Útvarp Føroya hevur í fleiri ár havt sendingar millum jóla og nýggjárs, har teir hava sæð aftur á ítróttarárið og tónleikaárið.
Í ár ætlar Kringvarpið at royna at leggja hesar báðar sendingar saman, soleiðis at vit fáa eitt stórt tiltøk, har hugt verður aftur á bæði farna ítróttarár og farna tónleikaár.
Rex karmur um tiltakið
Fyri fyrstu ferð verður Útvarpið ikki karmur um hesar sendingar. Kringvarpið hevur valt at hava tiltakið í Rex, bæði tí at útvarpshøllin er upptikin, men eisini tí at teir fegnir vilja hava eina luftforanding, og sostatt fáa teir nú ein møguleika at vita, hvussu hetta tiltak fer at rigga í øðrum høli.
Tiltakið verður á skránni leygarkvøldið frá kl. 19, og har verður nógv gott undirhald á skránni. Dentur verður lagdur á at hava útgávuaktuellar bólkar við til tiltakið, men eisini aðrir bólkar, sum á ein ella annan hátt hava merkt tónleikaárið, vera við til tiltakið. Millum bólkarnar, sum skulu spæla til tiltakið, kunnu nevnast Uni R. Debes, 200, Kristleif Zachariassen, Deja Vu, The Dreams, Gestir, Marius, Páll Finnur Páll og Boys in a band.
Ítróttarárið á skránni
Afturat góða tónlistarliga undirhaldinum, so vera eisini fleiri av framstandandi føroysku ítróttarfólkunum at hoyra.
Práta verður við tey fimm, sum eru innstillað til heiðurin sum ársins ítróttarfólk. Harafturat ætla vertirnir at varpa ljós á dystin um meistaraheitið í fótbólti ímillum HB og EB/Streym. Í hesum sambandi fara teir at práta við fleiri av leikarunum hjá bæði gullvinnarunum og silvurvinnarunum.
Nógv annað verður eisini á skránni í ítróttinum. Vit fara m.a. at hoyra nógv um kappróður, har serligur dentur verður lagdur á dystin millum Klaksvíking og Eysturoying. Her fara vit eisini at hoyra um gongdina hjá Katrin Olsen, og um silvurmerkið, sum hon vann í heimsmeistaraskapinum. Vit fara eisini at hoyra um luttøkuna hjá Støkk og Havnar Fimleikafelag í heimsmeistaraskapinum í estetiskum fimleiki og um unga badmintonleikaran, Niklas Eysturoy.
Stór undirtøku
Sum sagt, so skal ársins ítróttarfólk og ársins tónleikanavn kjósast til hetta tiltakið. Her verður tað ikki Kringvarpið, sum velur út, hvørji av teimum innstillaðu, sum skulu vinna.
Vit hava nevniliga øll møguleika at greiða atkvøðu inni á heimasíðuni hjá Útvarpinum, og seinasta freist at atkvøða er í fríggjakvøldið.Higartil hava fleiri enn 2600 fólk greitt atkvøðu, og hetta eru fyriskipararnir sera væl nøgdir við.
Tiltakið verður mett at vara á leið 4 tímar, og tað verður sent beinleiðis í Útvarp Føroya. Vertirnir í ítróttinum vera Suni Merkisstein, Jón Brian Hvidtfelt og Lív Horsdal, meðan Rúni Jákupsson og Elin í Stórustovu taka sær av tónleikinum.









