Í tvær vikur hava næmingar í 9. flokki í Tórshavnar kommunuskúla verið í starvsvenjing. Vit hava tosað við tveir av teimum og spurgt hvussu teimum dámar
STARVSVENJING
Birita L. Simonsen
Jóna D. Thomsen
Barbara Birgirsdóttir Thomsen úr Havn, gongur vanliga í Tórshavnar kommunuskúla. Hon er í løtuni í starvsvenjing hjá Flogfelag Føroya. Flogfelag Føroya er ein ferðaskrivstova. Tey skipa fyri øllum, ið tær nýtist, um tú skalt ferðast. Av tí at starvsfólkini eru so vinarlig, dámar henni sera væl at vera har.
? Eg havi lært sera nógv t.d. at pakka ferðaseðlar og at arbeiða við teldu.
Hetta er ikki akkurát hennara dreyma arbeiði.
? Eg vil hava eitt arbeiði, ið er meira útfordrandi.
Hon veit tó ikki júst hvat arbeiði, hon vil hava seinni í lívinum. Tað er ein av orsøkunum til, at hon valdi at fara í starvsvenjing her. Hon heldur, at tað er sera gott, at skúlin skipar fyri tílíkum.
? Tað er gott at tú sleppur at royna teg á einum rættum arbeiðsplássi. Men eg leingist tó eftur skúlanum, sigur Barbara at enda við einum skemtandi smíli.
Símun Nolsø úr Havn, er í starvsvenjing á Sjómansheiminum. Hann gongur vanliga í 9.fl. í Tórshavnar kommunuskúla. Sjómansheimið er eitt væl umtókt hotel, ið fær nógv vitjandi frá ymiskum londum hvørt ár. Har nógv at fáast við m.a er møguleiki at arbeiða í »receptiónini«, á matstovunum, at vera gongsgenta.
Símun sigur, at tað hevur ikki verið júst sum vænta, men nógv betur ? t.d. havi eg sitið í »receptiónini« í eina viku. Tað var ógvuliga útfordrandi. Eg tók telefonina, tá ið fólk ringdu og bíløgdu kømur. Summi vóru útlendingar, so eg havi tosað 4 ymisk mál. Eisini havi eg skrivað rokningar. Eg havi tikið perur og listar niður, listarnar havi eg síðan slípað.
Símun sleppir sjálvur at gera pitsa o.a., men tað verður tó ikki selt.
Símun kundi hugsa sær at arbeitt í »receptiónini« í síni frítíð seinni í lívinum.
? Hetta er nógv betrið, enn at ganga í skúla, eru hansara seinastu orð.










