Fá allar heimsins møguleikar

60 % av føroyskum lesandi lesa uttanlands. Bara helvtin av teimum koma heimaftur eftir loknan lestur. Tí er nú ætlanin at fáa føroyingum góðar útbúgvingarmøguleikar til Føroya. Loysnin er fjarlestur

Fjarlestur
Eydna Skaale

Umleið helvtin av teimum, sum fara uttanlands í lestrarørindum siga, at um tey høvdu havt møguleika at lisið her heima, so høvdu tey ikki farið av landinum. Tí er alneyðugt, at stig verða tikin til, at ungdómurin fær høvi at útbúgva seg í Føroyum. Betri fjarlestrarmøguleikar eru ein liður í ætlanunum um at fáa ungfólk at vera verandi í Føroyum. Serliga skeiva gongdin av ungum kvinnum, sum hvørt ár hvørva út í heim má steðgast nú, og eisini her verður hildið, at fjarlestur er ein loysn.

Lestrarstuðul til lesandi
Longu nú eru nakrir møguleikar, t.d. hevur Føroya Handilsskúli havt samstarv við Robert Gordon University í Skotlandi, Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum hevur havt samstarv við Mittuniversitetet í Svøríki, umframt at Handilsskúlin á Kambsdali hevur bjóðað FHS- og HH útbúgvingar umvegis fjarlestur.
Nú skal útboðið tó víðkast, og ætlanin er eisini at lata lestrarstuðul til teirra, ið fara undir fjarlestur. Tað er nevniliga ikki eitt tilboð í dag. Lestrarstuðulin fer at verða latin í mun til hvussu nógvar tímar, tú lesur. Ein leistur er, at tey lesandi fáa lán, tá tey byrja, og so hvørt sum próvtøkurnar koma í hús, verður lánið strikað og umlagt til stuðul.

Deplar kring landið
Ætlanin er at skapa nakrar deplar fyri fjarlestri runt um í Føroyum. Royndir uttanlands vísa, at tað er týdningarmikið, at tey lesandi kunnu koma saman, og tí er eitt uppskot, at eitt fjarlestrarumhvørvi í Føroyum kundi verið knýtt at miðnámsskúlunum.
Tað skal eisini vera lættari at sameina ymsar møguleikar, og at seta eina útbúgving saman av nærlestri á Fróðskaparsetrinum og fjarlestri úti í heimi.

Nógv fleiri møguleikar
Við tað, at Fróðskaparsetrið og aðrir útbúgvingarstovnar kunnu víðka um síni útbúgvingartilboð, verður helst sannlíkt, at fleiri føroyingar fara at nema sær útbúgving her heima umvegis fjarlestur. Hetta er eisini eitt gott tilboð til teirra, ið av ymsum orsøkum ikki kunnu fara av landinum at lesa, og teirra, ið eru komin eitt sindur upp í árini.
Hetta er eisini ein bílig loysn, sum ikki kostar Fróðskaparsetrinum nakað.