Javnaðarfloksins. Hann legði eisini dent á, at støðan hjá Javnaðarflokkinum enn er tann sama, sum hon altíð hevur verið. ? Vit hava rætt til alt tað sjálvstýri, sum Føroya fólk krevur, segði hann. ? Heimastýrislógin [...] na til at standa ovast á dagsskránni til eitt komandi valstríð, segði Jóannes Eidesgaard m. a. tá hann setti eykalandsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri fríggjakvøldið. Tað var á landsstevnu á Tvøroyri [...] flokkurin tó okkurt hevur gjørt við hetta mál, m. a. við uppskotinum um setan av stjórnmálanevnd, sum hann helt vera við til at seta hol á málið. ? Lat meg heinanvegin siga, at okkara sjónarmið skal vera,
Hon skuldi so taka útróðrarflotan burtur úr og viðgera hann fyri seg í skundi. Fyri ein ordans skyld skal nevnast at henda nevndin ikki hevur verið til arbeiðis síðani í mai mánaða. Vit vita væl, at tað [...] 100-tals milliónir í íløgustuðli. Nú hesin flotin eitt einasta ár so dánt er komin fyri seg, blakar hann seg yvir tann flotan, sum hjálpti honum á føtur. Meginfelag Útróðrar-manna hevur altíð staðið á varðhaldi
fyri Danmark. Men nú ganga vanliga í minsta lagi 20 mánaðir frá tí degi umsóknin verður innsend, til hon er liðugt viðgjørd og góðkend, so tú hevur í veruleikanum góða tíð at hugsa teg um. Her skal tí ikki [...] tíbetur eisini enn so í Føroyum, at um uppfinnarin sjálvur ikki er so kringur at tekna, so kennur hann altíð onkran, ið dugur henda kynstur, og sum við gleði hjálpir honum, uttan at krevja tað stóra afturfyri [...] undir liðini. Í okkara grannalondum varð »Yuppi-tíðin« gravløgd fyri 7 árum síðani. Her stendur hon enn í fullum blóma. Blás í hornið Ólivant! Tormóður Dahl
sloppin at eiga. Við síni mansligu, sterku kvinnurødd fylti hon skjótt rúmið og sinnini hjá okkum, sum lurtaðu. Í vakra lagnum Du bist die Ruhe, sang hon so væl, at um tú blundaði, kundi tú væl hildið teg sita [...] framførsluna hjá Manskórinum gjørdi Gundhild tað - sum ikki einaferð - væl. Ótruliga harmiligt, at hon skuldi verða órógvað av onkrum elekroniskum tóli, sum fór at larma undir sanginum. Hetta nervaði hana [...] tí, sum fór fram í allari framførsluni. Bæði sum kórleiðari, tónasmiður og fyri útsetingarnar vann hann sær heiður. Samanumtikið ein góð og fjølbroytt skrá, sum Tórshavnar Manskór ikki skal skammast yvir
skrivaði tey upp. Hon kannaði ikki tølini beinanvegin, men um kvøldið, beint áðrenn hon skuldi á náttarvakt á sjúkrahúsinum, kannaði hon tøl síni og trúði ikki sínum egnu eygum, at hon hevði vunnið so stóran [...] Edith visti nakað um, at hon fór at blíva millionerur, hevði hon bílagt sær ferðaseðil at fara til Danmarkar 27. í hesum at taka ímóti manninum, tá hann kemur aftur úr Grønlandi. Hann er dani, og ætlan teirra [...] er at siga til, at hon hevur verið forstýrað seinastu dagarnar, tí tá drigið varð í Viking Lotto seinasta mikudagin, fall ein av eykavinningunum á tølini hjá Edith. Mikukvøldið fór hon at hyggja í TV3 eftir
teimum stóru bróstunum, sum hann tó ikki býr undir taki við. Nei, hann livir saman við mammuni, sum vist flysir honum hvørt epli. Frá henni hevur hann eisini tað dýrasta hann eigur, nevniliga eitt perluhálsband [...] stórhending í føroyska bókmentaheiminum. Hon er hvat hon er, ein satira yvir føroyskan politikk, við einum ávísum aktualitetsvirði, ið ger hana verda at lesa. Og so fær hon lesaran at flenna, men verri enn so [...] stendur sum rithøvundur í telefonbókini. Júst nær hann hevur lagt hetta okið á seg sjálvan, veit eg ikki, men eftir útgávuvirkseminum at døma, livir hann væl og virðiliga upp til tittulin. Seinasta bók hansara
at ósemjan um hetta mál er størri, enn hann væntaði, og endurtók hann, at neyðugt er við samstarvi millum broytingarsinnaðu flokkarnar. Hann segði eisini, at hann tók støðu ut frá kristnu menniskjafatanini [...] Men hetta er ikki longur støðan, segði Finnbogi Ísakson. Hann vísti á, at ríkisstuðulin bara millumlendir í Føroyum, tí hann verður allur sum hann er goldin aftur í rentum - og seinni eisini í avdrøgum. [...] Nú vendi orðstýrarin sær til Bjørn á Heygum. Hann vísti á, at Bjørn á Heygum varð valdur á ting fyri at rudda upp, og at hann fekk flestar atkvøður. Hann spurdi: ? Hvat nú um tað er onkur mekanisma í
avgerandi hjá Javnaðarflokkinum, tí eitt nú sosialu viðurskiftini setir flokkurin fremri, enn sjálvstýrið. Hann segði, at Javnaðarflokkurin fór at búrka eina samankóking av valgrundarlag floksins til at meta hetta [...] sum verður tulkað so fundamentalistiskt, sum samgonguskjalið hjá sitandi samgongu verður tulkað, men hon væntaði, at eitt nú bankakanningin fer at avdúka, at broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum verða [...] at fáa størri týdning, enn teir høvdu uppiborið. ? Men vit fara ikki at lata okkum misbrúka, segði hann. Finnbogi Ísakson segði, at teir í Tjóðveldisflokkinum eru teir einastu, sum veruliga vilja hava frælsi
og hin í Danmark. Bjarni Olsen er nøgdur við donsku frágreiðingina. Hann heldur, at nevndin kemur við rímiligum sjónarmiðum, og at hon kemur rættiliga víða um í føroyskum viðurskiftum. - Hvat heldur tú [...] vánaligur, men tað skapar ongan sunnan búskap, sigur Bjarni Olsen. Hann vísir til kreppuna, sum fyri bert fimm árum síðan var so stór, at hon ikki hevur sín líka í nýggjari tíð í Norðurevropa, men at vit kortini [...] fáa í Føroyum. Hetta kann geva lægri manningarhýrur, sigur Bjarni Olsen. - Fær illa verið øðrvísi Hann heldur, at tað hevði verið gagnligari at tosa um, at tað ber illa til at fáa góðan búskap, við reglum
aftur. Men hann segði, at so mátti hon broytast, tí hon varð misbrúkt so ótrúliga illa, at hann hevði sjálvur verið vð til at tátta í av álvara, tá ið hann var landsstýrismaður í almannamálum. Hann nevndi [...] og tað var 24 tíma arbeiði. ? Tað hevði verið heilt rímiligt, at hon fekk ansing, men tað kundi hon ikki fáa, tí hon var pensjonerað. Hann viststi eisini dømi um pensjoneraðan mann, sum annars var hampiliga [...] rætti vegurin at fara, tí hon loysti ikki trupulleikan. Signar Dam svaraði aftur, at hann var fullgreiður yvir, at hon loysti ikki allan trupulleikan, men tað hjálpti munandi uppá hann.