Vísind í skaldahami

Ummæli

Tað nýggja Atlantis, Stuttsøgusavn.
Hanus Kamban valdi og týddi.
Bókadeild Føroya Lærarafelags og
Føroya Skúlabókagrunnur, 2002
Bls. 387
kr. 200, -
????????????????


Nýggja stuttsøgusavnið Tað nýggja Atlantis er ein veiftra av sonevndum vísindasøgum, science fiction, sum Hanus Kamban hevur valt og týtt til føroyskt. Tekstaslagið er vælumtókt, men vanliga hava hesar søgur verið fataðar sum lættisóppar og spurningurin er sostatt, um hesin vísindaskaldskapurin stendur mát.
Hóast Hanus Kamban ikki orðar tað beinleiðis, er líkt til, at henda útgávan millum annað er ein roynd at vísa á at so er - at nútímans vísindasøgur ikki bara eru lættisóppar, men at summar av teimum kunnu metast javnt við tær bestu heimsbókmentirnar



Hanus Kamban er ein av virknastu - og bestu - høvundum okkara. Og harumframt er hann eisini sera fjøltáttaður bókmentamaður: hann er millum annað stuttsøguhøvundur, ævisøguhøvundur, greinskrivari og týðari. Fyri jól gav hann út fyrstu bók sína síðan stuttsøgusavnið Pílagrímar kom í 2001. Men hesa ferð er tó ikki talan um egnan skaldskap, tí við Tað nýggja Atlantis trínur hann fram sum ritstýrari og týðari av einum savni av stuttsøgum, sum inniheldur bæði vísindaskaldskap og furðu (fantastikk), og sum haraftrat nemur við eitt tekstaslag, ið verður nevnt sveim (fantasy). Hesi tekstasløgini eru ikki rúgvismikil á føroyskum, men sambært Hanusi Kamban eru "Í Føroyum... dømir bæði um vísindaskaldskap, furðu og sveim, í týðing eins væl og í upprunasniði". Sum dømi nevnir hann skaldsøgurnar eftir Anfinni í Skála, ið eru sveim, meðan stuttsøgan "Fyri lív, eftir deyða" eftir Niclasi Rasmussen er vísindaskaldskapur. Haraftrat hevur Jens Pauli Heinesen skrivað furðuligar skaldsøgur.
Eisini er ein sera upplýsandi, bókmentasøgulig grein um hesi tekstasløg í bókini. Greinin lýsir menningina av vísindabókmentum, og í greinini verður tekstaslagið allýst soleiðis: "Vísindaskaldskapur er ein roynd at skilmarka mannaættina og hennara støðu í alheiminum, sum er fest í okkara framkomna, men trilvandi og ógreiða kunnleikastøði (vitskapi), og sum í flestum førum hevur fingið ein gotiskan ella eftirgotiskan form" (bls. 313). Síðan er spurningurin, um allýsingin veruliga fevnir um tær søgur, ið eru við í savninum, og um samsvar er millum hesa allýsing av vísindaskaldskapi og tað, sum vanligi lesarin higartil hevur fatað sum vísindasøgur ella science fiction.
So hóast einki beinleiðis verður sagt um endamálið við bókini, er tað helst at vísa á, at vísindabókmentir ikki eru so lættisóppasligar, sum hildið hevur verið, og haraftrat er bókaútgávan helst eisini ein roynd at menna vísindabókmentir í føroyska bókaheiminum.
Bestu søgurnar
Í savninum eru í alt 15 søgur, og tær eru settar í tíðarrøð. Lagt verður sostatt fyri við tí elstu søguni, sum er "Móðurmerkið" (1843) eftir Nathaniel Hawthorne. Søgan er ein heilt vanlig vísindasøga, har í ein ørur vísindamaður roynir at taka burtur eitt móðurmerki av konu síni. Men samstundis sum hann tekur móðurmerkið burtur, tekur hann eisini lívið av konu síni. Gotiski óhugnadámurin liggur yvir søguni, og hon er yvirhøvur bæði melodramatisk og grotesk.
Tvær av teimum 15 søgunum eru ikki beinleiðis vísindaskaldskapur, men furða. Sostatt er ikki nakar beinleiðis vísindaligur kjarni í søgunum. Onnur er speirekandi metasøgan, "Líknilsið um slottið", eftir Borges, og hin er "Tann himmalski bussurin" eftir E.M. Forster.
