Jóannes Eidesgaard: FØROYAR SKULU VERÐA EITT SJÁLVSTØÐUGT LAND

Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, setti í setanarrøðu síni á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í Trongisvági orð á ta skipan, flokkurin hugsar sær skal loysa av heimastýrislógina. Talan verður um eina skipan, ið m. a. definerar Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land, sum - so leingi føroyingar ynskja tað - er í ríkisfelagsskapinum, at reglur verða gjørdar um føroyskan heimarætt, at orðið »heimastýri« dettur burtur og at skipanin við fólkatingsumboð verður umhugsað

 

SOSIALURIN, TRONGISVÁGUR: ? Tað er líkt til, at bæði fjølmiðlarnir og onkrir politiskir flokkar vilja hava ríkisfelagsskapin og heimastýrisskipanina til at standa ovast á dagsskránni til eitt komandi valstríð, segði Jóannes Eidesgaard m. a. tá hann setti eykalandsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri fríggjakvøldið.


Tað var á landsstevnu á Tvøroyri í 1981, at málið um at gera eina sjálvstýrislóg fyrstu ferð varð viðgjørt í Javnaðarflokkinum. Á landsstevnuni í Klaksvík í 1989 varð málið eisini viðgjørt, og segði flokkurin tá, at Javnaðarflokkurin fór at virka fyri eini sjálvstýrislóg, sum skuldi avloysa heimastýrislógina. Tá flokkurin fór í samgongu við Fólkaflokkinum í 1991 varð henda lóg eisini nevnd í samgonguskjalinum, men hesi samgongu varð ikki lív lagað, og nógv hevur síðani ikki verið gjørt við uppskotið um sjálvstýrislóg.


? Tað hevur verið kastað okkum fyri, at vit einki ítøkjuligt hava gjørt við hetta mál, og tað hevur kanska verið av røttum, segði Jóannes Eidesgaard.


? Flokkurin hevur nú gjørt eina roynd at fáa meira kjøt sett á hesa ætlan, segði Jóannes Eidesgaard, sum legði afturat, at flokkurin tó okkurt hevur gjørt við hetta mál, m. a. við uppskotinum um setan av stjórnmálanevnd, sum hann helt vera við til at seta hol á málið.


? Lat meg heinanvegin siga, at okkara sjónarmið skal vera, at politiska frælsið er treytað av búskaparligum frælsi.


? Harnæst er tað okkara málsetningur, at tey stig, sum vit taka á sjálvstýrisleið, ikki skulu ganga út yvir vanligu vælferðina hjá vanliga føroyinginum. »Vælferðin hjá føroyingum skal ikki offrast á sjálvstýrins altari«, segði formaður Javnaðarfloksins.


Hann legði eisini dent á, at støðan hjá Javnaðarflokkinum enn er tann sama, sum hon altíð hevur verið.


? Vit hava rætt til alt tað sjálvstýri, sum Føroya fólk krevur, segði hann.


? Heimastýrislógin hevur skapt møguleikar fyri at menna føroyska samfelagið soleiðis, at vit í størri og størri mun tóku ábyrgd av og fult ræði á øllum samfelagsviðurskiftum okkara.


Vit hava í spurninginum um statsrættarstøðu okkara tveir høvuðspolar. Ein, sum sigur seg vilja hava loysing, og ein, sum ikki vilj hava nakra broyting í hesum viðurskiftum.


Javnaðarflokkurin vil halda fram á sjálvstýrisleiðini, sum vit hava gingið undir heimastýrskipanini, men flokkurin heldur ikki, at tað er rætt at síggja eina loysing sum einastu loysn, men at miðast skal ímóti einum størri sjálvstýri, har vit framvegis eru í ávísum ríkisfelagsskapi við Danmark.


Av tí, at verandi heimastýriskarmar eru útfyltir og við hvørt er farið út um hesar karmar, heldur flokkurin, at vit eiga at gera eina nýggja skipan, sum bæði hóskar betur til verandi viðurskifti, og sum slóðar fyri størri sjálvræði og sjálvsábyrgd.


