so eydnaðist at fáa hetta stórmál loyst úr lagdi í sátt og semju. Og einki er at ivast í, at breiða politiska undirtøkan hevur ført við sær virðing í útheimi. Vit vístu, at føroyingar vildu, at hesin [...] til leiting og framleiðslu av kolvetni í føroysku undirgrundini givin á samkomu í Norðurlandahúsinum, har Eyðun Elttør, landsstýrismaður handaði loyvini. Nógv fólk var, sum vera man, komið saman bæði her [...] almennum føroyskum oljufelag, sum skuldi havt optión í øllum givnum loyvum. Og júst soleiðis ljóðaði uppskotið, sum ein minniluti í vinnunevndini skjeyt upp: »Í loyvum sambært stk. 1 skal landsstýrismaðurin treyta
Hetta gongur ikki eftir føroyskum framburðarreglum, men eftir íslendskum, har -ý hevur ein -i framburð, meðan vit vissuliga siga -ui í føroyskum. Tí skuldi tað, skal tað skrivast eftir føroyskum reglum [...] sum ikon ganga tey inn í málskipanina á ein annan hátt enn vanlig orð, t.e. symbol, sum vit stutt skulu nerta við niðanfyri. Í øllum teimum indoeuropeisku málunum, og allarhelst í fleiri øðrum av heimsins [...] sæst tað eisini, at tey eru annarleiðis enn vanlig orð í málinum. Tí er tað, at mann í staðarnøvnum hevur undarligar formar eins og Strapuli í Sandavági ella Roggutuóm, eitt seyðafylgi, sum kemur av
fylgt við honum í fleiri ár. Longu tá eg var venjari í Ajax Amsterdam fylgdi eg við stórum áhuga avrikunum hjá Jesper, sum tá var í Ølstykke, segði danski venjarin í vikuskiftinum. Roynt fólk Royndasti maðurin [...] eisini fer at gera hesa ferð. Í dag venur danska liðið á Tórsvølli klokkan tíggju. Sambært skránni skulu teir ikki venja í kvøld. Føroyska liðið skuldi venja kl. 19 í gjárkvøldið. Í dag venja teir kl. 11.30 [...] Hóast mjørkin argaði nógva staðni í gjár, so var eingin trupulleiki hjá flogfarinum fyrrapartin í gjár at lenda í Vágum við Morten Olsen, Michael Laudrup, danska fótbóltslandsliðnum og langa halanum av
annar er í Sortudíki, tí tá er friður at arbeiða. Við slíkum tilfari dámar mær best at fara í dýpdina og at gera mær ómak. Og tá kann tað órógva, um tú arbeiðir í vanligari arbeiðstíð, og fólk koma inn [...] hann kanska mest í brennideplinum sum limur í eini dómsnevnd, sum á nýggjárinum framdi eina heldur umstrídda nominering, men í gerandisdegnum hevur hann vunnið sær eina støðu, har hann í hugaheiminum hjá [...] Suni, sum ikki var tann í Sortudíki, sum rann skjótast móti myndatólinum, nú møguleiki eisini var at sleppa á skíggjan. Fyrsta royndin í so máta var helst, tá hann var vertur í nýggjárssending á gamla
soleiðis haldi eg, tað alt ov ofta er í veruleikanum. Kvinnur lata seg í alt ov stóran mun meta út frá leiklutinum sum mamma og kona, also einum leikluti, sum bara er til í kraft av nøkrum øðrum. Og ikki fyrr [...] teirra lívi. Hesar søgurnar skulu skiljast sum eitt skump í afturpartin á øllum kvinnum, sum ikki taka ábyrgd fyri sínum egna lívi. Í skrell Í søguni "Ein farri av kolvetni" missir kvinnan fullkomiliga [...] gera kaffi og síðani koyrir í skrellispannina. Nú ætli eg ikki at tulka mínar egnu søgur, men har er tað jú rættiliga týðiligt, at tað er seg sjálva og sín dreym, hon letur fara í skrell. Tá hann spyr, um
