Í síðstu viku kom fyrsta bókin hjá Marjuni S. Kjelnæs Ein farri av kolvetni í bókabúðirnar. Vit hava fingið okkum eitt prát við Marjuna um bókina, um ummæli og um, hví hon segði starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur frá sær fyri at skriva.
Kiksað mannfólk
Eitt tað fyrsta, eg varnaðist, tá eg las bókina, var, at øll mannfólkini í henni eru meir ella minni kiksaði. Teir eru grenjutir, óreinir, líkaglaðir ella bara vanliga klossutir. Tann einasti mannligi høvuðspersónurin er sinnisjúkur. Hví fert tú so illa við mannfólkunum?
? Løgið, at tú spyrt soleiðis. Eg havi annars mest verið spurd um, hví kvinnurnar í bókini eru so veikar. Men tað er also ikki tilvitað, at eg havi lýst mennirnar sum óreinar ella ørvitisknokkar. Sum tú nevnir, so eru teir flestu av teimum eykapersónar fyri at lýsa kvinnuligu høvuðspersónarnar betri. At teir ikki eru høvuðspersónar kemst heilt einfalt av, at tað fellur mær lættari at skriva um konufólk enn mannfólk. Eg dugi betri at seta meg inn í, hvussu kvinnur hugsa og ivist stórliga í, um eg hevði dugað at skapa ein sannførandi mannligan høvuðspersón. Eg havi ikki hugsað so nógv um, at einasti mannligi høvuðspersónurin er sinnisjúkur. Tað er eitt sindur av tilvild, haldi eg, tí har hugsaði eg mest um at lýsa tað sjúka og fløkta sinnið, heldur enn eitt mannfólk sum so.
Eitt skump í afturpartin
Sjálvt um hesi mannfólkini ikki spæla so stórar leiklutir, so megna teir oftast at avmarka kvinnurnar, sum ikki koma fyri seg, fyrr enn tað er ov seint.
? Ja, tað er eitt felags eyðkenni fyri tær flestu, tí soleiðis haldi eg, tað alt ov ofta er í veruleikanum. Kvinnur lata seg í alt ov stóran mun meta út frá leiklutinum sum mamma og kona, also einum leikluti, sum bara er til í kraft av nøkrum øðrum. Og ikki fyrr enn tað er ov seint, varnast tær, at tær gloymdu seg sjálvar.
Størsti trupulleikin í lívinum hjá kvinnuni í søguni "Lykilin" er jú, at hon ongantíð fekk børn.
? Ja, og ikki bara tað. Hon roynir eisini at frígera seg sjálva við at geva manninum skyldina, so hon gerst eitt dupult offur. Harvið letur hon hann bara stýra sær enn meir.
So tú tekur ikki so synd í hesum kvinnunum?
? Avgjørt ikki. Tær hava stóran part av skyldini sjálvar. Jú meir eftirlætnar tær eru, jú meir pláss geva tær monnunum fyri at stýra teirra lívi. Hesar søgurnar skulu skiljast sum eitt skump í afturpartin á øllum kvinnum, sum ikki taka ábyrgd fyri sínum egna lívi.
Í skrell
Í søguni "Ein farri av kolvetni" missir kvinnan fullkomiliga sín samleika, tá maðurin doyr, og synirnir flyta heimanífrá. Tað einasta, hon nú hevur eftir at liva fyri, er at passa mammu sína, sum er á ellisheimi.
? Ja, og so at ganga á konsertir, har tað eru mannligir tónleikarar, sum, eina løtu í hvussu er, geva hennara lívi eitt sindur av innihaldi. Hon er eitt dømi um spiltar møguleikar.
Men hon skrivar jú yrkingina "Ein farri av kolvetni".
? Ja, á eitt kaffifiltur, sum sonurin brúkar til at gera kaffi og síðani koyrir í skrellispannina. Nú ætli eg ikki at tulka mínar egnu søgur, men har er tað jú rættiliga týðiligt, at tað er seg sjálva og sín dreym, hon letur fara í skrell. Tá hann spyr, um tað ger nakað, at hann brúkti eitt filtur, sum okkurt var krutlað á, sigur hon bara, "Nei, hatta mundi ikki hava so nógv uppá seg". Hon ofrar seg sjálva enn einaferð - har var jú nakað, men tað bleiv also brúkt til okkurt annað, enn tað var ætlað til. Á sama hátt, sum hennara egna lív.
