foreldrini, tí tað ber ikki til at lýsa angistina fyri teimum. Og júst tí hon ikki kann orðast, fær eingin hjálpt honum, hvørki Gud ella menniskir. Hann er verjuleysur ímóti tí tvítýdda, tí ikki sagda, og teir [...] lýst soleiðis: »hon var sum ein dóttir av Proteus send inn í ætt teirra einhamaðu at skapa kaos, ruðuleika, hóttafall«. Eins og Proteus hevur hon óteljandi hamar og er tí hál at halda um. Tá ið náttin er [...] eisini hon hevur lagt seg eftir teirra - les: hansara - áhugamálum. Hennara viðurskiftir til list og lívið sum heild eru ikki ektað og spontan; ein múrur er millum hana og umheimin. Hon ger ikki tað, hon
sigur hon. - Hví valdi tú at gerast sjálvstøðug - við ongari hárfríðkanarstovu? - Tað kom av, at eg bráddliga legði til merkis, at eg altíð var til arbeiðis. Um dagin á hárfríðkanarstovuni, men um kvøldið [...] tað ikki strævið at arbeiða um allar Føroyar á henda hátt? - Nei, tað haldi eg ikki. Eg havi roynt hetta, og veit hvat tað inniber, so eg vænti at tað fer at ganga, sigur Elin í Haraldsstovu. Hon tekur [...] væl til at hava nógv at gera, tó at tú ikki hevur eitt fast arbeiðspláss at fara til um dagarnar. Tað hevur Elin í Haraldsstovu í Havn sett sær fyri at prógva. Hon er útbúgvin hárfríðkanarkvinna, og hevur
áhugavert. Tí her var talan um søgulig, mentanarlig og politisk evni við greiðari støðu til tjóðskaparmál og rættindi føroyinga á søguligari grund í fortíð og í samtíð. Meðan arbeitt var við hesum, kom Tummas [...] taka nøkur nøvn burturúr rúgvuni. Hugskotið til bókina fekk Tummas Lenvig, meðan hann var í ferð við eina ritgerð um Bábilstornið. Tá rendi hann seg fleiri ferðir á navnið Rasmus Rasmussen og settist so [...] bøkur, hann annars ikki hevði havt møguleika at ogna sær. Og væl má sigast at tað hevur vignast hjá Emil. Tí hesi 29 árini, hann hevur havt Bókagarð, hevur hann givið einar 8-10 bøkur út um árið í miðal, tilsamans
bridgeskúlan, sum var í gamla kommunuskúlanum. - Har vóru fleiri, sum skiftust um at undirvísa, m.a. Reimar Isaksen, A. G. Nielsen, Jæogan Andreassen og Børge Egholm. Vit gingu har í trý ár, og so var tað í 1973 [...] Áður spældi hon eisini í hinum feløgunum í Havn, men nú er tað nóg mikið fyri hana at spæla í Havnar Bridgefelag, parakapping aðru hvørja viku. og hon møtir trúliga. - Hví fór tú at spæla bridge? - Eg [...] eitt felag at spæla, og til endans sluppu inn í Havnar Bridgefelag, sigur Jansy. Áðrenn hon fór í bridgeskúla, var Jansy von við at spæla kort, men tey spældu onnur spøl. - Eg havi spælt nógv, og eg kann
-Høvuðsevnið á Norðurlandaráðsfundunum hesaferð var um at útvega fólki arbeiði. Ein frágreiðing er júst gjørd um evnið, og hon var upplegg til áhugavert orðaskifti, sigur Marita Petersen, tingkvinna og [...] og limur í Norðurlandaráðnum. Annað fundarevnið var um norðurlendsku vælferðarskipanina, sum eisini ein kanning er gjørd um. - Allir politisku flokkarnir tóku undir við at vit skulu tryggja vælferðarsamfelagið [...] londini at sýna solidaritet mótvegis teimum í limalondunum, sum ikki hava eins góðar umstøður. Serliga áhugavert, men eisini ræðandi var at hoyra um støðuna í Baltisku londunum. Ein nevnd í Norðurlandaráðnum
