Óli er kendur sum fakfelagsformaður, politikari og søguskrivari. Hann er ein sera vitandi, arbeiðssamur og eldhugaður maður. Hann er ein sonn drívmegi og er altíð opin fyri nýggjum hugskotum.
Síðan hann byrðaði á Sosialinum fyri góðum hálvum øðrum ári síðan, hevur hann skrivað umleið 140 síður við sínum føstu greinum: ”Miðvikan”, við søguligum tilfari, og ”Hendur ið sleptu”, ið er um fólk sum eru grivin í gamla kirkjugarði í Havn,
umfarmt hópin av navnatilfari um fólk sum fylla runt og minningarorð.
Vit á blaðnum hava merkt, at stórur áhugi er fyri tilfarinum, sum Óli skrivar. Hann kennir nógv fólk og hevur eina stóra vitan um fólk í øllum landinum og eisini nógvum føroyingum sum búgva uttanlands.
Tað er ein fongur fyri okkum sum tjóð at hava slík fólk ímillum okkum sum við orðum og myndum kunnu siga okkum, hvussu fólk hava búleikast her á oyggjunum gjøgnum tíðirnar. Sosialurin hevur fingið eina heilt nýggja dimensión, síðan Óli bleiv knýttur at blaðnum.
Óli er giftur Kirstin, f. Nielsen, av Eiði. Tey eiga fýra børn: Linda, Kári, Óli Jákup, og Tróndur. Óli og Kirstin fylla sama dag, so vit ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku við føðingardøgunum, sum verður hildin saman við familjuni.
Heilsan
Starvsfólkið á Sosialinum