Blóðging gevur eina betri fiskavøru

At blóðga ella ikki at blóðga fisk er ein spurningur, sum mangan hevur verið frammi í sambandi við dygd á fiski og fiskavørum. Í ársritinum Sjóvarmál, sum Fiskirannsóknarstovan gevur út, hevur Helgi Nolsøe, verkfrøðingur, áhugaverda grein um týdningin av, at fiskur verður blóðgaður

Blóðging

 

Helgi Nolsøe vísir á, at spurningurin um blóðging av fiski er aftur vorðin aktuellur, eftir at fleiri partrolarar hava fingið kryvjimaskinur, sum kryvja fiskin beinleiðis.

- Ymiskir pástandir hava verið frammi um góðskuna á beinleiðis kruvda fiskinum, bæði fyri og ímóti, men í Føroyum eru ongar almennar kanningar gjørdar av, hvussu blóðging ávirkar góðskuna av lidnu vøruni. Tí heldur kjakið fram – ikki minst eftir, at partrolarar eru farnir at nýta kryvjimaskinur.

Verkfrøðingurin vísir á, at partrolarar veiða stórar nøgdir av fiski, og tí hevur tað sjálvsagt stóran týdning, hvussu fiskurin verður hagreiddur.

 

Blóðging avgerandi

- Sambært norskari kanning verður dygdin á fiskinum betri, um hann verður blóðgaður, áðrenn hann verður kruvdur.

Helgi sigur, at Fiskeriforskning í Noregi hevur kannað ymisku hættirnar at hagreiða fiskin og soleiðis eisini ymisku blóðgingarhættirnar. Hugt hevur eisini verið eftir, hvussu blóðging ávirkar litin á flakinum.

- Niðurstøðan hjá norðmonnum er, at beinleiðis kryvjing gevur verri úrslit enn tvey stigs blóðging/ kryvjing – sjálvt við livandi fiski og útblóðingartíð á ein tíma.

Hann vísir á, at sambært kanningini hevur tíðin frá tí, at fiskurin kemur úr sjónum, til hann er blóðgaður ella beinleiðis kruvdur, størstu ávirkanina á útbløðingina.

- Eisini er niðurstøðan, at tvey stigs blóðging/ kryvjing eigur at verða nýtt, heldur enn beinleiðis kryvjing. Í kanningini verður víst á, at hagreiðing eigur at verða løgd soleiðis til rættis, at møguleiki er at blóðga fiskin niður í rennandi sjógv, so hvørt hann kemur inn umborð. Útblóðingartíðin í rennandi sjógvi eigur at vera í minsta lagi 30 minuttir.

Helgi sigur, at norska kanningin er rættiliga umfatandi.

- Kanningin fevnir eitt nú um, hvørja ávirkan beinleiðis kryvjing hevur, kvetting av toknubondum og blóðging, har skorið verður niður á. Norðmenn hava eisini kannað, hvørja ávirkan beinleiðis kryvjing hevur á litin á uggunum samanborið við, um fiskurin í staðin verður blóðgaður niður í kaldan sjógv, áðrenn hann verður kruvdur. Í kanningini hava norðmenn eisini hugt at, hvat tað merkir fyri útbløðingina, um tíðin til fiskurin verður blóðgaður er styttri ella longri.

Fiskimenn vilja vera við, at tað, at fiskurin eftir beinleiðis kryvjing sleppur at liggja leingi í køldum sjógvi, vigar upp ímóti vanligari blóðging.

- Fiskeriforskning hevur ikki kannað hetta uppáhald nærri, men mælir til, at slíkar kanningar verða gjørdar, sigur Helgi.

 

Føroyski fiskiflotin

Havandi í huga norsku kanningarnar, heldur Helgi Nolsøe, at vit hóskandi kunnu seta okkum spurningin, um føroyski fiskiflotin við broyttum mannagongdum umborð á skipunum kann avreiða fisk við hægri góðsku?

- Ein spurningur er, um broyttar mannagongdir og menning av nýggjari útgerð kunnu skapa hægri avreiðingarprísir og harvið økt útflutningsvirði – og í øðrum lagi, um tað ber til at fáa hægri góðsku, uttan at kostnaðurin av hesum gerst størri enn meirvinningurin. Í triðja lagi kunnu vit spyrja, um tað í heila tikið fæst nakar meirvinningur við eini betri hagreiðing – og um so er, hvør fær so meirvinningin?

Verkfrøðingurin, sum hevur arbeitt nógv við framleiðslutøkni, heldur ikki, at nakað einfalt svar er til hesar spurningar, men fyri at koma nærri einum svari, er neyðugt fyrst at staðfesta, hvør støðan er.

- Hetta kann gerast við kanningum og royndum, sum útgreina viðurskiftini fyri ymiskar partar av fiskiflotanum, leggur hann aftrat.

Helgi vísir á, at um vit hyggja at einum einstøkum skipabólki – partrolarunum – kann staðfestast, at fiskiskapurin er vorðin nógv meira effektivur seinnu árini, enn hann hevur verið.

- Nøgdirnar, sum partrolararnir fiska, eru munandi øktar, og hetta setir sera stór krøv til manningina. Kryvjimaskinan má metast sum eitt stórt framstig, ið lættir um hjá manningini, men vandin er ein verri hagreiðing, sum gevur lægri úrtøku.

 

Hvat gera vit?

- Tað hevur verið ført fram, at óneyðugt er at blóðga fiskin – at tað í roynd og veru einans ræður um at fáa fiskin kruvdan og í ís sum skjótast. Ikki er heilt einki rætt við hesum sjónarmiði, tí lítil meining er í at blóðga deyðan fisk.

Verkfrøðingurin vísi á, at trupulleikin er stóru hálini sum gera, at manningin ikki megnar at kryvja undan, serliga við smáttfallandi fiski – og tá er jú trupult at skula blóðga fiskin eisini.

- Spurningurin er tí, um vit skulu sláa okkum til tols við, at partrolararnir og kanska aðrir partar av fiskiflotanum við, avreiða eina rávøru, sum kundi verið betri – ella um vit skulu stremba eftir at skapa betri umstøður og útgerð, so skipini kunnu avreiða fyrsta floks rávøru.

Helgi heldur, at um vit taka av avbjóðingini, kunnu fleiri møguleikar hugsast, sum kunnu verða viðvirkandi til at menna fiskivinnuna, soleiðis at størri virðir verða skapt úr somu rávøru.

Í greinini í Sjóvarmál vísir verkfrøðingurin á nøkur viðurskifti, ið kunnu hava týdning í hesum sambandi.

- Fiskiskapurin kann stýrast betur við avmarkingum í støddunum á hálum, soleiðis at hálini kunnu avmarkast til tað, sum manningin klárar at blóðga og kryvja undan.

Í øðrum lagi kunnu útgreiningar gerast, sum kunnu staðfesta fløskuhálsarnar í skipanini.

- Arbeiðsorkan umborð kann økjast við at seta meira fólk inn á fløskuhálsin – ella at automatisera partar av framleiðsluni, eitt nú blóðgingina. Hetta krevur so menning av nýggjari útgerð.

Í triðja lagi vísir Helgi á, at partur av arbeiðnum kann flytast til lands.

- Skipast kann soleiðis fyri, at fiskurin verður blóðgaður umborð og kruvdur í landi – fyri ein part av túrinum ella árinum, tá hetta ber til.

Helgi Nolsøe sigur, at umstøðurnar umborð á tí einstaka skipinum hava stóran týdning.

- Men altavgerandi er hugburðurin og viljin til at troyta møguleikarnar, sigur verkfrøðingurin.