? Vit hava tikið eina avgerð og hana hava vit ikki broytt enn.
Hørðu atfinningarnar ímóti leiðsluni í P/F Vágatunlinum seinastu dagarnar, hava ikki fingið hana at broyta støðu.
Tað eru bæði fakfólk, feløg og politikarar, sum hava funnist at P/F Vágatunlinum tí at ætlanin er at lata J&K Petersen fáa arbeiðið at gera vegirnar til undirsjóvartunnilin, hóast Byggitek hevði lægsta boð.
Klæmint Weihe, formaðurin í nevndini fyri P/F Vágatunlinum, sigur, at enn er onki komið fram, sum hevur sannført teir í, at tað ikki var rætt at taka J&K Petersen framum Byggitek.
Hann sigur, at útfrá eini heildarmeting er tilboðið hjá J&K Petersen tað besta fyri Vágatunnilin.
? Og enn er onki nýtt komið fram, sum broytir ta niðurstøðuna.
Hann sigur, at hann kann ikki greiða frá smálutum í teirri heildarmetingini, tí so noyðist hann at greiða frá innanfelags upplýsingum, sum byggifeløgini hava givið Vágatunlinum. Og tað ger hann ikki, tí slíkir upplýsingar eru sjálvandi givnir í trúnaði og tað er at ganga byggifeløgunum ov nær at fara víðari við teimum.
Hann leggur tó dent á, at fyribils er bara talan um samráðingar við J&K Petersen og at enn er ongin avtala gjørd um nakað sum helst.
Onki ólógligt
Tað hevur eisini verið ført fram, at framferðin hjá P/F Vágatunlinum er beinleiðis ólóglig.
Eitt nú verður sagt, at í innbodnari útbjóðing er tað beinleiðis ólógligt at samráðast við næstlægsta tilboð og at gera tær uppstillingar og metingar av tilboðunum, sum Vágatunnilin hevur gjørt í hesum førum.
Men eisini hesum vísir Klæmint Weihe frá sær.
? Tað hava vit spurt okkum fyri hjá sakførara okkara, Magnusi Petersen og hann metir ikki, at nakað sum helst ólógligt er farið fram.
?Og eina uppstilling yvir tilboðini hava vit sjálvsagt loyvi at gera.
Nevndarformaðurin sigur, at tá ið arbeiðið varð boðið út, tilskilaði Vágatunnilin sær rætt til at velja og vraka ímillum boðini, so har er ongin ivi.
? Tí stendur tað okkum púra frítt fyri at taka av tí tilboði, vit vilja. Ongin kann áleggja okkum at taka av lægsta boði. Tað mest vanliga er, at tikið verður av lægsta boði, men tað kemur eisini meiri enn so fyri, at lægsta boð verður vrakað. Tað eru eisini fleiri dømi um, at tað er hent í Føroyum.
Klæmint Weihe vil tó ikki nevna nøkur dømi, ella um hesi dømi eru endað við endurgjaldskravi.
Byggitek førir fram, at eftir lógini um útbjóðing er tað bara lægstbjóðandi, sum kann lækka sítt tilboð. Tað kunnu hinir tilboðsgevararnir ikki gera?
? Tað er púra rætt. Tær spælireglarnar eru púra greiðar.
? Men vit hava heldur ikki lækka nakað næstlægsta boð tí tað vita vit, at vit hava ikki loyvi til.
? Tá ið tilboðini vóru komin inn, var støðan tann, at í teimum vanligu tilboðunum var Byggitek lægst.
? Byggitek var eisini lægst í teimum alternativu tilboðunum, har ymsar reguleringar vóru gjørdar.
? Men harafturat hevði J&K Petersen eitt fast boð upp á 23,3 milliónir.
? Tað skal sláast fast, at Byggitek hevði lægsta boð. ? Men boðið hjá Byggitek var bara 600.000 krónur lægri enn tað fasta tilboðið hjá J&K Petersen.
? Men eitt er útbjóðingin, eitt annað eru tær metingar, sum byggiharrin má gera sær aftaná. Og í hesum førum er so lítil munur á teimum báðum lægstu tilboðunum, at tað eru allar grundir hjá okkum til eisini at kanna næstlægsta tilboð út í æsir.
? M.a. verða vit noyddir at meta um, hvøn ntýdning tað kann fáa, at J&K Petersen hevur givið eitt fast boð.
? At J&K Petersen hevur givið eitt fast boð, merkir, at byggifelagið ikki kann taka eitt oyra eyka, um arbeiðið verður meiri umfatandi, enn upprunaliga mett. ? Tað kann t.d. vera, um tað verða størri nøgdir av tilfari at flyta, enn upprunaliga mett
? Tað merkir sostatt, at vágin verður fluttir frá okkum, yvir á J&K Petersen.
Klæmint Weihe sigur, at royndir frá øðrum byggiætlanum vísa, at tað vanliga stendst meiri arbeiði av slíkum, enn upprunaliga mett, kanska 5-10% ella onkuntíð meiri.
