yrkisleikarum úr Svøríki, Týsklandi og Danmark, er í øllum førum ikki nakað, sum nakar vanligur hondbóltsleikari sleppur væl frá, og tað sluppu okkara heldur ikki. Og vánaliga gongdin forplantaði seg so [...] upp til mótstøðuna. Og við fyrimuninum av heimavøllinum í bakhondini vóru fleiri tí av teirri fatan, at her kundi kanska spyrjast eitt munagott úrslit burturúr. Í best føri ein sigur, og í øllum førum eitt [...] eitt heiðurligt tap. Og tað sást eisini aftur í áskoðaratalinum, at fólk væntaðu sær nakað. Longu hálvan tíma undan dystinum var trupult at finna nakað líkinda pláss at seta bilin, og tá dysturin skuldi
Norðurlondum og í heiminum. – Tað gevur úrslit til síðst at vera áhaldandi. Tað síggja vit til dømis aftur í málunum um undirgrundina, skúlan og fólkakirkjuna, sum øll eru komin á føroyskar hendur, sigur Helena [...] trupulleikum. Eg eri fegin, at nógv er broytt, og at fólk nú velja Føroyar til. Tað gongur tann rætta vegin. Tað er ein góð kensla, at vit eru komin so langt, og nú haldi eg, at aðrar góðar ungar kreftir kunnu [...] spennandi at umboða Føroyar á fólkatingi. Eg havi nógvar royndir, og tær kann eg spæla inn við. Tað hevur stóran týdning at vera áhaldandi og ikki geva upp, sigur Helena Dam á Neystabø. Áhaldni Nakað av tí
fjør var so hetta vanlukkuliga álopið og í fyrr í hesum mánaðinum fall dómurin. Eftir standa bæði avvarðandi, tann sum varð álopin, viðgerðarar og røktarfólk, og spyrja hvussu hetta kundi henda, sigur [...] honum tørvar, eins og aðrir sjúklingar í hava tørv á bráðneyðugari hjálp. – Vit senda fólk til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum, og aðrastaðni uttanlands, fyri hundraðtals milliónir árliga, og henda upphæddin [...] – Vónandi hendur hetta aldrin aftur í Føroyum. Tað er er bønin frá Sinnisbata, sum er áhugafelagið hjá fólki við sálarsjúkum, og avvarðandi teirra. Tað, tey sipa til, er dómurin í nógv umrødda málinum
essin, so letur hon Fíggjarmálaráðnum fíggjarstýringina hjá kommununum upp í hendur, og letur Mentamálaráðnum upp í hendur at stýra dagstovnunum. Hevði hon viljað nakað annað, enn at varpað ljós á seg [...] sína ávirkan galdandi, har sum málini verða viðgjørd – og tað er ofta í Kommunufelagnum. Ið hvussu er tey mál, sum hava felagskommunalan áhuga, og tað eru aloftast tey mest prinsipiellu málini. Tveitt alt [...] slíkar grundleggjandi spurningar í friði og náðum í Kommunufelagnum. Byrjunarfeilir Samgonguskjalið ber somuleiðis boð um vantandi innlit í, hvat er kommunalar uppgávur og hvat er landsuppgávur. Ella eisini
hava mist, og ikki hava nakra grøv. Eins og sonurin vónar hon eina ferð at fáa sannleikan at vita. - Tað er í neyðini, tú kennir tínar vinir, sum sagt verður. Øll hava verið góð við okkum og verið um okkum [...] hjálpti ikki upp á sorgina at sita í so nógvar dagar í rættinum og fylgja tí drúgva sakarmálinum. - Eg helt meg skylda beiggja mínum at lurta og fylgja málinum, sjálvt um eg ikki bleiv klókari av tí. Kemur [...] við at skilja, hví maðurin skuldi gera av við Pidda. Tað kann ikki hava verið fyri at fáa hendur á gjaldskortum, og tað ljóðaði eisini løgið, at tað skuldi vera fyri at fáa fatur á húsunum hjá Pidda. Húsum
