Hóast mjørkin argaði nógva staðni í gjár, so var eingin trupulleiki hjá flogfarinum fyrrapartin í gjár at lenda í Vágum við Morten Olsen, Michael Laudrup, danska fótbóltslandsliðnum og langa halanum av øðrum fólki, sum kom til Føroya í gjár, tí tað er landsdystur millum Føroyar og Danmark í morgin.
Allir partar í Danmark tykjast halda, at talan er um eina nýggja byrjan. Venjarin er nýggjur, hjálparvenjarin er nýggjur, og fimm spælarar hava ongantíð áður roynt seg á landsliðnum. Danir hava ikki dult, at teir eru ikki serliga glaðir fyri at spæla í Føroyum í morgin ? einki uttan stórsigur fer at verða roknað fyri at vera nóg gott. Men tá tað alíkavæl skal vera soleiðis, so verður dysturin brúktur til upphiting til meiri týdningarmikla undankappingardystin, sum fyrsta vikuskiftið í september verður í Reykjavík.
Fleiri enn tríati tíðindafólk fylgja við danska landsliðnum. Umframt debut til venjara og hjálparvenjarra verður eisini talan um debut, tá tað snýr seg um sjónvarpiå. Tað eru ikki DR, TV2 ella TV3, sum hesa ferð skulu vísa dystin í stovuni hjá dønum. Heldur er tað TV Danmark, og tað líkar nógvum lítið. Meiri enn helmingurin av donsku húsarhaldunum síggja ikki hesa rásina.
Óroynt fólk
Morten Olsen og Michael laudrup hava seks spælarar við til Føroya, sum ongantíð áður hava spælt á a?landsliðnum. Fýra vórðu upprunaliga úttiknir, og tveir eru konir afturat, tí tveir spælarar hava givið avboð. Annar teirra er Steven Lustü, kempan í miðverjuni hjá Jákupi Mikkelsen í Herfølge. Hin er Jesper Christiansen. Hann er málverji hjá OB. Har er hann komin at standa eftir summarfrítíðina, tí lars Høgh er givin.
Upprunaliga skuldi gamli OB málverjin, Thomas Sørensen, sum nú er í Sunderland, vera eykamálverji hjá Peter Schmeichel, men hann varð skaddur í veningardysti leygardagin, og so valdi Morten Olsen ein spildurnýggjan mann:
? Hann er ungur og óroyndur, men eg havi fylgt við honum í fleiri ár. Longu tá eg var venjari í Ajax Amsterdam fylgdi eg við stórum áhuga avrikunum hjá Jesper, sum tá var í Ølstykke, segði danski venjarin í vikuskiftinum.
Roynt fólk
Royndasti maðurin á danska landsliðnum er Peter Schmeicehl. Hann hevur spælt 124 landsdystir, og tað eru nógv fleiri enn nakar annar dani hevur umboðað Danmark.
Peter Schmeichel kom ikki til Føroya saman við liðffeløgunum. Hann náddi ikki fyrra flogfarið. Hann kom í Vágar á middegi, og hann var væl og virðiliga komin til Havnar, tá Morten Olsen, Michael Laudrup og allur tann langi halin klokkan fimm seinnapartin í gjár fóru á Tórsvøll at venja.jh
Royndirnar eru ikki nóg mikið
Um føroyingar skulu fáa líkdinda úrslit, so skulu teir brúka alt tað, teir orka. Spurningurin er, hvussu væl allir spælararnir eru fyri
Seinnapartin í gjár hittust føroysku landsliðsspælararnir saman við Allani Simonsen, sum í morgin fyri fyrstu ferð nakrantíð ikki fer at halda við Danmark í einum landsdysti.
Jákup Mikkelsen, landsliðsmálverjin, fylti 30 ár í gjár. Landsliðshópurin ynskti honum tillukku, og vit skiltu á lagnum, at lagkøka skuldi vera á skránni.
Tíggju av føroysku spælarunum komu úr luftini og til Føroya. Serliga útisetarnir í Noregi vóru í góðum hýri. Kurt Mørkøre, Julian Johnsson og Hans Fróði Hansen hava havt undanvind síðstu tíðina, og í vikuskiftinum krýndu teir góðu gongdina við at skora mál ? allir samlir og fýra tilsaman.
Jákup Mikkelsen var væl nøgdur og Todi Jónsson hampuliga væl nøgdur við teirra avrik. Óli Johannesen er nøgdur við, at tað gongst væl hjá AGF, men hann harmast sjálvandi um, at tað ikki er pláss fyri honum millum teir bestu sekstan. Spurningurin er so, um manglandi dystarvenjingin á hægsta støði fer at ávirka avrikið hjá Óla, sum altíð hevur givið seg fult og heilt á landsliðnum, har hann hevur talst millum álitini í øllum 44 dystunum, sum hann hevur spælt.
Í Íslandi er lagið einki serligt í Leiftri. John Petersen, Sámal Joensen og Jens Martin Knudsen hava tapt nógvar ferðir og stórt síðstu tíðina.
Heimligu kreftirnar
Tríggir landsliðsspælarar vóru á grasinum á Svangaskarði sunnudagin. Jan C. Dam, Fróði Benjaminsen og Øssur Hansen høvdu ilt við at fáa bilbukt við sumbingum. Tann veruleikin ger sjálvandi, at tað er eitt sindur ilt at ímynda sær, hvussu teir skulu vera við tila byrgja fyri danska landsliðnum.
Allan Mørkøre tóktist ikki vera heilt væl fyri ímóti NSÍ. Hann var ikki millum teir fyrstu ellivu, og tað tykist sum hann er eitt sindur darvaur av skaða. Um hann kemur á vøllin í morgin, so fer Allan Mørkøre at spæla fyri 50. ferð á landsliðnum. Hann hevur skorað eitt mál. Tað var í Parkini móti Danmark fyri tíggju árum síðani. Jóhannes Joensen er støðugur í HB verjuni, og Jens Kristian Hansen, liðformaðurin á landsliðnum, gjørdi sína skyldu, tá B36 vann í Sørvági.
VB er oddalið í bestu deildini. Teir eiga ongan landsliðsspælara. Christian Høgni Jacobsen var stóri maðurin í Gundadali sunnudagin, men hann er ikki á landsliðnum. Um hann fer at halda fram, sum hann gjørdi sunnudagin, so er eingin ivi um, at tað skjótt verða landsliðsboð eftir honum.
Í Gøtu var Bartal Eliasen enn eina ferð stóri maðurin hjá GÍ. Men hann hevur ikki fingið landsliðsboð. Henning Jarnskor hevur verið í einum leikligum aldudali. Hann plagar altíð at vísa eyka styrki, tá hann spælir fyri Allan Simonsen, og tað mugu vit vóna, at hann eisini fer at gera hesa ferð.
Í dag venur danska liðið á Tórsvølli klokkan tíggju. Sambært skránni skulu teir ikki venja í kvøld.
Føroyska liðið skuldi venja kl. 19 í gjárkvøldið. Í dag venja teir kl. 11.30 og kl. 18.30, og í morgin venja teir kl. 11.00