Men viðhvørt halda metingarnar sjálvsagt eisini og viðhvørt er tað minni.? Men óvissan er rættiliga stór og fyri at gera so varisligar metingar, sum gjørligt, hava vit lagt 5% afturat, og tað er tað, at tilboðið hjá J&K Petersen verður heldur bíligari enn tað hjá J&K Petersen.
? Og í einum slíkum arbeiðið er tað skjótt, at tað kann ganga 600.000 hvønn vegin. Og tá ið vit so tóku aðrar metingar við, eitt nú fíggjarliga styrki, tekniskan førleika, nøguleikarnar at gera arbeiðið liðugt til tíðina, o.a., eru vit komin til ta niðurstøðu, at tilboðið hjá J&K Petersen er tað besta fyri okkum, sigur Klæmint Weihe.
? Hetta er ein meting, sum vit hava gjørt oghetta hevur onki at gera við tað, at vit hava samráðst lægsta boð longur niður og hetta hevur onki at gera við tað, at vit royna at koma uttanum, at Byggitek hevur lægsta boð, tí tað hava teir.
Landsverkfrøðingurin kennir onki til, at J&K Petersen hevur givið eitt fast boð. Er hetta nakað, sum er hent í samráðingunum, ella var tað við, tá ið tilboðini vórðu latin upp?
? Hetta er ikki hent í samráðingunum. Tað fasta tilboðið var eitt av teimum, sum J&K Peterse læt inn í sjálvari útbjóðingini.
Ikki verið negativir
Annars hevur Klæmint Weihe ikki stórvegis viðmerkingar til, at enntá Føroya Handverksmeistarafelag Meistarafelag metir framferðina at verða undir alt lágmark.
Eitt nú sipar Meistarafelagið til, at Vágartunnilin ikki fylgir tilmælinum frá sínmum egna ráðgevara, sum er Landsverkfrøðingurin, tí hann mælti til at lata Byggitek fáa arbeiðið.
?Ein ráðgevari skal veita ráð. Men tað er ongin treyt, at ráðini skulu fylgjast, sigur Klæmint Weihe.
? Og tað kunnu vera at tað eru upplýsingar, sum eru komnir fram, eftir at tilboðini vórðu latin upp, og eftir at Landsverkfrøðingurin hevði gjørt sítt tilmæli, ið hava sannført okkum um, at J&K Petersen hevur tað besta tilboðið samanumtikið, sigur hann.
Hann vísir eisini skuldsetingini frá Meistarafelagnum frá sær, um, at við síni framferð hevur leiðslan í P/F Vágatunlinum hevur skatt umdømið hjá Byggitek.
Eitt nú verður hugsað um útalilsið um, at J&K Petersen er sterkari fíggjarliga.
? Vit hava ikki uppá nakran máta úttalað okkum negativt um nakra fyritøku.
? Júst tað, hava vit verið sera varin við. Tí hava vit brúkt orðið heildarmeting, uttan at fara í smálutir um, akkurát, hvørji viðurskifti gera seg galdandi.
? Og roknskapirir hjá feløgunum eru almennir, so teir kann ein og hvør lesa og gera sær sínar metingar av.
? Men at onnur tulkað tað negativt, kunnu vit onki gera við.
Ikki góðkent áðrenn
Men varð Byggitek ikki mett og vigað frammanundan, so at tað var ?góðkent? áðrenn tað varð boðið upp í lisitatiónina?
? Tað er tað fyri so vítt ikki. Vit fingu eitt tilmæli frá Landsverkfrøðinginum um, hvørji feløg skuldi sleppa at bjóða upp á vegirnar og tí tilmælinum fylgdu vit.
? Og tá ið tilboðini verða latin upp, vísir tað seg, at serliga tvey tilboð eru áhugaverd at koma upp á tal at gera arbeiðið.
? Talan var um tilboðið frá Byggitek og tað frá J&K Petersen.
? Tí bóðu vit tey bæði feløgini um ymsar upplýsingar og teir fingu vit.
Klæmint Weihe sigur, at tað, hann kennir til, er tað ikki óvanlig mannagongd,at kanna feløgini við teimum áhugaverdu tilboðunum nærri, tí tann, sum skal hava arbeiðið, skal veita ymsar trygdir.
? Hetta er eitt arbeiðið, sum ofta ikki verður gjørt áðrenn arbeiðini verða boðin út, tí í hesum sambandinum er tað kanska neyðugt at kanna smálutir hjá øllum feløgunum, sum bjóða, og tað er óneyðugt.
? Vit hava bara tørv á at kenna umstøðurnar hjá teimum feløgum, sum hava tey áhugaverdu tilboðini.
Nevndarformaðurin sigur, at umframt tey fíggjarligu viðurskiftini, hevur tað eisini havt stóra ávirkan á avgerðina, at Byggitek hevði valt sær E. Pihl & Søn til samstarvsfelaga, sum skuldi hava ein rættiliga týðandi leiklut í arbeiðnum.