Jóannes Eidesgaard segði eisini, at heimastýrislógin alla tíðina hevur verið eitt innanhýsis stríðsmál og hevur elvt til ávísa spjaðing í fólkinum. Flokkurin ynskir tí, at tað verður, um ikki full semja, so í hvussu so er ein breið semja um ta skipan, sum vit føroyingar vilja hava.


? Vit mugu lýsa, hvat tað er, vit ynskja, og hvat vit klára, og hvat vit velja. Tað eru vit føroyingar, sum skulu taka hesa støðu, og tað eru vit, sum skulu taka ábyrgdina.


Jóannes Eidesgaard heldur, at við tí støðu, sum Tjóðveldisflokkurin hevur, har hann fer so langt, at eingin fylgir honum, og við tí støðu, sum Sambandsflokkurin hevur, har einki skal henda, og heldur eingin fyrlgir teimum, ber til at siga, at hesir báðir flokkar eru eins góðir garantar fyri, at einki hendir á sjálvstýrisleið.


? Tí verður tað enn einaferð neyðugt hjá Javnaðarflokkinum at koma við uppskotinum, sum ein føroyskur meiriluti kann semjast um, um tað ber til at fáa eina semju, segði hann.


? Vit mugu ikki endurtaka støðuna frá 40?unum, tá føroyingar fóru til samráðingar uttan at hava funnið eina føroyska semju. Vit mugu hava eitt føroyskt útspæl, tí vit kunnu ikki rokna við at verða tiknir í álvara, um vit ikki vita, hvat tað er, sum vit vilja.


Eisini mugu vit rokna við, at tað verða føroysku ynskini, sum koma at seta dám á eina nýggja skipan.


Um innihaldið í eini sjálvstýrislóg, segði Jóannes Eidesgaard, at hon skal fyriskipa:


* at Føroyar eru eitt sjálvstøðugt land


* at so leingi ikki annað er fyriskipað eftir reglunum í hesi lóg eru Føroyar í ríkisfelagsskapi við Danmark


* at føroyskt lóggávuvald og føroysk fyrisiting hevur alt málsræði í øllum málum, sum ikki eru felagsmál


* at felagsmál eru tey mál, sum ikki undir heimastýrislógini eru tikin yvir sum sermál, og sum ikki seinni sambært føroyskar lóg eru tikin undir fult føroyskt málsræði


* at áðrenn ein lóg í felagsmálum kann setast í gildi í Føroyum, skal hon verða samtykt á Føroya Løgtingi við somu mannagongd, sum eru galdandi fyri aðrar lógir


* at reglur um føroyskan heimarætt verða settar


* at reglur verða gjørdar um, hvussu farast skal fram, um vit ynskja at fara burtur úr ríkisfelagsskapinum


Jóannes Eidesgaard segði, at høvuðsmunurin millum hesa lóg og galdandi skipan m. a. er:


* at tað verður ikki avmarkað, hvørji mál kunnu gerast sermál


* at orðið heimastýrið skal burtur


* at reglan um, at vit skulu hava fólkatingsumboð verður umhugsað. Hetta stendur annars í donsku grundlógini. Men tá felagslógir kortini ikki kunnu setast í gildi í Føroyum uttan at verða samtyktar av Løgtinginum, verður tað, sum fer fram á Fólkatingi, einans donsk sermál


* at lógir rætt og slætt eita lógir og ikki løgtingslógir


* at lógin ásetur, at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark til vit taka aðra avgerð og skal eisini innihalda greiða reglur um, hvussu tílík avgerð skal takast.


Jóannes Eidesgaard segði, at samtykkja vit eina tílíka lóg, sum frammanfyri nevnt, kunnu vit ikki einvíst seta hana í verk. Hann segði eisini, at neyðug er at fáa eina avtalu við danir, og at tað verður uttan iva eisini neyðugt hjá dønum at fremja grundlógarbroyting.


? Tí hevur tað alstóran týdning, at tað er alt ella so at siga alt Løgtingið, sum stendur aftanfyri, so vit ikki undir samráðingunum eisini fáa eitt innanhýsisstríð.


? Javnaðarflokkurin fer tí enn einaferð at royna at fáa sett eina stjórnmálanevnd, segði Jóannes Eidesgaard.