Vónbrot

Tað byrjaði so gott við føroyskari leiðslu fyrstu 10 minuttirnar, men síðani gekk av skriðjuni, og eftir dystin stendur spurningurin, hvørt talan bara var um nýggju klæði keisarans

Føroyar-Finnland

Umframt at vera ein væl umtókt sodavatn her heima hjá okkum, so er sisu eisini heitið, sum eyðkendi finski stríðsviljin hevur. Og hesin køvdi føroyska A-landsliðið í manshondbólti so ruddiliga, tá landsdysturin var á skránni sunudagin.

Dreymabyrjan
Vónirnar til dystin vóru annars stórar. Tapið í Finnlandi hevði kanska verið greitt, men tølini frá teirri ferðini søgdu, at okkara menn í trý korter spældu fult upp til mótstøðuna. Og við fyrimuninum av heimavøllinum í bakhondini vóru fleiri tí av teirri fatan, at her kundi kanska spyrjast eitt munagott úrslit burturúr. Í best føri ein sigur, og í øllum førum eitt heiðurligt tap.
Og tað sást eisini aftur í áskoðaratalinum, at fólk væntaðu sær nakað. Longu hálvan tíma undan dystinum var trupult at finna nakað líkinda pláss at seta bilin, og tá dysturin skuldi blásast í gongd, var høllin so stúgvandi full av vónríkum áskoðarum.
Og fyrstu løtuna høvdu hesi nógv at hava vónirnar í. Halgi Dahl-Olesen, sum als ikki var á málskjúttaralistanum í Finnlandi kundi við tveimum brandskotum leggja føroyingar á odda, og tá føroyska træverkið samstundis tók tað, sum ein annars væl leikandi Jens Skipagøta ikki fekk hendur á, kom veruligt lív í áskoðarafjøldina.
Sjálvandi komu gestirnir eisini á talvuna, men fyrstu 10 minuttirnar ella so sá slettis ikki so galið út hjá okkara. Í verjuni stríddust leikararnir sum úlvar á skóg, og mest sum hvørja ferð ein finnlendingur riggaði til eina skotroynd, var ein føroyskur kroppur á honum, soleiðis at friðurin til skotini var lítil og eingin.
Men har fánaði alt. Orsøkirnar til hetta eru ivaleyst fleiri, men onkursvegna mundi tað eisini vera so, at her gekk mest sum ov væl. Tosað hevði jú verið so nógv um, at okkara menn kanska veruliga kundi gera nakað við finska liðið, og á tann hátt gjørdist byrjanin kanska eitt slag av einum kodda. Hetta gekk jú fínt!
Men hevði nakar á føroyska liðnum ætlað, at finnlendingarnir skuldu fella í fátt soleiðis eftir sløkum 10 minuttum, so fóru teir so dyggiliga skeivir. Við aggressivum spæli tóku teir skjótt broddin av føroyska álopsspælinum. 5-1 verjan líktist í løtum eini regulerari mansverju av Inga Olsen, og tað var sjónligt, at hetta darvaði føroyska álopsspælinum almikið. Heldur ikki vongspælið, sum ikki hevði koyrt serliga væl í Finnlandi, men sum skuldi betrast nú, var nøkur hóttan í so máta. Einamest tí pressið frá bakspælarunum var sera lítið, og at sendingarnar út á veingin tí mest vóru at rokna sum alibi-avleveringar, heldur enn avleveringar, sum veruliga kundu skapa gjøgnumbrotsmøguleikar.

Ov læstir
Eitt annað, sum eisini kom til sjóndar, var, at hóast føroyingarnir kanska høvdu havt vónir um eitt gott úrslit ? og hóast góðu byrjanina ? so var ein ov stór virðing fyri mótstøðuni onkursvegna innbygd í føroyska liðið.
Eftir bragdliga byrjanina var tað í øllum førum so, at føroyski verjuparturin gjørdist alt meira tamur. Finnlendingarnir fingu alt betri stundir at koyra álopskombinatiónirnar ígjøgnum, og tá okkara verja mest sum bara stóð og bíðaði í eini roynd at blokka hoppskotunum, fór av álvara at ganga galið. Við standandi avsettið at skula blokka hoppskotum frá yrkisleikarum úr Svøríki, Týsklandi og Danmark, er í øllum førum ikki nakað, sum nakar vanligur hondbóltsleikari sleppur væl frá, og tað sluppu okkara heldur ikki.
Og vánaliga gongdin forplantaði seg so líðandi eisini til álopspartin. Tað var sum um alt dirvið varð sogið úr føroysku leikarunum. Spælið gjørdist alt meira flatt og sterilt uttan nakra veruliga hóttan, djúpd ella breidd, soleiðis at skotroyndirnar aloftast vóru í neyð vegna vandan fyri nøli, og hóast møguleikin í nøkrum førum beyðst fyri gjøgnumbrotum, so varð als ikki roynt at fara eftir hesum.
Heldur ikki áskoðararnir tóktust at dáma íkomnu støðuna serliga væl. Tað er annars júst í slíkum støðum, at liðið hevur tørv á at togast uppaftur, men har hoyrdist neyvan eitt kis. Kanska vóru vónirnar settar ov høgt, men fyri leikararnir man tað neyvan hava kenst sum nakar stuðul, at uppbakingurin frá eini fullari høll skuldi vera somikið lítil. Eitt time-out bøtti kanska eitt sindur um støðuna, soleiðis at okkara heldur royndi at taka ferðina av finnlendingum, og tískil forða fyri, at munurin skuldi gerast alt ov stórur, men nakar veruligur bati ella nøkur uppreisn var ongan tíð talan um.

