Vágbingur strandaður millum Korea og Fiji

– Hetta er sjálvandi eitt sindur øðrvísi, sigur Conrad Gaard Joensen, sum ikki sleppur í land enn

Nógvir sjómenn eru í skrivandi stund ávirkaðir av koronastøðuni. Ein teirra er 58 ára gamli vágbingurin Conrad Gaard Joensen, sum 11. januar mynstraði umborð á tangabátinum Laperhouse í Mexico.

Upprunaliga ætlanin var, at hann skuldi vera til sjós í átta vikur, men hann er ikki komin heim aftur enn. Hann hevur verið úti í góðar fýra mánaðir, og í løtuni eru hann og restin av manningini strandaðir millum Korea og Fiji. Manningin sleppur ikki í land, og nýggj manning sleppur ikki umborð orsakað av koronastøðuni.

DR.dk hevur fingið orðið á vágbingin í grein, har tað verður upplýst, at umleið 1.600 danskir sjómenn eru strandaðir. 

– Hetta er sjálvandi eitt sindur øðrvísi, og tað byrjar at blíva eitt sindur trivielt, sigur hann við DR.

Hann vísir á, at teir ikki hava nakra hóming av, nær teir sleppa heim aftur.

– Um tað er um 14 dagar, fýra mánaðir ella eitt hálvt ár. Vit ána tað ikki, sigur Conrad.

Les alla greinina um Conrad Gaard Joensen og restina av manningini umborð á Laperhouse HER.