Fólkatingsval
- Eg eri púra avkláraður. Púra avkláraður. Hetta var tað, eg hevði væntað, og tí kemur tað ikki óvart á.
Á gólvinum standa fullu flytieskjurnar, sum Óli Breckmann bað um áðrenn valið týsdagin. Hann visti, at hann kundi fáa brúk fyri teimum og bað um tær í góðari tíð. So vóru tær har, um veljarakanningarnar fingu rætt, og Fólkaflokkurin misti sína umboðan í Fólkatinginum.
Sum kunnugt fingu veljarakanningarnar rætt. Fólkaflokkurin varð revsaður fyri sína ikki heilt greiðu støðu støðu í fullveldismálinum, og Óli Breckmann noyddist fríggjadagin at pakka flytieskjurnar í staðin fyri at lata tær tómar inn aftur.
Men leiðin út av Christiansborg tykist honum ikki tung. Hann er sum vant í góðum lag. Situr við skrivaraborðið og greiðir frá við stórari sigar í høgru hond. Sloyfan er sjálvandi eisini har, og hon situr, sum hon skal.
Aftanfyri hann hanga myndir av øllum fólkatings- og landstingslimunum, sum hava umboðað Føroyar higartil. Teir vita helst, hvussu Óli Brecmann hevur tað ? eru allir fyrrverandi eins og Óli Breckmann hevur verið síðani týsdagin. Myndin av honum sjálvum er eisini har ? niðast til høgru. Nú er hann enn ein í røðini av fyrrverandi fólkatingslimum. ? So manglar bara Jóannes Eidesgaard, sigur hann.
Fullveldið hevur skyldina
Óli Breckmann situr ikki og grunar yvir, hví veljarin gav honum durafjórðingin hesuferð. Sum hann sjálvur sigur, so er hann avkláraður við støðuna og liggur ikki svøvnleysur um næturnar. Orsøkin er púra greið.
- So leingi sjálvstýrismálið liggur og esjar, líður Fólkaflokkurin undir tí, sigur hann. Eftir næstan fýra ár í landsstýrinum hevur samgongan enn ikki loyst fullveldis- ella sjálvstýrismálið, og hetta svíður Fólkaflokkurin fyri. Veljararnir hjá flokkinum eru býttir upp í tveir bólkar: Teir, sum halda tað ganga ov skjótt, og teir, sum halda tað ganga ov seint. Nógvir teirra, sum halda tað ganga ov seint, rýmdu úr flokkinum hesuferð. Teir atkvøddu fyri Tjóðveldisflokkinum í staðin. Og fleiri teirra, sum halda tað ganga ov skjótt, settu krossin við Sambandsflokkin hesuferð.
Politiski veruleikin
- Trupulleikin er, at vit ikki hava ein nýggjan politiskan veruleika. Við seinasta fólkatingsval høvdu vit ein annan politiskan veruleika ? tá gekk tað. Vit fingu mannin. Við seinasta løgtingsval fingu vit ein nýggjan politiskan veruleika, men trupulleikin er, at hesin er ikki broyttur síðani. Tað er framvegis sjálvstýrismálið, sum er ovast á politisku dagsskránni, og so leingi tað ikki er loyst, hava vit hendan sama politiska veruleikan. Ikki fyrrenn hann er broyttur, kann okkara flokkur gera sær eina vón um at koma aftur.
- Javnaðarflokkurin er í somu støðu, vísir hann á. Fyri Javnaðarflokkin er støðan ikki líka ring, men tað er sami trupulleiki. Veljararnir savnast um mótpolarnar Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin, so leingi stríð er um framtíðar støðu Føroya.
Stúrir fyri løgtingsvalinum
Útlitini fyri, at sjálvstýrismálið er endaliga loyst áðrenn næsta løgtingsval, eru smá. Tí stúrir Óli Breckmann fyri gongdini til komandi val. Óttin fyri, at flokkurin enn einaferð verður revsaður, hongur sum ein støðug hóttan yvir Fólkaflokkinum.
- Vit skuldu vent skútuni tíðliga í fjør. Eftir at vit fyrstu ferð sóu, hvussu trupul Nyrup var at fáast við. Høvdu vit gjørt tað og so lækka blokkin longu 1. januar í ár, so hevði støðan sæð eitt sindur øðrvísi út. Tá høvdu fólk sæð, at landið fór ikki um koll, hóast blokkurin varð lækkaður, og vit høvdu ikki verið revsaðir á sama hátt.
- Tað komu ov nógvar útmeldingar. Og nógvir fundir og ov nógv tos og útmeldingar um sáttmálar, avtalur, fólkaatkvøðu og annað ? men eingin endalig loysn, vísir hann á. Enn hevur hann eins og Anfinn Kallsberg eina vón um, at sjálvstýrismálið skjótt verður loyst. At Føroyar og Danmark gera eina avtalu, sum ber langt fram í tíðina, og har miðjan í føroyskum politikki er við so ella so. Men at tað verður trupult, veit Óli Breckmann helst líka so væl sum flestøll onnur.
Eingin verri enn Nyrup
- Fogh kann ikki blíva verri enn Nyrup, sigur Óli Breckmann um nýggja borgarliga forsætisráðharran í Danmark. - Tí er tað harmiligt, at eg ikki sleppi at virka fyri einari loysn frá fólkatingsins røðarapalli.
Uppgávurnar á Fólkatingi letur hann upp í hendurnar á Høgna Hoydal og varamaninum Torbjørn Jacobsen og Lisbeth L. Petersen.
At tey koma at geva eina aðra mynd av Føroyum enn hann sjálvur hevur gjørt, ivast hann ikki í. ? Tað verður myndin av Føroyum sum ávikavist eitt galihús og eitt ørmundarhús. Ikki nøkur vøkur mynd, sigur Óli Breckmann at enda.
Hann fer nú heim til Føroya at taka sær av arbeiðinum í løgtinginum. Men hann sigur ikki Fólkatinginum eitt endaligt farvæl. ? Um fýra ár komi eg aftur. Tað eri eg vísur í, og tí fari eg at arbeiða fyri, sigur Óli Breckmann, sum náddi at gerast ein tann mest royndi yvirhøvur av teimum 179 fólkatingslimunum.