øki. -Tað merkir kortini ikki, at vit hava bast sjúkuni, hóast vit kunnu siga, at hon er tálmað. Tað hevur fingið fólk halda, at vandin ikki er so stórur longur, men so er ikki. AIDS er heimsumfatandi [...] fyri EURO-AIDS. Hin gesturin var Anne Graumann, kunningarstjóri í danska AIDS-grunninum. Jens Ole Nielsen sigur, at fyri 10 árum síðan var nógv gjørt burturúr at upplýsa um HIV- smittuna og AIDS-sjúkuna [...] yvirlæknin. Tey ungu læra at hugsa seg um Hann heldur, at tað nú er umráðandi at upplýsa og kunna tey ungu um vandan fyri HIV og AIDS, og læra tey at hugsa seg um. Hóast viðgerðarhættirnir nú eru betri
Samuelsen. Hon er sera fegin um tiltakið, tí sum tað vísir seg, so knípur tað við at halda áhuganum uppi fyri hesum vandamáli í Føroyum. Hóast talan ikki var um stóra upphædd, so hjálpti tað um, at Lívstrygging [...] ingarnir gjørdu at at lata peningin til AIDS -Ráðið í Føroyum. Tá Anna Samuelsen var í Danmark í øðrum ørindum, fór hon at tosa við umboð fyri AIDS- grunnin í Danmark, fyri at vita, hvussu tey har høvdu [...] Samuelsen, sum henda dagin fer at halda fyrilestur í Studentaskúlanum. Um arbeiðið í Føroyum, sigur Anna Samuelsen, at lyklapersónar eru víða um í landinum. Teir skipa javnan fyri tiltøkum, men at neyðugt er við
eisini fer at taka upp málið um meiri sjálvstýri innan ríkisfelaggsskapin. Eftir at Jonathan Motzfeldt hevði etið morgunmat á Hotel Hafnia, gekk leiðin í Tinganes, har fundur var við Løgmann. Landsstýrisf [...] gjárkvøldi var Tórshavnar Býráð vertur við døgurða í Móttøkuhúsinum í Tróndargøtu. Í dag fer Jonathan Motzfeldt at vitja á Tórshavnar Skipasmiðju. Og ivaleyst fer Poul Mohr at siga eitt sindur um grønlendsku [...] í Kollafirði, har greitt verður frá um føroyskan seyð. Seinnapartin verður eisini vitjað í Grønlendingahúsinum í Havn. Grønlendingafelagið sigur, at tey hava ikki fyrireikað nakað serligt tiltak, tí einans
sigur Bergur Poulsen, at tað ber ikki til at reka eitt slíkt virki, tá helvtin av árinum fer, uttan rávørutilgongd. Men um so var, at loyvt var at fiska hvítingsbróður, var møguligt at tryggja Havsbrún eina [...] hvítingsbróðurveiðan undir Føroyum mátti steðga, tí hon var við til at oyða hýsustovnin. Grundin var, at trolararnir fingu so nógvan hýsuyngul sum hjáveiðu. Tað var eisini rætt, sigur Bergur Poulsen. Men síðan [...] krónur. Men vit fáa tað ikki. Alt hetta kundi verið gjørt, uttan at neyðugt var við stórvegis íløgum, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún í Fuglafirði. Men vit gera tað ikki. Heldur lata vit monnum
vilja ikki útiloka, at vit gera krav uppá økið, sum bretar hava boðið út til oljuleiting, um talan verður um eitt sakarmál. Nýggir føroyskir tónar Meðan føroyingar higartil hava sett fram krav um at brúka [...] kunnað av myndugleikunum um danska/føroyska skrivið. Tey verða eisini spurd, um hetta fær tey at taka umsóknirnar til nýggju økini aftur. Og øll svara tey, at tað eru tey ikki. Ein talsmaður fyri DTI, [...] hann heldur ikki úttala seg um, antin føroyingar hava framsett eina linju, sum gongur inn í teir blokkarnar ella skila sær rætt til einaferð í framtíðini at gera tað. Árni Olafsson vil heldur ikki avsanna