kostnaðurin er sostatt 100.000 krónur fyri hvønn kilometur av vegi og 33 oyru fyri hvønn koyrdan km.
Fyri Vágatunnilin verður roknað við einum rakstrarkostnaði uppá 7 mió. kr um árið. Og tá ið longdin er 7 kilometrar, gevur hetta 1 mió. krónur fyri hvønn kilometur.
Við bummpengum er tað helst áleið at meta ferðsluna tey fyrstu árini til einar 600 bilar um samdøgurið. Tað vil siga, at her verða koyrdir um 1,5 millión ir kilometrar um árið, og er tá lætt at koma til, at hetta gevur ein rakstrarkostnað uppá 4,67 krónur fyri hvønn koyrdan kilometur.
? Á henda hátt verður eitt alment ?vesin? skift út við eitt annað av sama slagi og vit fáa møguliga fleiri. Munurin er bara at hetta kostar 10 ferðir so nógv, sigur fyrrverandi Landsverkfrøðingurin.
? Grundgevingarnar kunnu verða so mangar, men at kalla tað rationalisering ber illa til, leggur hann afturat.