Sum vant vísir Borges á, at mimesis ella eftirlíkning í skaldskapi ikki ber til, og at tað er vanahugsan og pátrúgv at halda at skaldskapur avmyndar veruleikan. Hetta er tískil bert ein mýta. Og sum vant er skrivingarlagið hjá Borges fast og neyvt. Tað er so at siga øvugt av tí í "Blindamannalandi" eftir H.G. Wells, tí Borges nýtir altíð sera fá orð (søgan er einans tvær síður) til at siga ógvuliga nógv, serstakliga um málið í sjálvum sær og um, hvussu tað virkar. "Tann himmalski bussurin" er satt at siga ein himmalsk søga. Ella rættari: søgan er eitt líknilsi um ta listaligu upplivingina. Hon minnir okkum um sjálvt endamálið við at lesa skaldskap. Málið ella skaldamálið er ikki bert ein lutur í sjálvum sær, men ein miðil, ið veitir innlit og listaligar upplivingar og opinberingar. Søgan er gott dømi um, hvussu list og skaldskapur hevur yvirtikið leiklutin, sum kristindómurin og tann guddómliga opinberingin hevði áðrenn romantikkina.
Kortini er ymiskt, hvussu góðar søgurnar eru. Tær vánaligastu eru tær eftir Ray Bradbury. Samrøðurnar eru livandi, men sum heild eru søgurnar lættisóppakendar, og líkt er til, at ein søga sum t.d. "Panorama" miðvíst er skrivað til onkra amerikanska avís - fyri pengar. Hon er eins tunn og hon er grunn, og hon sigur yvirhøvur lítið - kanska einki. Og haraftrat er søgan "Vindurin" sum at lesa Stephen King - og kanska er frægari at lýsa hesa søguna sum "horror" ella ræðusøgu, enn sum vísindasøgu. Sama ber til at siga um "Graslendið", so ræðandi sum hon er, men henda søgan er kortini tann frægasta eftir Bradbury.
Seinasta søgan í savninum er tittulsøgan "Tað nýggja Atlantis" (1975) eftir Ursulu K. Le Guin. Søgan er heldur langrøkin, tí alt ov lítið (hug)flog er yvir søguni og skrivingarlagnum. Tað besta í søguni eru brotini, sum eru skrivað við skákskrift, og sum lýsa, hvussu ein nýggjur heimur, "Tað nýggja Atlantis", miðvíst og stigvíst kemur undan kavi - og verður til. Men sum heild er tann samfelagsatfinnandi hugburðurin mótvegis einum, amerikonskum ræðusamfelag eina ferð í framtíðini alt ov einfaldur, og skulu fleiri dystopiir um ræðandi framtíðar-Big-Brother-samfeløg skrivast, mugu hugskotini hava meiri upp á seg, enn hetta hjá Le Guin.
Undantiknar omanfyrinevndu furðusøgur eftir Borges og Forster, eru tær bestu søgurnar tær tríggjar hjá J.G. Ballard, umframt "Glæma av farnum døgum" eftir B. Shaw ("Móðurmerkið" eftir Hawthorne er eisini væl við í kappingini, men søgan dragnar kortini við sínum romantiska og siðbundna hugburði - hon hamast heldur nógv upp á Frankenstein (1818) eftir Mary Shelley).
Sum nevnt, er Ballard frálíkur, og søgan "Tíðarinnar urtagarður" er kanska tann besta vísindasøgan í hesum úrvali. Hon er rættiliga surrealistisk og hugfangandi, og tíðarhugtakið í søguni er serstakliga áhugavert. Á bls. 361 nevnir Hanus entropi-hugtakið, og hann setir tað - av røttum - í samband við hesa søguna.
Somuleiðis er myndamálið frálíkt: "Bløðini, ið mintu um pálmabløð, høvdu fyrr verið glær, men vóru nú kámað av teimum steinrunnu æðrunum. Ovast á hvørjum stelki var tíðarblómstrið, til støddar sum eitt steyp, tey óskygdu uttaru krúnubløðini umgyrdu krystallhjartað. Gimsteinaglansurin rúmaði túsund andlitum, krystallin sýntist at súgva alt ljós og alla rørslu úr luftini. Í tí blómurnar spakuliga leiftraðu í kvøldarlotinum, glógvaðu tær sum flammunomin spjót" (bls. 178). Tað sæst, at Ballard er ein høvundur, sum nýtir krystallið í myndburðum sínum, og sum eina mynd, ið sipar til "menniskjans vónleysu støðu í tí ójavna dystinum við tíðina", sum Hanus sigur. Men merkisvert er kanska, at nógvir aðrir høvundar úr heimsbókmentunum sum til dømis Calvino, Valéry og Mallarmé, eisini nýta krystallmyndina at kalla á sama hátt sum Ballard og Shaw.
