Ólógligt at selja tubbak í Føroyum um nøkur ár

ROYKING Tað skal verða banna at selja sigarettir í Føroyum, heldur formaðurin í Krabbameinsfelagnum

- Um nøkur ár eigur tað at verða bannað at selja tubbak í Føroyum.
Tað heldur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum.
Sostatt tekur hann undir við Pál Weihe, formanni í Fólkaheilsuráðnum, sum segði í Sosialinum herfyri, at vit eiga at hava eina null hugsjón, hvat royking viðvíkur.
Hetta er eitt rák, sum eisini vindur upp á seg uttanlands tí fleiri lond hava nú beinleiðis sett árstal á, nær alt landið skal verða roykfrítt.
Hetta er eisini eitt rák, sum teir myndugleikar í Føroyum, sum hava við fyribyrging at gera, taka undir við.
- Vit taka undir við øllum átøkum, sum kunnu fyribyrgja royking, so einfalt er tað, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum.
Hann sigur, at sostatt tekur felagið eisini undir við, at vit beinleiðis seta eitt árstal á, nær allar Føroyar skulu vera roykfríar.
- Tað gera vit heilt avgjørt, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum.

Eitt felags mál
Fólkaheilsuráðið leggur stóran dent á at fyribyrgja royking og í tí sambandi hevur ráðið sett sær sum má, at ongin, sum er føddur eftir 2000, skal fara at roykja.
- Hetta er heilt avgjørt eitt gott mál at seta sær og tað taka vit fult undir við, sigur Jákup N. Olsen.
Hann sigur, at sjálvandi gerst tað ikki eftir einum ári, at ein heil tjóð verður roykfrí.
- Tað, sum skal til, er, at allir myndugleikar, sum vara av málinum, semjast um, at hetta er málið og at tubbak verður bannað um nøkur ár.
- Tað einasta rætta er, at fyribyrgjandi myndugleikar og politiski myndugleikin taka lógvatak saman og staðfesta, at hetta er málið.
- Og so má arbeiðast fram ímóti tí við miðvísari og áhaldandi upplýsing.
Jákup N. Olsen ásannar, at tankin um eina roykfría tjóð, kann vera ringur at venja seg við.
- Men skjótari tankin verður fostraður, skjótari er at venja seg við hann, leggur hann afturat.

Ein vil hava tubbak
Formaðurin í Krabbameinsfelagnum heldur, at verður rætt og miðvíst farið fram,
Fer eitt tubbaksforboð ikki at elva til smugling í stórum stíli og einum blómandi svørtum marknaði fyri sigarettum, sum nøkur stúra fyri.
- Eg haldi, at kynstrið er at upplýsa og at fáa fólk at skilja, hvussu heilsuskaðiligt tað er at roykja.
Fáast fólk at skilja tað, verður tubbakk ikki ein vøra, sum tað ikki fæst fatur á. Tað verður ein vøra, eingin vil hava fatur á.
Jákup N. Olsen ivast í um tað krevst so nógvur peningur til at fáa fólk at ásanna heilsuvandan.
- Um so er, at hvør myndugleiki, sum varar av økinum, ger sítt við tí játtan, sum er til taks, ivist eg ikki í, at tilsamans hevði tað rokkið rættiliga langt.
- Tá ið vit tosa um fyribyrging, er royking altíð tað fyrsta, sum kemur okkum til hugs, tí tað er skaðiligt.

Eingin grundgeving
Nógv tvíhalda um, at fara fólk at gevast at roykja, verður tað eitt stórt, svart hol í landskassanum, tí roykjarar rinda so nógv í avgjaldi til almennu kassarnar.
- Tað er eitt sjónarmið, vit hoyra ofta. Men eg haldi, at tað hevði verið uppá sítt pláss at onkur fór at kanna, um tað veruliga er so, ella um hetta bara er ein seiglívað myta.
- Tað kann vera, at roykjarar leggja nógv avgjald í landskassan. Men heilsuverkið hevur so sanniliga eisini ovurstórar útreiðslur av at viðgerða roykjarar. Harafturat missir samfelagið stór virði, tí roykjarar eru sjúkir eru sjúkrameldaðir, doyggja ov tíðliga og framleiða sostatt minni til samfelagið.
- Men harafturat kemur so lívsdygdin, sum mangan er vánalig hjá roykjarum, tí teir eru so sjúkir – og so ikki um at tala tann trega tað voldir familjum hjá roykjarum, at teir eru sjúkir og doyggja ov ungir.
- Tað er ikki ein tann einasta góð grundgeving fyri at varðveita roykingina, heldur Jákup N. Olsen.