Títt egna rúm
À upplestrakvøldinum á Klaksvíkar Bókasavni endurgav tú Virginia Woolf, sum hevur sagt, at "Øvut monnum, eiga kvinnur ikki longur sítt egna rúm at skapa í, eftir at tær hava fingið børn." Ert tú samd við henni?.
? Nei, als ikki. Kvinnur skulu læra seg at flyta strúkibrettið, rudda borðið, biðja mannin ansa børnunum og so bara seta seg niður og eiga løtuna sjálvar. Tað ber væl til, og tað er soleiðis, eg sjálv havi skrivað hesa bókina. Gamaní, tað er ivaleyst ein av orsøkunum til, at eg skrivi í bitum og also fyribils bara stuttsøgur, men víst ber tað til. Vit kvinnur og mammur eiga ikki bara okkara egna rúm at skapa í. Vit hava sanniliga eisini skyldu til at brúka tað.
Allir høvuðspersónarnir í bókini skapa list av onkrum slagi, og fleiri av teimum skriva. Er hetta at skriva um at skriva eitt slag av listarligari sjálvrannsakan?
? Tað er tað ivaleyst. Tað er jú altíð lættari at flyta sínar tankar yvir á skaldsligar persónar, og lata teir dragast við trupulleikarnar. Men hesir trupulleikar ella spurningar skuldu helst verið eitt sindur meir almennir enn tað. At skapa list er ein máti at fylgja einum dreymi, og øll hava vit jú dreymar um okkurt annað enn tað, vit standa í beint nú. Eitt stað, innan í okkum sjálvum, vit kundu hugsað okkum at farið til ella komið aftur til.
Stunandi eftir orsøk
Undirheitið á bókini er "Søgur um lindir og leitan", og eitt gjøgnumgangandi tema er eisini menniskju, ið leita. Aðrastaðni sigur tú, at tey stuna eftir orsøk. Hví er tað so avgerandi, at finna eina orsøk?
? Eg trúgvi, at tað er drívmegin hjá teimum flestu? Hvat mínir persónar finna, ella um tey yvirhøvur finna nakað, má verða upp til lesaran at gera av. Mín uppgáva er bara at fylgja hesum menniskjum í teirra leitan og kanska seta spurningar á leiðini um, hví tey leita. Hetta er í hvusssu er nakað, vit øll kenna okkum aftur í - kanska meir enn nakrantíð fyrr. Alt skal hava eina orsøk, og jú fleiri orsøkir vit fáa ella finna, jú fleiri krevja vit. Tað er ikki pláss fyri gandi ella tilvild í okkara lívi longur, men kanska er tað júst tað, vit leingjast og leita eftir. Hetta er eisini ein máti at siga, at vit ongantíð síggja meir enn eina lítla flís av sannleikanum um menniskjuni, vit eru saman við. At tað altíð liggur okkurt nógv meir og djúpri og goymir seg undir yvirflátuni.
Ummæli
Tað er kanska ikki serliga týðiligt, tí ein ummælari sær tínar persónar nettupp sum tómar pappírsdukkur?
? Júst hatta sjónarmiðið kløkkaði meg eitt sindur, tí ein av reyðu tráðunum í søgunum er nettupp longsilin eftir øllum tí, sum ongantíð kom fram. Eg veit ikki. Haldi tað bara vera synd í einum ummælara, sum ikki dugir at síggja, at skaldsligir persónar gott kunnu vera heilir, uttan at tú penslar teir út í smálutir. Men eitt ummæli er bara ein meining millum so nógvar aðrar.
So vánalig ummæli nerva teg ikki stórvegis?
? Ummæli, eisini tey vánaligu, mást tú vera fyrireikað uppá, tá tú stingur nøsina fram við at geva eina bók út. Tað mest irriterandi er nokk ummælarar, sum tveita um seg við pástandum, uttan at grundgeva fyri teimum. Tú kanst bara siga, "Ná?" og so blíva kedd, óð ella líkaglað, men tú fært ikki brúkt tað til nakað.
Tiga til alt er lýtaleyst?
