Vit minnast ikki framtíðina

Eitt leyst prát á jólaborðhaldinum skumpaði Suna Merkistein til at framleiða dokumentar-sendingar í sjónvarpshøpi. Sjálvur heldur Suni tað vera meira spennandi at arbeiða við tilfari, sum staðfestir fortíðina, heldur enn at røða um eina framtíð, sum vit einki kenna til

- Framtíðina kenna vit ikki, men vit kenna fortíðina!
Soleiðis tekur Suni Merkistein til, tá tosið fellur inn á yrkisleiðina, sum hann valt sær. Ella kanska rættari genruna innan yrkisleiðina, sum hann hevur valt sær.
Júst nú er hann kanska mest í brennideplinum sum limur í eini dómsnevnd, sum á nýggjárinum framdi eina heldur umstrídda nominering, men í gerandisdegnum hevur hann vunnið sær eina støðu, har hann í hugaheiminum hjá nógvum føroyskum sjónvarpshyggjarum er fremsti dokumentarframleiðarin her á landi. Sendingar hava verið um eitt nú bragdið í Landskrona, Merkið, tjóðsangin, 66-liðið hjá KÍ og 70’ara-liðið hjá TB. Næsta málið er at gera eina dokumentar um Havnarbátin, ið mest sum átti kappróðurin í 70’unum. Men her og nú er tað “Minnist tú enn”, ið mest sum myrkaleggur gøturnar, tá sendingin er á skíggjanum.

Byrjaði við jólaborðhaldið
Tað var kanska ikki hetta, sum lá í luftini, tá táverandi mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni slepti bumbuni um, at Sjónvarpið og Útvarpið skuldu leggjast saman í ein stovn – Kringvarpið.
- Tað er eingin ivi um, at tað tók sína tíð at samansjóva stovnin. Hetta kom jú brádliga, og fram til fyri heilt stuttum var talan eisini um tvey arbeiðspláss, tí stovnurin var jú ikki savnaður á einum stað, sigur Suni, sum ikki var tann í Sortudíki, sum rann skjótast móti myndatólinum, nú møguleiki eisini var at sleppa á skíggjan.
Fyrsta royndin í so máta var helst, tá hann var vertur í nýggjárssending á gamla Reinsarínum, og eisini legði hann rødd til sendingarnar um klaksvíksstríðið.
- Hetta seinasta var tó meira av tilvild, tí okkurt forfall var, minnist meg rætt. Eg hevði ongar ambitiónir í so máta, men á einum jólaborðhaldi hjá Kringvarpinum spurdi Hans Petur Hansen meg, um eg ongan tíð hevði hugsað um at gjørt onkra sjónvarpsdokumentar um føroyskan tónleik.
- Hetta var í veitsluhøpi, og tí nýttist álvarin ikki at verið so stórur. Men Hans Petur er ein av okkara fremstu framleiðarum, og tí hevði tað eina ávísa tyngd, tá hann helt, at hetta hevði ligið væl fyri hjá mær. So í øllum førum varð fræið sátt.
- Eg var heldur ikki heilt óroyndur innan dokumentar. Í útvarpshøpi hevði eg gjørt onkra tónleikadokumentar. Eitt nú “Varðar á leiðini”, søguna um the Beatle og sendingar um Kára P. Í so máta var talan kanska bara um eina visualisering av tí, sum eg longu hevði roynt meg við.
- Men eg veit ikki heilt, hví talan somikið ofta hevur verið um júst tónleik. Sjálvandi havi eg – serliga sum yngri – lurtað nógv eftir tónleiki, men eg havi so ongan tíð verið tann mest progressivi lurtarin.
- Hinvegin hava tónleikadokumentarsendingar altíð verið raðfestar ovarliga hjá mær. Ber tað til, so hyggi eg, tá eitt nú BBC sendir slíkar, og detti eg fram á onkra tónleikasøgu í einum handli, so verður hon ofta keypt.

Avmarkað til 4X30 min
Jólaborðhaldið, har fræið varð sátt, varð hildið í 2008, og tað gekk framvegis rúm tíð, áðrenn nakað ítøkiligt spurdist burturúr.
- Tað var ikki fyrr enn í 2010, at hetta gjørdist veruleiki. Vit løgdu hugskotið um eina føroyska tónleikasøgu fram, og okkum varð játtað at gera fýra sendingar.
- Sjálvur helt eg, at talan skuldi vera um sendingar, sum vóru á leið ein tíma til longdar, men hetta, segði Hans Petur, fór als ikki at bera til. Tí við hesum vildu sendingin skjótt gerast óáhugaverd. Hann seðgi, at tær í allarmesta lagi skuldu vera 35 minuttir, so har vóru alt fyri eitt nøkur ting, sum eg skuldi venja meg við
.- Og tað var eisini galdandi í aðrar mátar. Sjónvarpið er ein annar miðil, og tí skulu aðrir hættir nýtast til at siga søguna. Eg má bara siga, at eg havi verið sera heppin at hava Hans Petur við í hesum. Bæði tí hann hevur lært meg nógv, men eisini tí hann hevur vitan um eina ørgrynnu av tilfari.
- Tað er jú ikki bara sum at siga tað, tá somikið gamalt sjónvarpstilfar skal finnast. Tú skalt kenna røttu miðini at leita, og so er eisini at duga at velja, hvørjar myndir møguliga rigga. Alt skal eisini yvirspælast til talgildar miðlar, og tað tekur sanniliga tíð. Er upptøkan ein tíma, so tekur hon ein tíma at spæla yvir, og av hesum skulu vit kanska bara brúka ein minutt. So tað eru nógvar vikur farnar hjá Hans Peturi, bara við at spæla tilfar yvir á talgildar miðlar, sigur Suni.
- So var sjálvandi eisini at gera samrøður, og har byrjaðu vit við Nikolinu og Simma. Eg havi so nýtt tann teknikkin, at eg lati útsagnir hjá tí, sum tosar, standa einsamallar, og tá eg havi funnið mær allar hesar, byrji eg at skriva mítt manuskript, sum eg so lesi í bitum.

