Føroyar eru nú meira sjónligar

- Tað er umráðandi, at vit eru við á Norðurlandaráðsfundum, taka orðið og gera vart við okkum, so hini londini vita, at vit eru til, sigur Marita Petersen, sum júst er afturkomin av fundinum Helsinki



-Høvuðsevnið á Norðurlandaráðsfundunum hesaferð var um at útvega fólki arbeiði. Ein frágreiðing er júst gjørd um evnið, og hon var upplegg til áhugavert orðaskifti, sigur Marita Petersen, tingkvinna og limur í Norðurlandaráðnum.

Annað fundarevnið var um norðurlendsku vælferðarskipanina, sum eisini ein kanning er gjørd um.

- Allir politisku flokkarnir tóku undir við at vit skulu tryggja vælferðarsamfelagið, og at tað pliktar londini at sýna solidaritet mótvegis teimum í limalondunum, sum ikki hava eins góðar umstøður.

Serliga áhugavert, men eisini ræðandi var at hoyra um støðuna í Baltisku londunum. Ein nevnd í Norðurlandaráðnum hevur arbeitt við støðuni hjá ungdómi og børnum í hesum londum.

-Hetta eru samfeløg, sum eru um at detta sundur, og tað rakar serliga einsamallar mammur og børn meint, páparnir eru rímdir, og fíggjarliga støðan er ógvuliga vánalig.

- Tað hevur við sær, ar børnini bidda í gøtunum, ella liva av at stjala. Skøkjulevnaður og misbrúk av ymsum slag merkir samfeløgini.

- Breið semja var um, at vit frá Norðurlanda síðu eiga at gera okkurt munagott fyri at hjálpa teimum í Baltisku londunum. Eitt nú við at vísa teimum, hvussu tey kunnu byggja samfelagið uppaftur, sigur Marita Petersen.

Annars varð ein samtykt um Nordplus, sum loyvir ungdómi undir útbúgving at flyta millum londini í útbúgvingartíðini.

Nú er eisini onnur skipan, sum kallast Nordplus-junior, gjørd. Hon loyvir miðnámsnæmingum at skifta um lærustøð.

Umframt tað er Nordplus-mini skipan samtykt. Hetta er fimm ára projekt, sum verður sett í verk í 1999, og skal galda fyri skúlanæmingar í 7. - 10. flokki. Skúlanæmingarnir skulu skiftast um at vitja hjá hvørjum øðrum, og til hetta endamál verður peningur avsettur til at gjalda ferðingina millum londini.

Hesar skipaninar fyri børn og ungfólk í Norðurlondum eru gjørdar við tí sjónarmiði fyri eygað, at tað ræður um at gera vart við norðurlendska samstarvið, og soleiðis, at ung og børn í Norðurlondumfáa vitan um hetta.

Næsta ár verða fundirnir í Svøríki, og Gøran Persson, forsætismálaráðharri í Svøríki, skal leiða fundirnar. Hann helt røðu á fundinum.

-Í hansara hugaheimi tóktist tað sum vóru Norðurlondini bert tey í Eystarasalti.

-Tað gjørdi eg vart við. Sjálvandi er tað rætt, at vit hava áhuga fyri londunum í Eystrasalti og viðurskiftunum har, men um tað verður tynt út í Norðuri, so er tað ein spurningur, hvat vit skulu har, sigur Marita Petersen.

Hon heldur kortini, at Føroyar eru vorðnar meira sjónligar í norðurlanda samanhangi. Tað merkist einamest av, at fleiri nevndir í Norðurlandaráðnum hava hildið fundir sínar í Føroyum í 1997.

- Úrslitið av at nevndirnar hava ferðast her, er m.a. at Norðurlandaráðsfundirnir verða í Føroyum í juni mánað í ár. Tað er fyrstu ferð, at hetta hendir.