Fer at tosa við føroyingar um olju

Tað er upp á sítt pláss, at tey bæði oyggjaríkini innan danska ríkisfelagsskapin tosa saman um ta komandi oljuvinnuna, bæði londini ætla sær undir, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt, sum í gjár kom á almenna vitjan í Føroyum

Grønlendingar vilja fegnir byrja at bora eftir olju um tvey ár.

»Tað hava vit avtalað vit Statoil,« segði grønlendski landsstýrisformaðurin, Jonathan Motzfeldt, við Sosialin, tá hann í gjár byrjaði almennu vitjan sína í Føroyum.

Tað er Edmund Joensen, løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini, sum varir í tveir dagar.

Jonathan Motzfeldt, kona hansara, Kristjana Motzfeldt og restin av fylginum fara av stað aftur við flogfari til Danmarkar mikudagin tann 19. november.

Grønlendski landsstýrisformaðurin sigur, at hann eisini fer at taka upp málið um meiri sjálvstýri innan ríkisfelaggsskapin.

Eftir at Jonathan Motzfeldt hevði etið morgunmat á Hotel Hafnia, gekk leiðin í Tinganes, har fundur var við Løgmann.

Landsstýrisformansfrú-

an hevur egna skrá.

Hon skuldi seinnapartin í gjár til Kalbaks at hyggja at Biofar verkætlanini.

Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, hevði tíðindafund í Tinganesi klokkan 16.3o seinnapartin í gjár, og eftir tað varð vitjað í Løgtinginum, har Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformaður, tók ímóti.

Seinni í gjárkvøldi var Tórshavnar Býráð vertur við døgurða í Móttøkuhúsinum í Tróndargøtu.

Í dag fer Jonathan Motzfeldt at vitja á Tórshavnar Skipasmiðju.

Og ivaleyst fer Poul Mohr at siga eitt sindur um grønlendsku politibátarnar, Skipasmiðjan er í ferð við at smíða.

Vitjað verður í Kirkjubø og Norðurlandahúsinum.

Kristjana Motzfeldt, landsstýrisformansfrúa, fer at vitja á Búnaðardeplinum í Kollafirði, har greitt verður frá um føroyskan seyð.

Seinnapartin verður eisini vitjað í Grønlendingahúsinum í Havn.

Grønlendingafelagið sigur, at tey hava ikki fyrireikað nakað serligt tiltak, tí einans hálvur tími er settur av til vitjanina.

Men allir limirnir í felagnum er bodnir til døgurða á Hotel Føroyum um kvøldið saman við landsstýrisformanshjúnunum.

Tað eru løgmaður og frúa, sum eru vertir við tann døgurðan.

Mikudagin endar vitjanin, og farið verður av stað aftur.

Farið verður úr Havn klokkan 08.3o, og flogið verður við Atlantsflog úr Vágum til Kastrup klokkan 11 fyrrapartin.