Fakfólk eru mestsum á einum málið um, at eldrarøktin er tann mest álvarsami, heilsupolitiski trupulleikin at loysa tey komandu árini.
Men tað tykist ikki sum um fíggjarlig, ella politisk orka er til at loysa henda ovurstóra trupulleika, sum bara fer at veksa í stórum. Í hvussu so er muna tey tiltøk, ið sett verða í verk lítið og onki, tí fleiri hundrað fólk standa á bíðilista at sleppa inn á røktar- og ellisheim.
Men ein, sum hevur eitt ítkøligt uppskot til, hvussu tað ber til at bøta munandi um støðuna, er Signar Dam kommunulækni á Tvøroyri.
Á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum seinasta vikuskiftið, skeyt hann upp fyri flokkinum, at arbeitt varð fyri at seta ansingarlønina í gildi aftur.
Tað er ikki nóg mikið at byggja ellisheim. Tey skulu eisini brúkast - og tað er dýrt, segði Signar Dam.
Hvussu dýr tey eru í brúki, eru heimini á Sandi besta dømi um, har tað hevur gingið sera strilti at fáa ráð til at taka tey í brúk, helt Signar Dam.
? Tað er nevniliga serstakliga dýrt at ansa teimum gomlu á stovni.
Signar Dam hevur verið kommunulækni ein mansaldur í einum øki við ellis- og røktarheimi, og hevur tí havt høvi at eygleitt støðuna undir ymsum skipanum.
Ansingarløn aftur í gildi
At bíðislisti er at sleppa inn á ellis og røktarheim, er onki nýtt.
? Tað hevur tað altíð verið, eisini á heiminum í Suðuroynni, segði kommunulæknin.
Men hann mintist, at tá ið skipanin við ansingarløn var í gildi, hevði tað hjálpt munandi uppá bíðilistarnar.
? Tíverri varð skipanin so leyðsliga umsitin undir einum ávísum landsstýrismanni ( Niels Paula Danielsen, blm), at hon kom í so ringt orð, og datt niðurfyri.
Signar Dam sigur, at hansara royndir av skipanini við ansingarløn vóru tær, at hon lætti munandi um trýstið á røktarheimið í Suðuroynni.
? Væl var bíðilisti, men tað hendi seg meiri enn so, at táið eitt pláss varð tøkt á røktarheiminum, kundi tað knípa at fáa fólk at taka tey, tí tey vórðu ansað heima av fólki, sum fekk løn fyri tað.
Ein bílig skipan
Hann segði, at ansingarlønin var ein skpan, sum báði var bílig og effektiv.
Samstundis, sum bíðilistarnir minkaðu í stórum, er tað nógv bíligari at geva fólki løn fyri at ansa gomlum fólki heima, heldur enn at hava tey á stovni.
? Lønin var ikki stór, einar 5.000 - 6.000 krónur um mánaðin.
? Hinvegin kostar eitt pláss á røktarheimi einar 30.000 krónur um mánaðin.
? Eg skal leggja høvdið á blokkin uppá, at verður ansingarskipanin tikin uppaftur, endurskoðað, og sett í verk aftur í eitt sindur broyttum líki, høvdu bíðilistarnir til røktarheimini stytst heilt munandi, segði Signar Dam.
Takið avmarkingar av
Men hann heitti samstundis á politikarar um at taka ymsar óhepnar avmarkingar av.
Hann vitsti t.d. um konu, sum var hildin uppat at arbeiða við fólkapensjón, men hon ansaði framvegis sínum elligomlu foreldrum, og tað var 24 tíma arbeiði.
? Tað hevði verið heilt rímiligt, at hon fekk ansing, men tað kundi hon ikki fáa, tí hon var pensjonerað.
Hann viststi eisini dømi um pensjoneraðan mann, sum annars var hampiliga væl fyri og hevði hug at fáast við seyð o.tíl.
? Men konan var so illa fyri, at hon kravdi røkt.
? Ansing kundi maðurin ikki fáa, tí hann var pensjoneraður.
Signar Dam segði, at hetta vóru langt frá eindømi.
Hann spurdi eisini, hvar øll tey gomlu eru, sum í dag standa á bíðlista.
? Tey verða kanska ansað men undir viðurskiftum, sum ikki eru nøktandi fyri tey - ella tey, sum ansa tey.
? Tí ofta tekur slík ansing órímiliga nógvar møguleikar at liva frá teimum, sum skulu ansa.
? Tað kann eitt nú verða , at tað ikki ber til hjá eini dóttir, ella verdóttir at arbeiða, tí tey noyðast at vera heima at ansa gomlum foreldrum, ella verforeldrum.
Fekk øln fyri at ansa útróðrarmanni
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins helt, at tað kundi verið skilagott at umhugsa ansingarskipanina aftur.
Men hann segði, at so mátti hon broytast, tí hon varð misbrúkt so ótrúliga illa, at hann hevði sjálvur verið vð til at tátta í av álvara, tá ið hann var landsstýrismaður í almannamálum.
Hann nevndi eitt dømi um konu, sum fekk ansingarlæn fyri at passa eldri mann, sum var av raskastu útróðrarmonnum.
Tey mintust eisini dømi um dóttir sum fekk løn fyri at ansa pápa sínum, men einaferð fólk frá Almannastovuni komu at vitja, stóð gamli og málaði tak.
? Fyri at siga tað bart út, so umsat Niels Pauli Danielsen ansingarskipanina so út av lagi illa, at hann tók grundarlagið undan henni, segði Jóannes Eidesgaard.
? Men hann helt, at tað hevði verið skilagott at tikið skipanina uppaftur og endurskoða hana, tí í grundini var hon góð.
? Men so má fortreytin verða, at hon verður umsitin, forsvarliga.
Hann segði annars, at talan bleiv ikki um at byggja fleiri stovnar, tí tað var tíðin farin frá.
Hinvegin var dentur lagdur á at byggja smá sambýli, sum vóru bílig, og góð, sum tey gomlu trivust ómetaliga væl í.
Hinvegin vóru onnur, sum ikki hildu, at ansingarskipanin var rætti vegurin at fara, tí hon loysti ikki trupulleikan.
Signar Dam svaraði aftur, at hann var fullgreiður yvir, at hon loysti ikki allan trupulleikan, men tað hjálpti munandi uppá hann.