finessum og loyndarmálum. Um Hohmansrásir, um atommotorar, plasmamotorar og jonmotarar, og um brennievni av flótandi hydrogen og oxygen, sum tilsett ein tanka av fluor og eitt vet av metalunum lithium og beryllium [...] síðani, táið landið og fólkið jú var tað sama bæði í vavi og tali, sum nú, og eingin vitsti hvørki av Finn Norman og ella øllum hansara vesin. Og tí vilja tey nú taka málið upp aftur, og halda tað hóskandi [...] Mars og neyðars Pluto í einsemi og langtan eftir fyrijáttaðari vitjan av FNC frá klótuni. Farin er Finn Norman við milliónini í punginum, um so hansara ond enn sveimar í Tinganesi, og at hann av og á, sigst
nógv falnir seinastu tíðina. Og tað eru nógvir fiskimenn, sum geva Fiskavirking skyldina. Teir siga bart út, at nú so nógvir keyparar bæði í Norðoyggjum, Suðuroynni, Sandoynni og Vágoynni ikki fáa keypt á [...] arbeiðssteðgurin ávirkar teir nógv, og kostar teirmum nógvan pening. ? Sambandið millum oyggjarnar gongur ikki sum vant. ? Tað ger, at avskipingar verða seinkaðar, og yvirhøvur ger arbeiðssteðgurin tað [...] minni fisk, enn teir annars høvdu ætlað. ? Og tað sigur seg sjálvt, át táið støðan er so trupult, ávirkar tað prísirnar. ? Men vit noyðast at bjóða sum onnur, og tað eru ikki vit, sum leggja prísstøðið,
Kríggj er á Balkan og túsundtals Kosovo-albanar eru og verða riknir frá húsi og heimi út í óvissuna, óttan og deyðan, meðan NATO roynir at basa Slobodan Milosevic. Hóast intensivan tíðindaflutning úr krígsherjaða [...] um kríggið og tvídráttin, og at geva røddum, ið virða fólkaræðið, rásarúm. Gjøgnum hetta arbeiðið vil IWPR vera við til at loysa tvídráttin og at styrkja civila samfelagið, fólkaræðið, lóg og landaskil [...] verið milluum serbar og albanar í Kosovo, og síðani hevur økið verður hótt av kríggi. Ein loysn má finnast til henda tvídráttin og eitt svar givið til "The Albanian Question". Eitt er vist. Serbar geva ikki
plantuliting og øðrum. Annað mangt stendur í felagsblaðnum hjá Føroya Heimavirkisfelag, um skeið, legur, útferð og síðsta aðalfundin í felagnum. Stóra framsýningin Hendur&Hugflog verður eins og undanfarin [...] eru góð ráð og leiðbeining um, hvussu tann rætti prísurin verður roknaður út. Felagsarbeiði Heima á Garði Tiltakið hjá Føroya Heimavirkisfelag við Livandi Savninum í Hoyvík verður nú víðkað og broytt eitt [...] m verður arbeitt við ull, træskurði, roði, virkan av bondum og øðrum. Framsýning er eisini í húsunum. Í smiðjuni verður arbeitt við jarni og úti verður sum nevnt ríðing. Onnur tiltøk verða kanska á skránni
Leirvíksfjørð, og tá ið hann var til venjingar sama kvøld, merkti hann væl, at hann var aftan fyri liðfelagarnar í venjinarstøði. Hetta legði venjarin hjá KÍ eisini til merkis og segði tað við Niklas, og tískil [...] hvønn vegin, og tað er skjótt at rokna út, at ein skúlanæmingur, sum í mesta lagi fær 2.200 krónur í studningi um mánaðin ikki hevur ráð til at gjalda 200 krónur um dagin til ferðing. Gist á Norðskála Teir [...] at hann hevur skyldfólk á Kambsdali, sum hann býr hjá. Bæði Anja og Niklas harmast um, at verkfallið serliga rakar útjaðaraøkini, og hóast tey hava tað gott, har sum tey búgva undir verkfallinum, so leingist
