Byrjið ikki at roykja

Boðskapurin til næmingarnar í fólkaskúlunum var týðuligur á roykiátakinum, sum Klaksvíkar kommuna og skúlarnir skipaðu fyri fríggjamorgunin. Tit, ið ikki roykja, byrjið ongantíð, og tit ið roykja, leggið av sum skjótast

Klaksvík:
Salurin í KFUM og K var karmur um royki átakið, sum kallast Royking stinkar. Salurin var stúgvandi fullur av skúlanæmingum úr 6. til og við 10. flokki.
Ragnhild Ellingsgaard var frásøgufólk, og nógv spennandi var á skránni. Fyrst kom Tina Purkhús, sum er limur í roykibólkinum í fólkaskúlunum. Síðani skúlastjórin í skúlanum við Ósánna, Símun Petur Hjelm. Hann helt, at hetta tiltakið var sera gott og heitti á roykibólkin um at halda fram við teirra arbeiði framyvir.
? Stuðul fáa tit frá leiðslunum á báðum skúlunum, segði skúlastjórin millum annað.
Síðani kom formaðurin í heilsunevnini hjá Klaksvíkar býráð, Rani Nolsøe. Hann heitti á næmingarnar at lurta væl eftir, njóta undirhaldið, men ikki gloyma álvarin í tiltakinum.
Somuleiðis fegnaðist hann um, alt arbeiðið, sum roykibólkurin hevur gjørt, og at skúlaleiðslurnar ynskja, at arbeiðið heldur fram.

Undirhald
Tá røðurnar vóru lidnar, kom tann meiri undirhaldandi parturin av átakinum. Fyrst komu tveir heldur skemtiligir persónar at leggja nøkur fakta fram um royking. Síðani sang Brandur Enni lagið Heimið saman við Rana Nolsøe, sum spældi undir.
Tá Brandur var liðugur at syngja, komu fimm fyrimyndir upp á pallin, sum hvør høvdu ein boðskap um allar vansarnar við at roykja. Una Olsen, hondbóltsleikari, Rani Tómasson, telvari, Jákup Mikkelsen, landsliðsmálverji, Marjun Kalsø, flogbóltsleikari og Brandur Enni, tónleikari.
Síðani varð ein nýggjur filmur frá Kræftens Bekæmpelse vístur. Og aftaná hevði danski sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling eitt innlegg. Hann vildi ikki koma við nøkrum hóttanum um, hvussu vandamikið tað er at roykja. Tað helt hann, at øll mundu vita í dag. Hinvegin heitti hann á ikkiroykjarar um at standa saman og royna at gera teirra ávirkan til, at fólk ikki byrja.
? Trupulleikin við roykingini er, at tað er so langt frá sjálvari njótingini til rokningin fyri hana kemur, segði sjónvarpslæknin millum annað.

Royfríir flokkar
Ein kanning varð gjørd fyri tveimum árum síðani av roykimynstrinum í fólkaskúlunum í Klaksvík. Og til hetta átakið var so aftur ein kanning gjørd. Úrsltitið varð kunngjørt undir tiltakinum.
Tað vísti seg, at munandi færri næmingar roykja dagliga í dag í mun til fyri tveimum árum síðani í báðum skúlunum. Yvir 50 % av teimum spurdu, hava ongantíð roykt, og kynsbýtið millum roykjararnar vísti, at tað var javnt inntil níggjuna flokk. Tá byrja genturnar at fara fram um dreingirnar, og í tíggjunda flokki er tað nógv fleiri gentur, ið roykja enn dreingir.
Kanningin vísti somuleiðis týðuliga, at flestu næmingarnir byrja at roykja í sætta flokki. Ongin byrjar í tíggjunda. So Olga Biskopstø, sum legði kanningina fram, segði, at har má arbeiðast miðvíst við at forða næmingunum í yvirhøvur at byrja at roykja.
Eitt annað, sum kanningin vísti var, at tað í dag eru seks roykfríir flokkar frá 6. til 10. flokk í fólkaskúlunum í Klaksvík. Hesir flokkar fingu allir hvør sítt skreytblað frá Klaksvíkar kommunu, sum tey kunnu heingja upp í flokshølinum.
Flokkarnir vóru: 6. a, 6. b, 7. a, 8 b og 8. c í skúlanum á Ziskatrøð. Og 6. b í skúlanum við Ósánna.
Alt bendir á, at eitt líknandi tiltak verður skjótt fyriskipað aftur í Klaksvík. Ynski vóru í øllum førum frammi um, at tað longu verður aftur komandi ár.