? Vit hava alla tíðina havt tað fatan, at politiskt var tað ynskiligt at brúka so nógva føroyska arbeiðsmegi sum gjørligt.
?Hesa fatanina fingu vit bæði á stovnandi aðalfundinum hjá P/F Vágatunlinum, umframt á fundinum við løgtingslimir og á fundinum við løgtingsins vinnunevnd.
? Tí gjørdu vit av at býta byggiætlanina sundur í tvey, so at sjálvur tunnilin var í einari útbjóðing og vegirnir í einari. Og vegirnir bjóðaðu vit bara út til føroyskar arbeiðstakarar, har sluppu útlendingar ikki upp í part.
? Og tað stríðir ímóti hesum málsetninginum, at Byggitek ætlar at hava Pihl & Søn til undirarbeiðstakara, sum skal gera ein munandi part av arbeiðnum.
Klæmint Weihe sigur, at tað er ein orsøk til, at J&K Petersen liggur best fyri at fáa arbeiðið.
Hann leggur afturat, at í hesum sambandinum verður E. Pihl & Søn í Føroyum ikki mettur at verða ein føroyskur arbeiðstakari, hóast felagið er skrásett her.
?Tí vórðu teir ikki bodnir uppí lisitatiónina-tað var við vilja, leggur nevndarformaðurin afturat.
Breyt tagnarskylduna
Kæmint Weihe dylir heldur ikki fyri, at hann er rættiliga ónøgdir við leiklutin hjá Landsverkfrøðinginum í hesum málinum.
?Landsverkfrøðingurin og Vágatunnilin hava gjørt eina skrivliga avtalu um vegagerðina. ? Eftir hesi avtaluni skuldi Landsverkfrøðingurin umboða okkum í sambandi við vegagerðina. ? Hetta er ein avtala, sum varð gjørd, áðrenn løgtingslógin um tunnilin varð samtykt og hon hevur púra onki at gera við tað eftirlit, sum Landsverkfrøðingurin skal hava av sjálvum tunnilsarbeiðnum.
? Í avtaluni, sum báðir partar hava skrivað undir, stendur eisini, at partarnir hava tagnarskyldu.
? Men tíverri má eg ásanna, at Landsverkfrøðingurin hevur brotið hesa tagnarskylduna, tá ið hann úttalar seg um málið í Sosialinum í seinastuni. Og tað er ómetaliga harmiligt, heldur Klæmint Weihe.
? Men tað er henda saman tagnarskyldan, sum forðar okkum í at fara í smálutir við teimum viðurskiftum, sum tilsamans gjørdu, at vit valdu tilboðið hjá J&K Petersen framum.
? Í hesi avtaluni stendur eisini, at Landsverkfrøðingurin skal í øllum førum seta seg væl og virðiliga inn í tilfarið, so at allir upplýsingarnir koma fram í tí tilmælinum, teir góvu okkum.
?Men tá ið Landsverkfrøðingiurin mælir til, at lata Byggitek, var tað neyðugt hjá okkum at útvega okkum fleiri upplýsingar fyri at kunna taka støðu til tilmælið.
? Landsverkfrðingurin hevði nevniliga ikki útvega teir neyðugu upplýsingarnar. Sostatt mugu vit staðfesta, at ráðgevingin frá teimum var ikki nøktandi.
?Tí gjørdu vit av at fara bæði til byggifelagið við lægsta og næstlægsta tilboðnum fyri at útvega okkum teir upplýsingarnar, sum ráðgevarin skuldi havt útvegað okkum.
Klæmint Weihe vísir eisini aftur pástandinum frá Byggitek um, at eisini Landsbyggifelagið hevur verið ein ráðgevari, sum hevur mælt til, at teir skuldu fáa arbeiðið.
? Tað er ikki rætt, Landsbyggifelagið er ikki við í hesum. Tað er Landsverkfrøðingurin, sum hevur gjørt tilmælið.
Onki politiskt trýst
Hann sigur, at síðani byrjað varð uppá hesa verkætlanina, hevur vágatunnilin ongantíð havt samband við politiska valdið og hevur ongantíð merkt nakra politiska uppílegging.
? Og vit hava heldur ongi politisk harraboð fingið, nú tað er blivið politiskt rumbul burturúr hesi útbjóðingini, sigur Klæmint Veihe.
Hann sigur tó, at teir hava fingið boð um at tosa við Byggitek, men tann fundurin kann í fyrsta lagi ikki vera fyrrenn í næstu viku, tí hesa vikuna er stjórin fyri P/F Vágatunnilin burturstaddur.
Ætlandi skuldi fundurin við Byggitek longu havt verið fríggjadagin, men hann var av ongum, tí Meistarafelagið noktaði limum sínum at samráðast við okkum, sigur Klæmint Weihe.
Heldur tú, at tann fundurin fer at broyta nakað?
?Tað vita vit ikki. Tað kann vera, at upplýsingar koma fram, sum vit ikki hava havt áðrenn og sum gera, at fortreytirnar broytast.