Óluva Hansen

Minningarorð

 

Ein heilsan til okkara høgt elskaðu mammu, sum sovnaði her úr fold annan sunnudagsmorgun í advent.

Vit systkini vilja altíð minnast teg, elskaða mamma, sum eina dýrabara mammu og eina megnarkvinnu. Nú ert tú farin heim til Harran, sum tú altíð minti okkum á at minnast og at lesa um og hevur tín trúgv sermerkt okkum øll.

Í aug., tá tú fylti 75 ár, fóru tú og babba uttanlands og aftur í okt., tá babba fylti. Hesar túrar vart tú so glað fyri og tosaði tú nógv um teir. Tú og babba vóru nógvar túrar saman og onkuntí eisini við bili, tit bæði høvdu tað gott saman og vóru altíð góð við hvønn annan.

Altíð ringdi tú at spyrja um, hvussu vit høvdu tað og spurdi eftir ommubørnunum, sum tú altíð nevndi við navni. Tú gloymdi ongantíð nakran og var altíð líka fitt og ófør til alt.

Fyri nøkrum árum síðani bleiv tú sjónveik og fór at arbeiða á blindastovninum. Har gekst tær væl at veva, tí hetta hveði tú ikki roynt fyrr. Mamma hevði vovið øllum ommudøtrunum toy til føroyskt skjúrt. Hetta er eitt serliga stórt minni at hava og ein serlig gáva frá tær mamma.

Á blindastovninum treivst tú ógvuliga væl og tú tosaði um, hvussu góð tey vóru við hvønn annan. Stovnurin var títt hjartamál, men tíverri eru nógv fólk har slóknað ta seinastu tíðina.

Nú er eitt stórt tómt pláss eftir teg, elskaða mamma, og ikki minst hjá tær, góði babba, sum var so serliga góður við mammu. Og ikki untist tykkum báðum ein serligan dag, sum skuldi verða um ein góðan mánaða.

Góði, elskaði babba, vit hugsa nógv um teg og má Gud vera hjá tær og styrkja teg í stóru sorgini.

Góða mamma, núr tín rødd tagnað og vit sita øll í stórari sorg. Men ein dag skulu vit møtast aftur, har bara gleði er.

Æra veri minnið um teg, elskaða mamma.

Heilsan,


Ása, Kirstin,

John Ove, Marin, Margith, Ann og Randi