skapt úr somu rávøru. Í greinini í Sjóvarmál vísir verkfrøðingurin á nøkur viðurskifti, ið kunnu hava týdning í hesum sambandi. - Fiskiskapurin kann stýrast betur við avmarkingum í støddunum á hálum, soleiðis [...] kryvjing. Í kanningini verður víst á, at hagreiðing eigur at verða løgd soleiðis til rættis, at møguleiki er at blóðga fiskin niður í rennandi sjógv, so hvørt hann kemur inn umborð. Útblóðingartíðin í rennandi [...] kryvjing hevur á litin á uggunum samanborið við, um fiskurin í staðin verður blóðgaður niður í kaldan sjógv, áðrenn hann verður kruvdur. Í kanningini hava norðmenn eisini hugt at, hvat tað merkir fyri
jóladám á í býum og bygdum kring landið, so merkjast jólini kortini eisini í Stóru Dímun. Sunnva, ið er bóndakona í Stóru Dímun, sigur, at hóast tey eru langt burtur frá jólaresinum í Havn, so eru tey í jólahýri [...] Sunnudagin fóru Eva og Kinna, sum ganga í skúla í Havn, við jólatyrluni út í Stóru Dímun. Og við í tyrluni var eisini myndamaður okkara. Og hvussu halda tey so jól úti í hesi eini av heimsins minst bygdu oyggjum [...] eitt úti í túninum og eitt inni í stovuni. Tey eru so átta fólk til jólaborðið: bóndahjúnini Jákup og Sunnva og børnini, Eva, Kinna, Janus og Ása og so omman og abbin, Kinna og Janus, sum koma út í oynna
sleppa fangarnir og starvsfólkini í fongslunum í amerikanska statinum Kalifornia ikki at festa sær í longur. Forboðið kom í gildi í gjár. Lógin bleiv samtykt longu í fjør, og tá bleiv sagt, at hon var [...] teir ikki sleppa at festa sær í. Hetta er heldur ikki tikið úr leysum lofti. Í 2000 bannaði leiðslan í einum fongsli fangunum at roykja, og úrslitið varð, at harðskapurin í fongslinum vaks nógv, skrivar [...] skrivar AP. Umleið 163.000 fólk sita í fongsli í Kalifornia, og hildið verður, at umleið 80.000 teirra roykja. Teir flestu hava roykt í eini 20 ella kanska 30 ár, og tí er tað greitt, at tað fær onkrar avleiðingar
roykimynstrinum í fólkaskúlunum í Klaksvík. Og til hetta átakið var so aftur ein kanning gjørd. Úrsltitið varð kunngjørt undir tiltakinum. Tað vísti seg, at munandi færri næmingar roykja dagliga í dag í mun til [...] miðvíst við at forða næmingunum í yvirhøvur at byrja at roykja. Eitt annað, sum kanningin vísti var, at tað í dag eru seks roykfríir flokkar frá 6. til 10. flokk í fólkaskúlunum í Klaksvík. Hesir flokkar fingu [...] heingja upp í flokshølinum. Flokkarnir vóru: 6. a, 6. b, 7. a, 8 b og 8. c í skúlanum á Ziskatrøð. Og 6. b í skúlanum við Ósánna. Alt bendir á, at eitt líknandi tiltak verður skjótt fyriskipað aftur í Klaksvík
Olja Hóast nýggj fund eru gjørd í Norðsjónum í seinastuni og stóru oljufeløgini hava gjørt av at gera risastórar íløgur í oljuvinnuna har, so eru eisini myrk skíggj at hóma. Í farnu viku fór ein skelkur gjøgnum [...] Hetta hendir bert stutt eftir, at oljufeløg hava boðað frá stórum útbyggingum av nýggjum sum gomlu feltum. Talan er í fyrstu atløgu um uppsagnir á høvuðsskrivstovuni hjá BP í Dyce í Aberdeen umframt størv [...] standa onnur 1650 størv, her serstakliga undirkontraktorarar í vanda, men tað verður víst aftur av leiðsluni í BP. Tilsamans arbeiða umleið 5000 fólk hjá BP, har ein partur eru avtalur við undirleverandørar