Klæðir keisarans
Longu tá farið varð undir aftur seinna hálvleik, var so spakuliga farið at tynnast á áskoðaraplássunum. Í øllum førum so, at fólk ikki longur stóðu og trokaðust við dyrnar. Og hjá teimum, sum enn vóru eftir, mundi talan í stóran mun vera um eina bíðan eftir, at hendan sjálvbodna sjálvpínslan skuldi enda.
Hóast talan framhaldandi var um stórspæl frá Jens Skipagøta, so heglaðu málini inn í netmeskarnar, og tað stóð mest sum greitt, at einasta vónin fyri einum bata í úrslitinum mundi vera, at gestirnir settu seg nøgdar við tað, sum var farið fram, og soleiðis fóru at seta ferðina niður. Nakar føroyskur vilji at muta ímóti sást í øllum førum ógvuliga lítið til hendan dagin, tó at júst hetta so ofta hevur verið júst eyðkennið hjá føroyskum liðum, sum royna seg móti útlendskari yvirmakt.
Og so var tað eisini, at áskoðararnir fóru at spyrja seg sjálvar, hvørt hetta í veruleikanum bert var ein nýggj útgáva av søguni um klæði keisarans. Kundi føroyska liðið, sum nógv hevur verið tosað og skrivað um, veruliga ikki sýna annað enn hetta?

Smáir glottar
Til tann spurningin er tíbetur skjótt at svara noktandi. Føroyska avrikið sunnudagin var ikki gott, og er helst tað lakasta, síðani nýggja landsliðstíðarskeiðið hjá HSF byrjaði. Men at hugsa sær, at leikararnir ikki megna meira enn tað sama, er tó rakt við síðuna av.
Umberingar skulu ikki verða bornar fram á hesum síðum, men avrikini undanfarnu tvey árini hava í øllum førum prógvað, at hornasteinarnir á liðnum eru í lagi. Við miðvísu venjingarætlanini, sum varð løgd tíðliga í vár, átti fortreytirnar fyri enn betri avrikum eisini at veri staðar, og við alsamt fleiri útisetum átti eisini at borið til hjá einstøku leikarunum at vant seg eitt hægri støði í gerandisdegnum.
Og so hoyrir tað eisini við, at hóast úrslitið hesa ferð ikki varð nakað serligt, so vóru einstakir glottar at hóma. Jens Skipagøta, sum hevur verið í Danmark hetta seinasta árið, stóð sum ein sannur brandur, og kann so ikki lastast fyri eitt tað einasta eitt av finsku málunum. Mortan Hansen sýndi framúr evni á strikuplássinum, tá hann varð sendur á vøllin, og benjamin á liðnum ? Sveinur Justinussen ? fekk avgjørt prógvað, at hann so sanniliga er ein leikari, sum vit kunnu rokna okkum nógv av komandi árini. Ikki minst, tá hann seinna partin av seinna hálvleiki slapp at royna seg sum bakspælari. Og so er tað eisini ein stórur vinningur fyri liðið, at Tróndur Joensen nú aftur er at síggja. Av lestrarávum hevur hann ikki tikið lut í landsliðsaktivitetunum higartil, men eftir avrikini í hesum báðum fyrstu dystunum man neyvan nakar vera í iva um, at hann er sjálvskrivaður til eitt pláss á liðnum.
Fyri flestu av hinum er so galdandi, at sunnudagurin er ein dagur, ið sum skjótast skal leggjast aftur um bak. Ikki gloymast, tí har vóru sanniliga dýrt keyptir lærupengar, men næsta uppgávan er einans knappa viku burturi, og til ta tíð er at vóna, at teir allir sum ein hava reist seg, soleiðis eitt munandi betri úrslit ? og í øllum førum avrik ? verður at síggja fríggjadagin.

Dysturin í tølum
Føroyar-Finnland 15-31 (8-15)
Málskjúttar:
Føroyar: Halgir Dahl Olesen 4, Mortan Hansen 3, Sveinur Justinussen 2(1), Tróndur Joensen 2, Martin Hummeland 2, Áki Olsen 1, John Zachariasen 1
Finnland: Marcus Sjøstedt 10, Bjørn Momberg 6(2), Teddy Nordling 5, Sebastian Aarnio 4, Mikko Koskua 3, Tommi Sillanpää 2, Jyri Welling 1, Patrick Westerholm 1(1)
Brotskøst: Føroyar 3, Finnland 4
Útvísingar: Føroyar 4, Finnland 4
Dómarar úr Noreg