Hugskotið til søguna "Glæma av farnum døgum" eftir Bob Shaw er sera upprunaligt. Í søguni hoyra vit um eitt fyribrigdi, sum verður nevnt "seinglas", og sum til ber at seta í vindeygað hjá sær. Men glasið er ikki vanligt glas, tí inni í tí síggjast hendingar, sum eru farnar fram nærindis glasinum, meðan tað var í ger. Einfalda og krystallklára orðalagið hevur við sær, at persónarnir trína sera livandi fram, ja, tað er eins og tú sjálvur vart hjástaddur og sá alt við egnum eygum. Tó er próvførsla hansara fyri seinglasinum hvørki serstakliga snøgg, tíansheldur sannlík.
Vísindaskaldskapur 1816 - 1975
Sum nevnt, er aftast ein grein um tekstaslagið vísindaskaldskapur, ið Hanus Kamban hevur skrivað. Hetta er ein bókmentasøgulig yvirlitsgrein, sum er sera upplýsandi - myndprýdd er hon eisini - og lesarin fær nógv nýtt og áhugavert at vita. Eyðsæð er eisini, at hon er skrivað av einum høvundi, ið tykist at hava stóran áhuga fyri hesum evni.
Men hóast einki beinleiðis skeivt er í greinini, er kortini líkt, til at pennurin hjá høvundinum hevur verið heldur kvikur og óansin onkustaðni, eitt nú í tí fyrsta partinum um romantikkina. Tí her kundi okkurt verið meiri neyvt og nágreinligt orðað.
Til dømis lýsir Hanus skaldsøguna Frankenstein soleiðis: "Frankenstein eftir Mary Shelley er bygd upp sum ein rammuskaldsøga, við einari søgu uttast og trimum øðrum søgum inni í henni, sum í eini skipan við eskjum inni í eskjum. Høvuðspersónur og frásøgumaður í tí uttastu søguni er Robert Walton, ein enskur skipari, sum ætlar sær at finna norðpólin. Á ferðini finnur hann, á ísinum, tann illa á holdum komna Viktor Frankenstein. Frankenstein sigur honum sína søgu, sum so verður bulurin í skaldsøguni" (bls. 314). Hanus hevur rætt í, at hetta er rammuskaldsøga (og alt møguligt annað, tí hetta er stutt sagt eitt bland av fleiri ymiskum tekstasløgum), men í skaldsøguni eru ikki fýra søgur, men einans tríggjar tilsamans: fyrst er brævasambandið hjá Walton við Mrs. Saville, síðani kemur lívssøgan hjá Viktori Frankenstein, sum hann sigur Walton, og innasta "eskjan" er søgan hjá vanskapninginum, sum hann sigur Viktori.
Haraftrat sigur Hanus á bls. 310, at "? trý teirra - Byron, Shelley og Mary Godwin - samdust nú um, at tey hvør sær skuldu skriva eitt verk, sum bygdi á onkran yvirnatúrligan kjarna".
Jú, tey samdust um, at tey hvør sær skuldu skriva eina ræðusøgu. Men Polidori, læknin hjá Byron, var eisini umfataður av "semjuni" ella avtaluni hjá hinum trimum - og tað var Claire, hálvsystir Mary Shelley, annars eisini. Men tríggjar síður seinni staðfestir Hanus, at "Tað spurdist einki munagott burturúr hvørki hjá Byron ella Shelley" (bls. 313), men at Mary Godwin (seinni Mary Shelley) fekk eitt hugskot sum hálvtannað ár seinni varð til skaldsøguna Frankenstein. Rætt er tað, at einki spurdist burturúr hjá Shelley - hann dugdi best at skriva bundnan skaldskap. Men hjá Lord Byron kom somikið burturúr, at frálíka ræðusøgan "The Fragment" varð til, sum er fýra síður um ein blóðsúgvara, ein vampyr. Seinni nýtti Polidori "The Fragment" sum íblástur, og til at betra um sína egnu søgu, sum fekk heitið "The Vampyre: a Tale". Henda søgan eftir Polidori var fyrstu ferð givin út í 1819, og hon gjørdist gitin um nærum alt Evropa, og hon verður framvegis lisin av øllum, ið dáma gotiskar søgur. Seinni hevði søgan eisini somikla stóra ávirkan á Bram Stoker, at skaldsøgan um Dracula (1897) neyvan hevði sæð dagsins ljós um "einki munagott spurdist burturúr hjá Byron".