Patursson. Eins og mong onnur, gongur hann og hugsar um støðuna í Kosovo og Jugoslavia í hesum døgum. ? Ein fær næstan marrudreymar, sigur hann heldur fjarur, men mannar seg síðani upp og staðfestir, at [...] ? Hvar liggja londini og landspartarnar, hvørji eru menniskjuni, ið búgva har, hvussu er politiska lívið, og hvørji mentunarlig og átrúnaðarlig virði umboða hesi fólk. Eins og áhugavert hevði verið at [...] upp, og siga, at alt bara kann vera tað sama. At vit noyðast at góðtaka, at menniskjan er ónd, og kríggj tískil altíð fer at vera..? ? Men, tað er ikki vist, at kríggj er, tí at menniskjan er ónd, og eg
um at tala ferðin ?út í sveyt? - og kanska eitt sindur longur. Koyrdu langa leið við bussinum, til ikki kundi koyrast longur, og so við Jeepum og kavaskutara eftir ísi og kava langt eftir fjøllunum niðan [...] niðan til Háfoss, sum liggur 500 m uppi og fellur í fríum lofti 120 m. Hetta var serstakt og stórfingið og tú fekst fatan av víddum og hvussu stórt landið er, tó at vit bert ferðaðust eftir einum lítlum parti [...] himnasmiður? og ?Land, míns føður?, um kórið sang. Tó var ringt at koma uttanum perlurnar úr Fuglafirði: ?Páskaljóð og Summi fólk? við løgum av Jógvan á Lakjuni og orðum eftir: Alexander Kristiansen og Ismar
brýtir niður. Um gleðina og fyrigevingina. Um syndina og um náðina. Um lív og sælu, og um frelsu og um glatan. Jesus trínir fram í dag og sigur: ?Eg eri!? Hann talar við myndugleika og við fastleika. Ja, vit [...] sum vil leiða og stýra, og ikki sum leigusveinurin, sum vil villleiða og forstýra! Hirðin og leigusveinurin er eisini dømi um tað, sum gott er og um tað ringa. Um tað, sum byggir upp, og um tað, sum brýtir [...] talan um, at eitt orð er eitt orð og ein maður er ein maður! Tað er hirðans rødd, sum talar við mildleika og fastleika og vil, at vit skulu vera eitt fylgi, og ein hirði. Og sjálvt um vit tosa um ein hirða
nógvum fólki, og so við og við eru tey vorðin ein av teimum hálvkendu bólkunum í Danmark. Tað vil siga, at nógv hava hoyrt og dámt tey, og pressan og tónleikaheimurin veit, hvørji tey eru, og respektin er [...] føroyingur og ikki nóg ofta fær høvi at vitja her, ynskja tey at steðga longri. Tey ætla at síggja eitt sindur av Føroyum og eitt sindur av føroyingum og at hoyra eitt sindur av tónleiki, og tey hava longu [...] eini kapping er verdur, og tað er ikki vist, at hann er nakað verdur. Heldur ikki fyri (glorybox), men hvussu er og ikki, so svingar tað hjá teimum. Ella groovar, sum tað eitur. Og nú koma tey til Føroya
Drelnesi. ? Og tað skilji eg fyri so vítt væl, tí Danbor er eitt stórt og sterkt felag ?Men eftir mínum tykki bindur hetta Tvøroyrar Býráð. ? Tí nú ber illa til at bjóða Drelnes út til onnur feløg.? Og hvat hendir [...] Oljuvinnuráð til eitt oyggjarfelag. Herfyri var aðalfundur í Tvøroyrar oljuvinnuráð, og har varð samtykt, at víðka ráðið og at gera tað til oyggjarfelagið Suðuroyar Oljuvinnuráð. Sostatt eru vinnuvirki í allari [...] fast at einum oljufelag, og tað ikki verður við í oljuvinnuni-skulu vit so ongan møguleika hava at bjóða øðrum feløgum at gera oljuhavn í Suðuroy. ?Avleiðingin av tí hevði fyri vist verið, at vit missa o