seinastu tíðina og so verður eisini á ólavsøku. - Vit vera sjónligir um allan býin og eru serliga spentir um at sleppa at vera úti á havnalagnum, meðan kappróðurin er. Her er altíð góður rómur og vónandi verður [...] avbjóðinging at vinna lojalitetin hjá kundunum, sigur hann. Petur Petersen sigur, at hann vónar, at rákið við mikrobryggjaríum, sum ein sær uttanlands, eisini fer at koma Okkara til góðar. - Eg vóni, at vit vera [...] men málið er at vaksa til eitt stað millum 20 og 30 prosent. Petur Petersen sigur, at Okkara fæst eitt sindur við at útflyta øl, serliga til Danmarkar, og væntandi verður meiri gjørt við tað komandi tíðina
seinni í lívinum. Tað er ein av orsøkunum til, at hon valdi at fara í starvsvenjing her. Hon heldur, at tað er sera gott, at skúlin skipar fyri tílíkum. ? Tað er gott at tú sleppur at royna teg á einum [...] tær nýtist, um tú skalt ferðast. Av tí at starvsfólkini eru so vinarlig, dámar henni sera væl at vera har. ? Eg havi lært sera nógv t.d. at pakka ferðaseðlar og at arbeiða við teldu. Hetta er ikki akkurát [...] vitjandi frá ymiskum londum hvørt ár. Har nógv at fáast við m.a er møguleiki at arbeiða í »receptiónini«, á matstovunum, at vera gongsgenta. Símun sigur, at tað hevur ikki verið júst sum vænta, men nógv betur
kunnu koma saman, og tí er eitt uppskot, at eitt fjarlestrarumhvørvi í Føroyum kundi verið knýtt at miðnámsskúlunum. Tað skal eisini vera lættari at sameina ymsar møguleikar, og at seta eina útbúgving saman [...] í lestrarørindum siga, at um tey høvdu havt møguleika at lisið her heima, so høvdu tey ikki farið av landinum. Tí er alneyðugt, at stig verða tikin til, at ungdómurin fær høvi at útbúgva seg í Føroyum. [...] liður í ætlanunum um at fáa ungfólk at vera verandi í Føroyum. Serliga skeiva gongdin av ungum kvinnum, sum hvørt ár hvørva út í heim má steðgast nú, og eisini her verður hildið, at fjarlestur er ein loysn
kloyva landnyrðingin og hann fer at veða so róligur og hava so góðan stabilitet at sjóverkur fer at vera eitt at kalla ókent fyribrigdi. Annars verður tað eitt satt vónbrot. Eg vænti, at tað verða nógv fólk [...] hesi ætlan er at tað nú verður bíligari at flyta farm ímillum Havnina og Suðuroy. Heilt skjótt fer tingið nevniliga at samtykkja, at tað skal verða sami prísur at flyta farm ímillum Suðuroy og Havnina, sum [...] sum tað er at flyta um Lorvíksfjørð og um Skopunarfjørð. Tað er eitt ómetaliga týdningarmikið stig, tí tað er ein fortreyt fyri at halda vinnuna kappingarfør. Samstundis fer tað at gera umstøðurnar hjá
upp alment. - Tað er ótrúliga stuttligt at síggja so nógv fólk her í dag, og tað ber boð um, at spæliplássið fer at verða brúkt dúgliga - bæði gerandisdagar og í vikuskiftum. Her verður gott hjá tykkum børnum [...] mugu tit ikki gloyma at koma út, spæla og røra tykkum. Tað er mín vón, at nýggja spæliplássið í Grasagarði fer at savna børnini í kommmununi, og at tey her fara at fáa nógvar góðar løtur alt árið, segði [...] børnum at klatra, hoppa og spæla og eisini hjá foreldrum at koma inn. Stóri áhugin í dag vísir, at eitt tílíkt spælipláss fer at skapa trivnað í okkara býi. Her lívir væl, staðið er veðurgott, og tí eru
