Fagnaðurin stórur og rósini nógv

Ikki er gott at vita, um talan er um egnan stoltleika ella betri kunnleika, men íslendingarnir høvdu serliga gott at bera teimum íslendsku sangunum, kórið sang. Tó var ringt at koma uttanum perlurnar úr Fuglafirði við løgum av Jógvan á Lakjuni og orðum eftir Alexander Kristiansen og Ismar Joensen

Fuglafjarðar sangkór varð stovnað í 1932 og hetta er fyrsta uttanlandsferðin, kórið hevur gjørt. Ferðin kom í lag sum liður í vinarbýarsambandi millum Fuglafjørð og Selfoss. Síðsta summar hevði kórið vitjan av Vørðukórinum, sum er sett saman av fólki úr Selfossi og bygdunum norðanfyri ? Burfell, Árnes, Flúðir og har um vegir.


Blíðskapur

Ferðin yvir varð gjørd við leiguflogfari frá Atlanic Airways. Tað var ikki eiti á blíðskapi, ið møtti kórinum frá fyrsta degi. Móttøka var á søguliga staðnum Skálholti, har borðreitt varð við frálíkari fiskasuppu. Kirkja hevur staðið har meir enn 1000 ár.

Síðani vóru kórlimirnir skipaðir tveir og tveir til vertsfamiljur. Í flestu førum varð gist hjá fólki úr Vørðukórinum, sum jú kendu fuglfirðingarnar frá Føroya-ferðini.

Tað var ikki endi á blíðskapinum, við heingikjøti, hákelling og øðrum serstakum íslendskum. Men tó var gott at hitta koddan, tí farið var um miðnátt og kórið skuldi dagin eftir (31. mars) á skoðanarferð.


Heitir pottar

Fleiri vórðu boðin í ?pottin? snimma á morgni við gleri á kantinum, tí kalt var - fyrstu dagarnar var um 8 kuldastig. Potturin er lítil hylur uttandura við sera heitum vatni frá heitu keldunum, sum vóru nógvar av í økinum. Har var so heitt, at ringt var at koma niðurí, hóast kuldin var nógvur ? Og ofta var rámur svávulroykur afturvið, sum tú skuldi venja teg við. Men hevði tí verið niðri í, so var dagurin bjargaður.

Sum sagt var ikki eiti á gestablídni og vildu vertirnir vísa okkum sum mest, eisini heima á garðinum, sum oftast hevði nógv ross, kýr og onkrar seyð eisini. Kórið fór langa leið við bussi kringum í økinum og vit sóu Burfell, Árnes, Flúðir, Geysir, Gullfoss, Heklu, (sum teir væntaðu fór at goysa hvørja løtu) el-kraftverk, vakstrarhús, endurreistar víkingabúðir, o.m.a.

Ein av djørvu kórlimunum hevði saman við verti sínum á kavaskutara koyrt heilt uppá tromina á gosopinum á Heklu ? Íslendingurin hevði skemtandi havt á munni, at í Íslandi varð sagt, at undir Heklu var Helheimur: Onkur hevði verið so nær opinum, at hann hevði hoyrt mannamál; men hildu seg bert hoyra danska talu.

Ikki er um at tala ferðin ?út í sveyt? - og kanska eitt sindur longur. Koyrdu langa leið við bussinum, til ikki kundi koyrast longur, og so við Jeepum og kavaskutara eftir ísi og kava langt eftir fjøllunum niðan til Háfoss, sum liggur 500 m uppi og fellur í fríum lofti 120 m.

Hetta var serstakt og stórfingið og tú fekst fatan av víddum og hvussu stórt landið er, tó at vit bert ferðaðust eftir einum lítlum parti av landinum.

Á veg til Reykjavíkar koyrdu vit um søguliga staðið Tingvellir og greiddi staðkent fólk okkum frá søgu og støðum har.

Tá ið vit komu til Reykjavíkar var aftur long skrá fyri ymisk støð at vitja. Sjálvandi vitjaðu vit Bláa Láni, sum jú er kent baðistað, eisini við serliga heilsugevandi vatni frá heitu keldunum. Djóragarð, skoytubreyt, boulingarhøll og Perluna fingu vit at skoða umframt nógv annað.


Ikki bert útferð:

Sungið varð í Felagshúsinum í Flúðir, kirkjuni í Skálholti, kirkjuni í Selfossi, Felagshúsinum, sum hoyrir til kirkjuna á Akranesi, kirkjuni í Hafnafirðinum og í Langholtskirkjuni í Reykjavík, sum navnframi og føroyavinurin Jón Steffansson er knýttur at. Skráin var fjølbroytt við tónleiki og sangi úr øllum Norðurlondum, sum hoyrir páskirnar til.

Fagnaðurin var stórur og rósini vóru nógv, ið vórðu borin kórinum. Ikki er gott at vita, um talan er um egnan stoltleika ella betri kunnleika, men íslendingarnir høvdu serliga gott at bera teimum íslendsku sangunum ?Heyr himnasmiður? og ?Land, míns føður?, um kórið sang.

Tó var ringt at koma uttanum perlurnar úr Fuglafirði: ?Páskaljóð og Summi fólk? við løgum av Jógvan á Lakjuni og orðum eftir: Alexander Kristiansen og Ismar Joensen. Sangirnir vórðu sungnir av gentukóri, sum er ein av sterku síðunum í Fuglafirði.

Annars vóru nógv góð løg úr Fuglafirði hjá Frits Johannesen, Magnus Jacobsen og Niels Midjord, sum hvør á sín hátt klæða sera vøkur orð í fagrasta búna.

Tann í Føroyum eftir hondini heimskendi Johan Hentze, sum gongur í 7. flokki, berktók bæði íslendingar og kórsangarar við sínum heilt serliga trompetspæli, tá ið hann spældi solo og eisini spældi undir saman við kórinum. Av sonnum ein drongur við bjartari ?hornframtíð?.

Íslendingarnir sluppu eisini at hoyra Kingo-sang, sum Niels Midjord og Petur Jacob Eliasen sera hegnisliga stóðu fyri.

Tað var ein ikki sørt errin borgarstjóri úr Fuglafirði, Hallbjørg Hansen, sum saman við formanninum í Mentanarnevndini, John Heri Joensen, lítillátin sótu aftarlaga í áhoyrarafjøldini, og fegnaðust um teir mongu dýrgripirnar, sum kórið hevði at bera. Og ikki minst, at so stórt og áhaldandi arbeiði er lagt í hetta verk frá nógvum síðum gjøgnum nógv Harrans ár í Fuglafirði.

Býráðið hevur sanniliga eisini tøkk uppborna fyri stuðul og beinasemi og fyri tann fløva, sum merkist av, at tað breiða kórarbeiðið, sum fer fram í Fuglafirði, verður virðismett.

Endabresturin á ferðini, var sunnudagin, tá ið Fuglafjarðar sangkór hevði konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík. Á skránni, sum bar frá av íslandsferðini og páskahátíðini, var blandað kór, gentukór, solosangur, urguspæl, trompet við klaver og ikki at gloyma Kingosangur. Kórleiðari er Frits Johannesen.