Og so royndu teir einaferð enn...

Dysturin um, hvør ið skal eiga Føroyagrunnin, hevur tikið ferð á seg. Føroya Reiðarafelag kastaði eftir útróðrarflotanum fyri at framhevja seg sjálvan, og landsstýrið kemur glaðbeint aftan á við, í skundi, at samankalla nevndina til endurskoðan av allari inntøkutrygd.

Hon skuldi so taka útróðrarflotan burtur úr og viðgera hann fyri seg í skundi. Fyri ein ordans skyld skal nevnast at henda nevndin ikki hevur verið til arbeiðis síðani í mai mánaða.

Vit vita væl, at tað eru partar av føroyskum vinnulívi, ið allarhelst vilja vera útróðurin fyriuttan, og at so partar av hesum antin eru á tingi, ella hava armar inn í tingið, ger teir bert somikið sterkari. Tað, sum mest er frammi í løtuni, er at vísa á árið 1996 sum tað árið, ið skal lýsa støðuna hjá fiskiflotanum, sum Føroya Reiðarafelag umboðar. Ein kemur at hugsa um at tað er sum at taka einkult skrift-stað burtur úr Bíbliuni. Gert tú tað, og viðger tað isolerað frá heildini, ja, so kanst tú fáa akkurát tað burtur úr tí, sum tú vil.

Útróðrarflotin hevði sína kreppu í 1975 og kom tá skipanin við Ráfiskagrunninum, sum fyri útróðrarflotan riggaði væl. Ein spírandi feskfiskafloti við størri fiskiførum fekk væl burtur úr hesari skipan, meðan útróðrarflotin onkur ár betalti inn til skipanina. Aftan á 100-tals milliónir úr Ráfiskagrunninum fór línu- og trolaraflotin gjøgnum eina sanering, sum gav teimum aftur 100-tals milliónir í íløgustuðli. Nú hesin flotin eitt einasta ár so dánt er komin fyri seg, blakar hann seg yvir tann flotan, sum hjálpti honum á føtur.

Meginfelag Útróðrar-manna hevur altíð staðið á varðhaldi at verja útróðrarmenn móti sniðálopum, bæði í góðum og ringum tíðum. Vit fara at fylgja gongdini í tøttum samstarvi við lokalfeløgini kring landið.


Vegna Meginfelag

Útróðrarmanna

Chris Jan Michelsen