Serra San Quirico: Bygdin er sera lítil. Men hugtakandi við sínum mongu múrsteinshúsum, sum standa heilt tøtt. Nakað kaldligt tykist tað tó at vera, tí meginparturin av húsunum standa tóm.
Tað er reint og nossligt allastaðni, og ikki nógv fólk at síggja. Tá ferðaleiðarin greiðir frá, at tað búgva einans 35 fólk í bygdini um veturin, er lætt at skilja, hví onki fólk er at síggja.
Meðan vit ganga, greiðir ferðaleiðarin dúgliga frá hesari bygdini, sum er um at doyggja út, tí alt fólkið flytur. Og beinanvegin reikar hugurin heim til Føroya til smáu útoyggjarnar og bygdirnar, har fá fólk búgva, og sum eru við at fáa somu lagnu.
Ferðaleiðarin steðgar við eini hús, eini stór hús, har eitt torn er í erva.
? Um nakar tykkara ynskir at keypa hesi húsini, so eru tey til sølu fyri 3.000 evrur, sigur hann.
3.000 evrur eru um 20.000 krónur. Tað sigur alt um, hvussu lítil eftirspurningurin eftir at búgva í bygdini er.
Húsini verða seld so bíliga, tí tey vita ikki, hvat tey annars skulu gera við tey tómu húsini í bygdini, greiðir ferðaleiðarin frá.
Kvinnubygd
Eitt annað, sum er serstakt við hesari bygdini, er, at av teimum 35 fólkunum, sum búgva her, eru 30 kvinnur. Allar eldri kvinnur.
Ein teirra, Giovanna, kemur gangandi eftir vegnum við eitt sindur av rósmarin í hondini. Hon steðgar á, tá hon sær ókunnugt fólk og eygleiðir okkum, meðan vit ganga móti henni. Hon byrjar síðani at tosa, og ferðaleiðarin roynir at umseta, men sumt av tí, sum hon sigur, fær hann tó ikki við.
Giovanna er 82 ára gomul og hevur búð í bygdini alt sítt lív so at siga.
? Eg var í Týsklandi sum ung genta og arbeiddi, men tað er nú so øgiliga langt síðani, sigur hon, meðan hon smílist blídliga.
Giovanna sigur, at tað kann gott vera einsligt í bygdini til tíðir, men tey hava altíð summarið at síggja fram til, tá fólkið kemur aftur.
Hon greiðir frá, at maður hennara er deyður, og at sonurin býr saman við henni.
? Eg havi júst verið og fingið mær nakað av rósmarin, tí eg fari at gera enskan búff til døgurða til hansara, tá hann kemur aftur úr arbeiði, sigur hon. Sonurin arbeiðir í øðrum býi har í nánd.
Giovanna tosar longi við okkara ferðaleiðara, men hesin umsetur ikki longur, tí hann helst hevur úr at gera við at lurta eftir henni.
Hon hevur onki ímóti at vera avmyndað, og tað letur ongin okkara sær siga fleiri ferðir. Hetta er ein hugtakandi eldri kona, tí hóast hon er komin væl upp í árini, so tykist hon bæði røsk og førlig. Men brádliga hevur hon fingið nóg mikið av ølum hóvastákinum og við einum harðmæltum ciào, fer hon aftur til gongu oman móti sínum húsi við rósmarininum í hondini, sum sonurin fer at fáa afturvið enska búffinum, tá dagsins gerningur er av.