? Eitt ummæli fanst at mínum málbrúki og kom við fleiri grundgevingum ella dømum. Slíkt er í fínasta lagi, tí tað kann eg sita og gruna yvir. Og eg veit, at júst hatta við tí føroyska málinum er ikki mín sterka síða. Eg skal ikki geva nøkrum skyldina, men tað, vit lósu í fólkaskúlanum, vóru stirvnar og turrar lýsingar av eini farnari tíð, sum ikki júst stimbraði mín hug at lesa bøkur á føroyskum. Tí las eg eisini mest danskar og seinni enskar bøkur, og tað hevur tíverri ávirkað mítt føroyska nakað nógv.
? Men tá eg las hatta ummælið, mátti eg spyrja meg sjálva: Jú, men skal eg so sita og tiga, inntil alt er lýtaleyst? Og hvat er í grundini rætt føroyskt? Tað er tað, eftir málkjakinum at døma, ikki bara eg, sum ivist í. Men føroyskt kann vera eitt ótrúliga vakurt mál, og eg vildi ynskt, at eg dugdi betri at brúka tað. So tað er bara nakað, eg má arbeiða meir við.
Rithøvundur? Ná, so tú arbeiðir ikki?
Nú valdi tú at geva eitt stuttsøgusavn út hesuferð. Hevur tú ambitiónir um at skriva eina skaldsøgu einaferð í framtíðini?
? Ja, og eg eri eisini í holt við onkra verkætlan, so tað er avgjørt ein dreymur. Men tað krevur meir planlegging. Og so havi eg eisini ein dreym um at fara á rithøvundaskúla fyri at læra handverkið betri.
So tú hevur kanska ætlanir um at liva sum rithøvundur burturav?
? Ja, eg segði mítt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur frá mær í 2000 fyri at kunna savnað meg um at skriva. Tað var eisini tað sálarliga í tí, at eg nú kundi siga við meg sjálva, at nu geri eg bara hetta, tí hetta er tað, eg vil. Tað gjørdi skrivingina eisini meir ítøkiliga onkusvegna.
Hava fólk hildið hetta verið eina løgna avgerð at taka?
? Summi, serliga hetta at vera rithøvundur. Tá eg sigi tað, spyrja tey: "Ná, so tú arbeiðir ikki?" Eg veit ikki, um fólk halda, at eg bara siti heima og slappi av og hugni mær. Onkuntíð skoyti eg uppí, at eg framvegis taki onkrar vaktir á sjúkrahúsinum av og á - mest fyri at fáa mítt lív at ljóða meir "normalt". Men eg arbeiði also sum ritøvundur, og tað kann vera rættiliga strævið - og so verður tú ongantíð liðug, sigur Marjun S. Kjelnæs, rithøvundur, at enda.
???????
UM RITHØVUNDAN
Marjun Syderbø Kjelnæs er fødd í Tórshavn í 1974, har hon eisini er uppvaksin. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, men arbeiðir nú sum rithøvundur burturav.
Marjun hevur áður havt stuttsøgur á prenti í tíðarritinum Birting og Atlantic Review. Ein fari av kolvetni er tó hennara fyrsta einstaka útgáva,
Í 2000 vann stuttsøgan "Russiskur dansur" eina kapping, sum Dimmalætting skipaði fyri. Árið eftir vann stuttsøgan "Kópakona" aðru virðisløn á Listastevnu Føroya, og í 2002 vann útvarpsleikurin "Trongd" fyrstu virðisløn, eisini á Listastevnuni.
Í februar í ár fekk Marjun gávugóðs úr Grunni Thorvalds av Steinum, ið er grunnur, sum hevur til endamáls at stuðla ungum listafólki.
???????
UM BÓKINA
Nýggja bókin hjá Marjuni S. Kjelnæs hevur heitið Ein farri av kolvetni - Søgur um lindir og leitan. Á bakpermuni lýsir Marjun søgurnar soleiðis:
"At bora inn í menniskjasinnið krevur djarvar kanningar og eina tilbúgvingarætlan fyri lívið, men roynst má tað! Og hygg, hvussu tey øll leita rundan um teg, trilva seg fram í myrkri, dansa oman eftir smølum trappum við vindi í hárinum, ríða gjøgnum tóma rúmd.
Alt livandi stunar eftir orsøk.
Finna tey?
Finnast tey?
Nýggju royndarboringar eru í væntu."