Eyðun á Borg
Hvør fer skeivur,Arni?
Tú skrivar: -- undarligur tvídráttur, serstakliga um kvennkynsorðið, vík, og síðani: --báðir partar fara skeivir!
Nú skrivar tú næstan sum ein argur skúlalærari.
Nei, tú, hvørgin partur fer skeivur!!
“Hin” parturin hevur loyvi til at siga Teltavíks-, eg meini Tjaldavíkshólmur, tí málsliga siðvenjan hevur góðtikið tað, sjálvt um tað ikki er rætt eftir mállærureglunum. Hatta essið er annars at finna bæði í orðabók og atlasi, sum tey flestu helst munnu vita.
HÚSAVÍKARBRØV og HOYVÍKSHÓLMUR:
Lat ongan iva vera um, at ein hálvgamal føroysklærari við ættarbondum úr Húsavík og Hoyvík kennir Húsavíkarbrøvini og sjálvandi eisini úttaluna av Hoyvíkshólmi og Hoyvíksfles!!
SÁLARBÓTARÁ og UNDIRGRUNDARAVTALA:
Eg og mínir líkar hava sjálvandi eisini loyvi til at siga / skriva húsavíkarbrøv, víkarbyrgisfólk (trý navnorð í einum), undirgrundaravtala og Sálarbótará, sum eru vakrari og rættari sambært mállærureglum!!
Sunnan fyri Argir hava vit Sálarbótará. Soleiðis hevur hon altíð itið!
Ein kendur málfrøðingur bað einaferð fjølmiðlafólk siga / skriva : undirgrundaravtala, ikki –grunds!
Annars havi eg ikki skrivað eitt orð um, at “hin” parturin ikki kann siga Tjaldavíkshólmur, sum onkur kanska hevur fingið fatan av.
TELT:
Telt var annars orðið, eg skrivaði um, ikki vík! Royndi at fáa fólk / fjølmiðlar at brúka tað vakra, føroyska orðið, TJALD!
E.S.: Takk fyri málstuðulin, Kai!
E.E.S.: Oyggjaleikafólkini (ikki leiks)! Hjartaliga til lukku við stóra bragdinum!
AB-kvinnur/gentur! Hjartaliga til lukku við steypinum!
Reyði drekin! Hjartaliga til lukku við føroyameistaraheitinum!
Við málfrøi.