55% í skatti og gjøldum. Eisini mugu vit framhaldandi vísa virðing fyri okkara fiskimonnum og útisiglarum og hava skipanir, ið gera tað møguligt at búgva í Føroyum og arbeiða á sjónum og uttanlands. Vit [...] flokkur og sum politikarar kunnu vera við til at birta undir og slóða fyri. At vit kunnu taka vónina frá fólki – ella birta í fólkinum eina vón um betri og ljósari framtíð. Vit hava sum flokkur og tingfólk [...] skal fíggjast, so skal rokningin sendast út til borgaran og vinnuna. Tey eru longu díkt undir í skatti og gjøldum og ikki minst øktari inflatión og rentuhækkingum. Henda gongd kann ikki halda fram. Tað er
vónaði, at tey fóru at brúka sítt hugflog og sín góða vilja til at fáa føroyska samfelagið og vinnulívið við í ein oljuútvikling, soleiðis at tað kom at skapa arbeiði og inntøkur til landið. Hann vísti á [...] eisini. Árni Olafsson svaraði, at vit eru sera greiðir yvir ta konflikt, sum er og vil vera millum seismikk og fiskivinnu og nevndi í hesum sambandi, at teir hava gjørt nógv burtur úr hesum málinum í fr [...] fáa á henda hátt nógv at vita frá teimum, sum eru uppi í vinnuni og hetta gevur okkum so aftur møguleikar at tjakast um hesar spurningar, og tað er umráðandi nú undan viðgerðini á tingi av komandi oljulóggávuni
arbeiðsleys og blóma við sínum dýrt keyptu útbúgving og serkunnleika. Ein nýggj Familjudeild er sett á stovn, har hesi bæði umrøddu skulu savnast, men enn er millum lítið og einki hent, og deildin er ikki [...] krónur fyri heilivág. Menningartarnað, sum verða flutt millum búpláss uttan ávaring… og vit kundu blivið við og við og við.. Vit hava loyvt okkum, at vísa á nakrar fáar av teimum mongu avleiðingunum, sum [...] arbeitt verður uttan mál og mið. Veikastu borgarar landsing hava ikki uppiborið slíka viðferð, sum elvir til bæði ótryggleika og ørkymlan. Hetta kunnu tit ikki bjóða fólki. Og tá tit politikarar, sum hava
tólmennir og sovorðið, vit hava sæð í Star Wars og Alien. Slíkar vísindasøgur eru ikki at finna í Tað nýggja Atlantis, og tað er í fínasta lagi, tí lív og lagna menniskjans á fold er framvegis størri og ríkari [...] men ein miðil, ið veitir innlit og listaligar upplivingar og opinberingar. Søgan er gott dømi um, hvussu list og skaldskapur hevur yvirtikið leiklutin, sum kristindómurin og tann guddómliga opinberingin hevði [...] dar, og líkt er til, at ein søga sum t.d. "Panorama" miðvíst er skrivað til onkra amerikanska avís - fyri pengar. Hon er eins tunn og hon er grunn, og hon sigur yvirhøvur lítið - kanska einki. Og haraftrat
Tølini siga, at tað hevur hilnast væl, síðani teir í Gøtu og í Leirvík tóku saman hendur og í 2088 løgdu saman. Í 2008 endaði Víkingur á fimta plássi, og í fjør var Víkingur leingi við í kappingini um FM-heitið [...] í Leirvík og Gøtu er stórur, og tað hevur stóran týdning fyri samansetta liðið, at nevndararbeiðið tykist vera í góðum hondum. Jógvan Martin Olsen hevur ábyrgdina av at fáa gamalt og ungt og nýtt at rigga [...] Kaj Leo í Bartalsstovu og Per Gregersen. Í Sarpugerði hava viljanum og áræðinum ongantíð bilað. Nú er avbjóðingin hjá Jógvan Martini Olsen at pota sjálvsálit inn í ungu menninar og at fáa teir at rigga sum