Síðan sigur Hanus á bls. 317, at Borgin í Otranto (The Castle of Otranto) eftir Horace Walpole er "ein tann fyrsta gotiska skaldsøgan..." Men Borgin í Otranto er rætt og slætt TANN fyrsta gotiska skaldsøgan. Hon hevur undirheitið "A Gothic Story" og tílíkt tekstaslag hevði eingin hoyrt um, tá skaldsøgan kom út í 1764. Skaldsøgan gjørdist ættfaðir til tað gotiska tekstaslagið í víðari merking. Tó ber neyvan til at siga, at tey gotisku drøgini í skaldsøguni hjá Walpole eru meinlík teimum í Frankenstein. Tí í Frankenstein er einki beinleiðis yvirnatúrligt, alt verður sagt at hava "natúrligar" orsakir. Til dømis verður ikki kveikt lív í skapningin við guddómilgum íblástri, men við verðsligum ravmagni. Heldur er tað sjálv lagna Viktors - so ræðulig sum hon er - ið vekur gotiska ræðslu.
Eisini er skilagott at seta Viktor Frankenstein í samband við sagnarfigurin Faust, og við sýndafalsmýtuna um Adam og Evu. Men í hesum sambandi átti Prometheus-mýtan úr griksku gudalæruni kanska eisini at verið nevnd, havandi í huga, at skaldsøgan jú ber undirheitið "or the Modern Prometheus", og at t.d. meistaraverkið Faust eftir Goethe júst hevur mýtuna um Prometheus sum grundarlag, umframt at henda mýtan hugkveikti flest allar romantikarar.
Men sum heild má sigast at greinin er sera upplýsandi og úrtøkumikil lesnaður, og harumframt er at fegnast um, at Hanus lýsir og flytir yvir í føroyskt týdningarmikil tulkingaramboð úr vísind og heimspeki, sum t.d. entropi-hugtakið.
Lív á jørð
Sum heild er Tað nýggja Atlantis væl úr hondum greidd - villurnar innihaldsliga eins væl og formliga eru fáar og smáar. Yvirhøvur er Tað nýggja Atlantis eitt ruddiligt bókmentaverk, og við hesum savni eydnast tað Hanusi Kamban at vísa á, at vísindasøgur ikki bara eru undirhald og spenningur. Tær flestu søgurnar eru júst av tí hugfloygda slagnum, ið beina tankar lesarans inn í villiniborgir eins væl og út á villar víddir. Søgurnar fáa okkum at hyggja við øðrum eygum - at okkum sjálvi. Og havandi søgurnar hjá Ballard og Shaw í huga, hevur tekstaslagið ivaleyst uppiborið størri bókmentafrøðiligan ans, enn tær higartil hava fingið. Og tað er kanska ikki heilt av leið tá Hanus sigur, at "Tekstirnir hjá Ballard bera prógv um, at vísindaskaldskapur við tí nýggjastu alduni megnaði at hevja seg upp undir liðina á tí besta í meginráksbókmentum" (bls. 359). Men hinvegin: Ber tað veruliga til at meta Ballard javnt við Dostojevskij, Flaubert, Kafka, Musil, Proust...? Og um so er, hvussu ber tað til? Orsøkin er helst tann, at allýsingin av vísindasøgum er somikið víðkað í dag, at hon eisini fevnir um søgur, ið vanliga ikki verða fataðar sum vísindaskaldskap, samstundis sum "meginrákshøvundar" (t.e. høvundar úr heimsbókmentunum) yvirhøvur hava fingið størri áhuga fyri vísind. Í øllum førum er líkt til, at allýsingin sum verður nýtt í Tað nýggja Atlantis er víðkað út um tað, ið tey flestu higartil hava sett í samband við vísindaskaldskap ella science fiction: søgur um mannlíkar, firringar (aliens), marsbúgvar, tólmennir og sovorðið, vit hava sæð í Star Wars og Alien. Slíkar vísindasøgur eru ikki at finna í Tað nýggja Atlantis, og tað er í fínasta lagi, tí lív og lagna menniskjans á fold er framvegis størri og ríkari atfeingi í list og skaldskapi, enn marsbúgvar og ótespiligir rúmdarbúgvar... ella sum Einar Már Gudmundsson orðar tað - og leysliga endurgivið:

Spyr ikki um lív er á øðrum klótum, fyrr enn tú hevur vissað teg um, at lív er á hesari.