SMS byrjaði framhaldið
Tá 2010 var farið aftur um bak, vóru tær fýra sendingarnar vorðnar til fimm, men Suni var ikki heilt nøgdur.
- Tað vóru helst fleiri, sum hildu, at vit við hesum høvdu fingið okkara ríkiliga part av orkuni hjá stovninum. Men at steðga í 1975 – júst sum føroyskt tónleikalív veruliga byrjaði at blóma – var at gevast í hálvum gekki. Tí var mín ætlan allatíð, at vit skuldu gera fleiri sendingar. Men eg skilti eisini, at vit neyvan fingu pengar til hesar alt fyri eitt.
- Hans Petur og eg prátaðu tó onkra tíð um hetta, og tá eg í summar var sunnanfyri og ferðaðist, sendi eg honum ein dagin eini SMS-boð, har eg spurdi, um hann var tilreiðar. Svarið var stutt og greitt “ja”, og so var hann farin ígongd við at leita.
- Hesa ferð var lættari at fáa livandi myndir. Ikki minst eftir 1984, tá Sjónvarpið kom. Men framvegis skuldi tilfarið finnast og yvirspælast til nýggja miðilin. Fjølbroytni í tilfarinum hevur eisini givið okkum møguleika at gera sendingina nakað breiðari, soleiðis at hon partvíst eisini riggar sum tíðarlýsing. Har er Hans Petur aftur sera sterkur, tí hann dugir so væl at síggja, hvørjar upptøkur kunnu brúkast til at siga eina søgu.

Dámar at siga søgur
At Suni soleiðis er vorðin ein tann fremsti dokumentar-framleiðarin hjá Kringvarpinum stendur kanska í andsøgn til eina aðra av stóru uppgávum hansara. Nevnliga beinleiðis frásagnirnar. Tá er tað her og nú, meðan dokumentar-kynstrið er afturlítandi.
- Tað er kanska ein andsøgn, men kortini eru hesi bæði nakað, sum mær dámar framúr væl at arbeiða við.
- Eg verði ongan tíð ein tíðindajournalistur, sum tuskar aftur og fram í tíðindameldrinum hvønn dag. Og tað haldi eg eisini, at eg gjørdi greitt, longu tá eg søkti starv í Útvarpinum fyri næstan fjórðings øld síðani.
- Hinvegin dámar mær sera væl at vera afturlítandi. Tá tú lítur at tí, sum hevur verið, stendur myndin ofta sera klár. Har er framtíðin aloftast meira kám, tí tú veitst ikki, hvat hon hevur at bjóða.
- Sjálvt tað at siga frá, hevur eisini altíð hugtikið meg. Longu sum 10 ára gamal fekk eg eina skrivimaskinu í jólagávu. Hana hevði eg so brennandi ynskt mær, tí eg vildi sleppa at umseta eina Kim-bók, og tað man vera størsta gávan, eg nakran tíð havi fingið.
- Kim varð umsettur, og í skúlanum var eg so heppin, at vit vóru fleiri við áhuga fyri sjónleiki. Har kom skrivimaskinan eisini væl við. Eitt nú skrivaði eg av og stytti leikritini til bæði Álvaleikir og Sponsku flugu, so tað at siga frá, er nakað, sum mær dámar væl.
- Ítróttafrásagnir hava eisini mangan hugtikið meg. Eg lurtaði javnan eftir ensku frásøgumonnunum, tá teir søgdu frá dystum, og her í Føroyum høvdu vit jú Arge-feðgarnar, sum vóru tiknir úr leikum. Onkra tíð eri eg eisini mintur á, at eg sum smádrongur imiteraði útvarping, meðan vit spældu bólt á onkrari fløttu, so tann parturin er væl eisini nakað, sum hevur ligið til mín.

Einsemið til tað betra
Beinleiðis frásagnir eru sjálvandi so, at tá mikrofonin er sløkt, so er frí, men tað er avgjørt ikki støðan við dokumentarpartinum.
Suni sigur eisini, at hann væl kann tykjast asosialur, tá hann arbeiðir við slíkum, men hann leggur dent á, at hann trívist í hesum.
- Eg havi jú partvíst roynt hetta fyrr. Eg havi skrivað nakrar bøkur, og sum sagt eisini gjørt dokumentar í útvarpshøpi, og tað er eitt arbeiðslag, sum mær dámar væl. Ofta kann eg fara til arbeiðis eitt leygarkvøld, tá eingin annar er í Sortudíki, tí tá er friður at arbeiða. Við slíkum tilfari dámar mær best at fara í dýpdina og at gera mær ómak. Og tá kann tað órógva, um tú arbeiðir í vanligari arbeiðstíð, og fólk koma inn á skrivstovuna við kaffikoppi í hondini. Tað er sjálvandi eisini hugnaligt, men tað er ikki altíð tað besta fyri arbeiðslagið.
- Tað kann kanska sigast, at eg eri ein marathonrennari heldur enn sprintari. Eg komi ongan tíð at vera tann, sum ristir eina rúgvu úr ermuni upp á mest sum onga tíð, soleiðis sum eg havi sæð fleiri aðrar journalistar gera. Men hinvegin veit eg, at yvir eitt longri tíðarskeið, so skal eg nokk framleiða líka nógv sum onnur.