Óli roynir at hanga í

Tað er lítið sannlíkt, at Óli Johannesen seinnapartin í dag verður ímillum teir fyrstu ellivu í Brøndby

Startskotið í superliguni verður seinnapartin í dag. Brøndby fær vitjan av felagnum hjá Óla Johannesen. At dysturin er framskundaður kemst av, at Brøndby skal vera væl fyri, tá teir mikukvøldið fáa vitjan av íslendska KR.

Óli Johannesen vandi í gjár við 1. deildarhópinum hjá AGF. Tá vit frættu úr Århus var ikki greitt, hvussu hópurin hjá AGF fór at síggja út. Tað lá tó í kortunum, at Óli neyvan verður ímillum teir fyrstu ellivu, og tað var ivasamt, um hann slapp á beinkin.

AGF spældi síðsta leygardag venjingardyst ímóti AB. Dysturin var spældur í Norðurjyllandi. AB vann 2?1, og Óli Johannesen var ikki við í AGF hópinum. Hann spældi í staðin við næstbesta liðnum.

Ove Christensen, sum í eitt ár hevur vant danska U?18 landsliðið, er nýggjur venjari í AGF. Tá hann skrivaði sáttmála við AGF roknaði hann við, at teir fóru at keypa tveir ella tríggjar nýggjar stuðulsspælarar, men AGF fattast pengar, og tað hevur ikki verið møguleiki at keypt tað, sum venjarin hevði roknað við. Tveir spælarar eru komnir úr niðurflutta Vejle. Talan er um málverjan Erik Boye og Jens Madsen.

AGF hevur ynskt at minka um lønarútreiðslurnar. Níggju spælarar eru seldir úr felagnum, leigaðir til onnur feløg ella givnir, og tveir spælarar eru langtíðar skaddir.

Tað hevur ljóðað, at Óli Johannesen skuldi fara úr felagnum, men hann hevur higartil hildið seg til sáttmálan, og á venjingarvøllinum, har teir hava gjørt heilt nógv við tað, hevur hann lagt nógva orku í. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann er væl fyri, um hann fær møguleikan í AGF, ella um hann verður seldur ella leigaður til eitt annað felag.di - altso tað, sum vanliga verður kallað meira intellektuellar listarleiðir - tað síggja vit ikki so nógv til her í Føroyum, sigur Jens Frederiksen og leggur afturat, at enn verður føroysk list dominerað av ekspressionismu, ið er tengd at náttúruni.

- Tað er tann listarleiðin, ið enn fyllir mest í myndini av føroyskari list. Man kann so sjálvur grunda yvir hví so er, sigur Jens Frederiksen, formaður í dómsnevndini til ólavsøkuframsýningina og leggur at enda afturat.

- Men tað hendir nógv beint og nú, og um tíggju ár vænti eg, at alt sær nakað nógv øðrvísi út. frásagnirnar um øll tey undurverk, sum hendu, tá ið Ólavsøkan var hildin í dómkirkjuni í Niðarósi.


Mangt umskiftist, meðan stundir líða. Aðrar tíðir komu, og siðurin at halda Ólavsøku varð avlagdur allar staðir.

Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíðina og ger tað enn, og tað er her hjá okkum í Føroyum.

Ólavsøkan í Føroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hins heilaga. Hesir báðir høvuðstættirnir eru í Ólavsøku okkara: hon er ein tjóðskapligur samkomudagur og ein kirkjuligur hátíðardagur.


Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur.

Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara.

Ólavsøkan hevur hildið saman. Frá gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann týdningur kann illa metast, sum Ólavsøkan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft sín stóra týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, søgurnar, okkara heimligu siðir, alt okkara føroyska fólkalív.


Men uppi yvir øllum hesum stendur kirkjan. Ólavsøkudagur hevur allar tíðir verið ein kirkjuligur hátiðardagur.

Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla løgting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum á Tinganesi, seinri á øðrum støðum, var í fyrstuni vígt av Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi.


Enn verður løgtingið sett Ólavsøkudag á hvørjum ári og fær vígslu sína undir krossmerkinum.

Enn ganga tingmenn og prestar í skrúðgongu úr tingstovuni og innar í kór í kirkjuni og síðan aftur i tingstovuna.

Enn verður hvønn Ólavsøkudag hildin guðstænasta í Havnar kirkju, og prestarnir í oyggjunum skiftast um at prædika hvør aftan á annan ár eftir ár sum ein vitnisburður um, at eisini i kirkjuligum týdningi eigur at vera ein heild, ein felagsskapur.


Tá ið tað viðhvørt er skotið upp, at Ólavsøkan ikki átti at verða hildin bert í Havn, soleiðis sum siðurin allar tíðir hevur verið men eisini úti á bygdunum, so er hetta ein misfatan av sjálvum grundartankanum í Ólavsøkuni; tí at við tað at hon bert verður hildin á einum staði, stendur hon sum felagsmerkið og sameiningarfundurin fyri alt fólk

okkara bæði kirkjuliga og tjóðskapliga.

"Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnunum hjá Ólavi kongi á Stiklastøðum.

Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit sum eitt sameint fólk í trúskapi og samhuga røkja og verja land okkara, at krossurin má standa uppi yvir øllum starvi okkara, og at vit í øllum lutum verða leidd og stýrd av anda Krists.


J. Dahl