og at fáa fólk at skilja, hvussu heilsuskaðiligt tað er at roykja. Fáast fólk at skilja tað, verður tubbakk ikki ein vøra, sum tað ikki fæst fatur á. Tað verður ein vøra, eingin vil hava fatur á. Jákup N [...] tað er skaðiligt. Eingin grundgeving Nógv tvíhalda um, at fara fólk at gevast at roykja, verður tað eitt stórt, svart hol í landskassanum, tí roykjarar rinda so nógv í avgjaldi til almennu kassarnar. - [...] hugsjón, hvat royking viðvíkur. Hetta er eitt rák, sum eisini vindur upp á seg uttanlands tí fleiri lond hava nú beinleiðis sett árstal á, nær alt landið skal verða roykfrítt. Hetta er eisini eitt rák, sum
er ólólig. - Fólk blíva ofta ill og skilja ikki, hvør trupulleikin er, tá tey fáa eina slíka fráboðan, sigur Heri Mørkøre, og leggur afturat, at hetta bara vísir, hvussu óvitandi nógv eru á hesum øki. Alsamt [...] Alsamt fleiri fólk duga sera væl at leita á internetinum og skaffa sær upplýsingar um, hvørji sløg av heiligvági finnast. Men nógv eru als ikki greið yvir, hvørjar reglur eru galdandi á hesum økinum, [...] pínutablettir. Hetta eru bara nøkur av teimum evnum í pakkum, sum tey á Postdeildini hjá Toll og Skatt í Havn javnan fáa hendur á. Slíkar bíleggingar eru ikki bara ólóligar. Tá ongin trygd er fyri, at
serlig gáva frá tær mamma. Á blindastovninum treivst tú ógvuliga væl og tú tosaði um, hvussu góð tey vóru við hvønn annan. Stovnurin var títt hjartamál, men tíverri eru nógv fólk har slóknað ta seinastu tíðina [...] tosaði tú nógv um teir. Tú og babba vóru nógvar túrar saman og onkuntí eisini við bili, tit bæði høvdu tað gott saman og vóru altíð góð við hvønn annan. Altíð ringdi tú at spyrja um, hvussu vit høvdu tað [...] eina dýrabara mammu og eina megnarkvinnu. Nú ert tú farin heim til Harran, sum tú altíð minti okkum á at minnast og at lesa um og hevur tín trúgv sermerkt okkum øll. Í aug., tá tú fylti 75 ár, fóru tú og
merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið [...] Havn, í elstu tíðum á Tinganesi, seinri á øðrum støðum, var í fyrstuni vígt av Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi. Enn verður løgtingið sett Ólavsøkudag á hvørjum ári og fær vígslu [...] fyri alt fólk okkara bæði kirkjuliga og tjóðskapliga. "Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnunum hjá Ólavi kongi á Stiklastøðum. Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit
Jónsson, Jákup Mikkelsen og Julian Johnsson eru ikki á listanum. Teir venja nógv og miðvíst í feløgunum, og teir skulu á venjingarlegur suðuri í Europa stutt undan, at tað verður farið undir aftur lands [...] hevur verið fastur fúsur á landsliðnum hesi seinnu árini, umboðandi TB og so B36. Í ár skal hann spæla við TB, og í fyrstu atløgu í hvussu so er ætlar hann sær ikki at spæla á landsliðnum. Hann hevur ikki [...] kostaði mær plássið á ferðini, hevur venjarin sagt mær. Hann bað meg annars dríva á og gav mær góðar vónir, greiðir Símun Eliasen frá úr Århus. Ungu menninir Tríggir spælarar, sum ikki vóru nógv við í ferðalagnum
útvarpinum, tí tað eru so nógv har norðuri, sum eg ikki kenni, og kanska lívgi eg hann eisini á hesum økinum, tá ið hann stendur fastur, men tað man vera sjálvdan. Og vit tosa nógv um hvør man roynast frægast [...] Leygardagin fyllir fuglfirðingurin Óli Jacobsen hjá Meinhardi á Gulldrangi 60 ár. Pundini tyngja hann ikki, hann er lættur upp á bein, og tú sær hann dagliga ganga túr við hundi sínum Max, ein øgiligur [...] systurdóttrini Hildigun og manninum Agnar, tey búgva røttu megin í Ovarugøtu í býlinginum Inni á Gøtu, á gomlu torvheiðunum í Hoyvíkshaganum. Og var hann býarmynd í Fuglafirði, so er hann tað eisini í
verið revsaðir á sama hátt. - Tað komu ov nógvar útmeldingar. Og nógvir fundir og ov nógv tos og útmeldingar um sáttmálar, avtalur, fólkaatkvøðu og annað ? men eingin endalig loysn, vísir hann á. Enn hevur [...] Eg eri púra avkláraður. Púra avkláraður. Hetta var tað, eg hevði væntað, og tí kemur tað ikki óvart á. Á gólvinum standa fullu flytieskjurnar, sum Óli Breckmann bað um áðrenn valið týsdagin. Hann visti, [...] vit fyrstu ferð sóu, hvussu trupul Nyrup var at fáast við. Høvdu vit gjørt tað og so lækka blokkin longu 1. januar í ár, so hevði støðan sæð eitt sindur øðrvísi út. Tá høvdu fólk sæð, at landið fór ikki
Eirikur Lindenskov Nógv fólk var komið saman í blaðhúsinum á Argjum seinnapartin í gjár, tá móttøka var fyri listamanninum, teknaranum Óla Petersen. Tað eru 10 ár síðani, at Óli P gjørdist fastur blaðteknari [...] "framleiðsluna" hjá teknaranum á eini og somu framsýning. Framsýningin er opin leygardagin og sunnudagin eisini. Eftir at Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri hevði greitt frá, hvussu samstarvið við teknaran kom [...] kom í lag fyri meira enn 10 árum síðani og hvussu tað var víðkað - og hann takkaði teknaranum fyri sítt íkast til samfelagskjakið í Føroyum - tók stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, orðið. Eftir
Nógv fólk hava givið til kennar, at blaðið er nógv saknað av teimum, sum lósu tað. Blaðið hevði eitt fjølbroytt innihald, og millum tað best umtókta tilfarið var ein fastur siðsøguligur táttur, har [...] eitt langt lív á sjónum, har hann eisini greiðir frá lívinum heima, í FF-blaðnum. Frásøgnin er merkt av einum ótrúligum minni, sum veruliga gevur okkum eina livandi mynd av, hvussu nógv tilveran er broytt [...] har serligur dentur varð lagdur á frásøgur um lívið hjá føroyingum, sum tað hevur verið í farnum døgum. Fyrst og fremst hevur verið talan um at lýsa viðurskifti hjá fiskimonnum og teirra heimum. Men
navnatilfari um fólk sum fylla runt og minningarorð. Vit á blaðnum hava merkt, at stórur áhugi er fyri tilfarinum, sum Óli skrivar. Hann kennir nógv fólk og hevur eina stóra vitan um fólk í øllum landinum [...] . Tað er ein fongur fyri okkum sum tjóð at hava slík fólk ímillum okkum sum við orðum og myndum kunnu siga okkum, hvussu fólk hava búleikast her á oyggjunum gjøgnum tíðirnar. Sosialurin hevur fingið eina [...] hann byrðaði á Sosialinum fyri góðum hálvum øðrum ári síðan, hevur hann skrivað umleið 140 síður við sínum føstu greinum: ”Miðvikan”, við søguligum tilfari, og ”Hendur ið sleptu”, ið er um fólk sum eru grivin