- Hetta er ein serlig løta fyri okkum

Formula er nominerað til virðislønina “HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER 2025”, sum verður latin á HPE Awards

Tíðindaskriv:

 

HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER er ein virðisløn, sum heiðrar samstarvspartnarar hjá Hewlett Packard Enterprise (HPE), ið hava skapt veruligt virði við nýhugsan, strategiskari tilgongd og við at flyta mørkini fyri, hvussu HPE-loysnir verða nýttar í veruligum rakstri.

 

Virðislønin verður givin til fyritøkur, sum:

 

* hava tikið nýggj ella øðrvísi stig við HPE-tøkni,

 

* hava gjørt mun hjá kundum við framkomnum og burðardyggum loysnum,

 

* og hava víst dirvi, nýhugsan og førleika at seta loysnir í rakstur, sum skapa ítøkiligar broytingar. 

 

Formula – undangonguvirki á sínum øki 

 

Formula hevur seinastu árini styrkt sína støðu sum eitt av fremstu tøknifyritøkunum á sínum øki. Í 2024 varð Formula bæði nominerað og vann heiðurin HPE Fighters, og í 2025 er fyritøkan aftur nominerað – hesaferð til Ársins HPE Game-Changer.

 

Henda tilnevning frá Hewlett Packard Enterprise er ein staðfesting av tí arbeiði, sum er lagt í at byggja burðardyggar, tryggar og framsøknar loysnir.

 

Ein fegin stjóri staðfestir:

 

- Hetta er ein serlig løta fyri okkum í Formula. Tilnevningin vísir, at okkara fokus á nýhugsan, kvalitet og kundavirði ger mun – eisini á altjóða støði.

 

Vinnarin av virðislønini - HPE ÅRETS HPE GAME-CHANGER - verður kunngjørdur fríggjadagin 30. januar 2026

 

##med2##