Vónandi hendir hetta aldrin aftur í Føroyum

Eftir dómin í nógv umrødda málinum, har ein maður varð álopin við øks, hevur felagið fyri sálarsjúk eina inniliga áheitan á politiska myndugleikan

 

– Vónandi hendur hetta aldrin aftur í Føroyum. Tað er er bønin frá Sinnisbata, sum er áhugafelagið hjá fólki við sálarsjúkum, og avvarðandi teirra.

 

Tað, tey sipa til, er dómurin í nógv umrødda málinum, har ein maður varð álopin við øks, og so illa hagreiddur, at tað stóð um lív. Í hesum sambandi eru tey í Sinnisbata ørkymlað av at ein 22 ára gamal maður er dømdur til sálarfrøðiliga viðgerð í óásetta tíð.

 

– Longu í 2011 gjørdi Psykiatriski Depilin á Landssjúkrahúsinum vart við, at tey vóru ikki før fyri at viðgera viðkomandi. Men í fjør var so hetta vanlukkuliga álopið og í fyrr í hesum mánaðinum fall dómurin.

 

Eftir standa bæði avvarðandi, tann sum varð álopin, viðgerðarar og røktarfólk, og spyrja hvussu hetta kundi henda, sigur Sinnisbati.

 

Tey fegnast um, at vit í ikki senda okkara psykiatrisku sjúklingar av landinum longur, og slettis ikki ung undir 18 ár, men at vit sjálvi taka ábyrgd av okkara egnu, sum hava sálarsjúku.

 

– Tó vita vit eisini, at á teimum flestu deplunum á Landssjúkrahúsinum ver ikki til at bjóða allar serviðgerðir, og hetta er eisini galdandi á psykiatriska deplinum og hjá Almannaverkinum.

 

Tað sum undrar tey í Sinnisbata er, hví hesin ungi maður, sum longu í 2011 fekk bráðneyðuga, álvarsama sálarsjúku, ið krevur serðviðgerð, ikki hevur fingið ta hjálp honum tørvar, eins og aðrir sjúklingar í hava tørv á bráðneyðugari hjálp.

 

– Vit senda fólk til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum, og aðrastaðni uttanlands, fyri hundraðtals milliónir árliga, og henda upphæddin veksur alsamt. 

 

Tann ungi maðurin, sum fekk dóm í Føroya Rætti, hevur verið álvarsliga sjúkur í minst sjey ár. Men ístaðin fyri at senda hann hagar hann kundi fingið skikkaða, langtíðar, psykiatriska viðgerð, verður maðurin viðgjørdur í eini skipan, sum ikki vísir seg at vera rættiliga før fyri tí.

 

– Ein kundi eisini spurt, hvat vilja vit her á landi við okkara heilsuverki og almannaverki, tá ið tannáringar, sum eru so sjúkir, ikki kunnu fáa alla ta hjálp honum tørvar, spyr Sinnisbati.

 

Tey halda eisini, at ein álvarsom avleiðing av hesum er, at allir fordómarnar um fólk við sálarsjúku, sum Sinnisbati roynir at bróta niður, hava fingið eitt rættiligt bakkast.

 

Tey siga, at tey hava roynt at ført fram, at sálarsjúk eru akkurát líka vandaleys fyri samfelagið og tey, sum eru rundan um tey, sum eru likamliga sjúk. Men hetta málið festir í aftur fordómar um fólk við sálarsjúku, og fólk verða bangin fyri teimum. Men tíbetur er tað rættiliga sjáldsamt, at fólk við sálarsjúku eru so sjúk, sum hesin maður er.

 

Tá ið hetta málið er kannað, og eftirmett til botns, vóna tey í Sinnisbata, at hetta ongantíð hendir aftur í Føroyum.

 

– Vit vóna somuleiðis, at sjúklingar við so álvarsligari sálarsjúku, fáa ta skjótu og nútímans bráðneyðugu viðgerð, ið teimum tørvar, á jøvnum føti við aðrar sjúklingar, soleiðis at tey verða vard ímóti at gera skaða á seg sjálvan og onnur, sigur Sinnisbati.

 

Felagið sigur, at tí skal hetta skiljast sum ein áminning, og ein innilig áheitan, til okkara politiska vald um at játta neyðuga peningin til teir stovnar, ið hava við fólk við sálarsjúku at gera, so at ung fólk, við álvarsamari sálarsjúku, eisini fáa tað viðger og røkt, tey hava tørv á.