– Eg haldi tað hevði verið sera spennandi at sloppið at umboðað Føroyar á fólkatingi, segði tingkvinnan hjá Javnaðarflokkinum.
Helena er avgjørd, at hon fer ikki at stilla upp aftur til løgtingsvalið, sjálvt um hon als ikki veit, um Javnaðarflokkurin fær eitt umboð á fólkating.
– Nei, eg fari ikki at stilla upp til løgtingsvalið. Eg vil sera fegin, um Føroya fólk hevur álit á mær, taka heilt ella partvíst tørn á fólkatingi. Eg ynski at royna at arbeiða meira á tí altjóða pallinum fyri Føroyar, sigur Helena Dam á Neystabø.
Royndir niður á fólkating
Hon hevur verið í føroyskum politikki síðani 1990.
– Eg havi verið ómetaliga fegin um at hava verið við til at mynda føroyska politikkin, millum annað tá ið landið var í fíggjarligum trupulleikum. Eg eri fegin, at nógv er broytt, og at fólk nú velja Føroyar til. Tað gongur tann rætta vegin.
Tað er ein góð kensla, at vit eru komin so langt, og nú haldi eg, at aðrar góðar ungar kreftir kunnu taka við, sigur Helena Dam á Neystabø.
– Eg hevði hildið tað vera sera spennandi at umboða Føroyar á fólkatingi. Eg havi nógvar royndir, og tær kann eg spæla inn við. Tað hevur stóran týdning at vera áhaldandi og ikki geva upp, sigur Helena Dam á Neystabø.
Áhaldni
Nakað av tí, hon heldur vera týdningarmikið er at tosa søkina um fullan sjálvsavgerðarrætt í Føroyum, at vit verða viðurkend í Danmark, Norðurlondum og í heiminum.
– Tað gevur úrslit til síðst at vera áhaldandi. Tað síggja vit til dømis aftur í málunum um undirgrundina, skúlan og fólkakirkjuna, sum øll eru komin á føroyskar hendur, sigur Helena Dam á Neystabø.
Kapping innanhýsis
Tað er kapping millum tey 15 valevnini hjá Javnaðarflokkinum um at sleppa á fólkating.
– Í øllum politiskum talvum er kapping millum tey, ið stilla upp. Øll mugu vilja vera vald av fullum huga. Tað ræður fyrst og fremst um, at flokkurin fær umboð á fólkating. Hvør tað verður, vil tíðin vísa. Eg vil tó sera fegin taka eitt tørn á fólkatingi, tí sessurin er týdningarmikil, sigur Helena Dam á Neystabø, sum er forkvinna fyri tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum.