tí at teir fegnir vilja hava eina luftforanding, og sostatt fáa teir nú ein møguleika at vita, hvussu hetta tiltak fer at rigga í øðrum høli. Tiltakið verður á skránni leygarkvøldið frá kl. 19, og har [...] havt sendingar millum jóla og nýggjárs, har teir hava sæð aftur á ítróttarárið og tónleikaárið. Í ár ætlar Kringvarpið at royna at leggja hesar báðar sendingar saman, soleiðis at vit fáa eitt stórt tiltøk [...] 4 tímar, og tað verður sent beinleiðis í Útvarp Føroya. Vertirnir í ítróttinum vera Suni Merkisstein, Jón Brian Hvidtfelt og Lív Horsdal, meðan Rúni Jákupsson og Elin í Stórustovu taka sær av tónleikinum
Nakað kaldligt tykist tað tó at vera, tí meginparturin av húsunum standa tóm. Tað er reint og nossligt allastaðni, og ikki nógv fólk at síggja. Tá ferðaleiðarin greiðir frá, at tað búgva einans 35 fólk [...] alt sítt lív so at siga. ? Eg var í Týsklandi sum ung genta og arbeiddi, men tað er nú so øgiliga langt síðani, sigur hon, meðan hon smílist blídliga. Giovanna sigur, at tað kann gott vera einsligt í bygdini [...] summarið at síggja fram til, tá fólkið kemur aftur. Hon greiðir frá, at maður hennara er deyður, og at sonurin býr saman við henni. ? Eg havi júst verið og fingið mær nakað av rósmarin, tí eg fari at gera
talar avgjørt fyri at samtykkja uppskotið, tí fiskavirkisskipanin er ikki nóg góð í førum sum hesum og tað er ringt at siga, hvussu leingi Als, og ikki minst løntakarar, tola tað víðfevnda arbeiðsloysi [...] , sosialt og sálarliga, sigur Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í vinnunevndini. Men vinnunevndin leggur eisini dent, at hon heldur tað vera skilaleyst í, at fiskur av okkara egnu grunnum fer óvirkaður av [...] landsstýrið at at lata føroyskum flakavirkjum almennan stuðul. Stuðulin skulu flakavirkini brúka til at keypa frystan triðjalandsfisk fyri, sum tey síðani kunnu virka fyri at skapa meiri arbeiði. Tað er niðurstøðan
teir ungu søgdu tað bara vera OK. - Men tað var beinanvegin at teir eldru vandu seg við hetta, og tí var tað eingin trupulleiki av tí, sigur Sheila. Ella sum hon so beinrakið sigur tað: - Tað er heldur ikki [...] familjufyritøka. - Nú eri eg her, og so fær ein síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða. - Her er í øllum førum gott at vera. Og tað verður tí helst hetta, eg komi at gera í framtíðini, sigur Sheila. [...] tey nóg mikið at gera, men henda dagin var kortini ikki so nógv at gera. Orsøkin til hetta var hin einfalda: Verkstaðið fer í summarfrí, tá henda vikan er at enda komin. - Nú royna vit at fáa øll arbeiðini
komið eftir, at tað er sjálvt sambandið út í oynna, sum ikki er nóg gott. So tað vóna dímunnarfólkini at hjálpt verður upp á nakað skjótt. Annars sigur Óla Jákup í Dímun, at bæði útvarp og sjónvarp virka [...] bakkanum hvønn dag. Og tað metir dímunnarbóndin sum gott tekin. Onnur ár er tað meira enn so komið fyri, at lundin hevur verið burtur í fleiri dagar, tá hann er farin at finna sær føði. Tað kundi bent á, heldur [...] longur. Nú er tað bara seyðinum, tey liva av, sigur bóndin. Skipanin er 450 áseyðir, og hann røkja teir so tveir mans. Bóndin letur at, at tað er væl lambað í ár, og veðrið var eisini gott í lembingini