Næstan ómøguligt at fáa sjóverk umborð á Smyrli

 Nýggi Smyril verður eitt ómetaliga gott sjóskip. Tað sæst á byggisniðnum og verður hann ikki tað, verður tað eitt ógvuliga stórt vónbrot.
Henrik Old, løgtingsmaður, ivast ikki í, at tá ið nýggi Smyril verður settur í sigling, er sjóverkurin farin í søguna.
 Tað sæst, at hann er bygdur sum eitt rættiligt havgangandi skip og nú verður tað uttan iva liðugt við øllum trampinum, tá ið hann er ímóti.Tvørturímóti er hetta eitt skip, sum rættiliga kann kloyva landnyrðingin og hann fer at veða so róligur og hava so góðan stabilitet at sjóverkur fer at vera eitt at kalla ókent fyribrigdi. Annars verður tað eitt satt vónbrot.
 Eg vænti, at tað verða nógv fólk, sum fara at øtast yvir, hvussu stórur hann í veruleikanum er og tað var ein kensluborin løta at vera við til dópin og eg kom at hugsa um tann gamla, guvurikna Smyrilin, sum var tann fyrsti, ið eg sigldi við.
Ferðasambandið upp á eitt annað støði
Løgtingsmaðurin sigur, at tí fer hesin Smyril at lyfta ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina upp á eitt heilt annað støði.
 Bara tað, at vit nú sleppa undan at stilla okkum á ferjuleguna ein og tveir tímar áðrenn fráferð, fyri at sleppa við, verður eitt øgiligt framstig.
Annars heldur Henrik Old, at nýggi Smyril slóðar eisini fyri at tað ber til at veita vinnuni í Suðuroy betri umstøður.
Fyrsta stigið í hesi ætlan er at tað nú verður bíligari at flyta farm ímillum Havnina og Suðuroy.
Heilt skjótt fer tingið nevniliga at samtykkja, at tað skal verða sami prísur at flyta farm ímillum Suðuroy og Havnina, sum tað er at flyta um Lorvíksfjørð og um Skopunarfjørð.
 Tað er eitt ómetaliga týdningarmikið stig, tí tað er ein fortreyt fyri at halda vinnuna kappingarfør. Samstundis fer tað at gera umstøðurnar hjá vinnuni í Suðuroy at bjóða seg fram norðanfjørðs á jøvnum føti við vinnuna aðrastaðni í landinum, tí nú verður farmaflutningurin ikki ein trupulleiki longur.
 Tað er neyðugt at lívga um vinnuna, sum er í Suðuroy, tí hvørja ferð eitt bakkast verður, tyngri verður at byrja aftur, tí fíggjarligur kreftirnar ganga undan.
Einfaldari og bíligari at ferðast
Henrik Old sigur, at næsta stigið verður so at gera prísskipanina umborð einfaldari, so at allir bilar undir eitt ávíst metratal, betala tað sama.
 Tað eru nógv fólk, sum hava ein lítlan lastbil  ein pick up- men teir eru væl dýrari at fáa við Smyrli og er ætlanin at útjavna prísirnar, so at lítlir lastbilar ikki verða dýrari enn vanligir bilar.
Samstundis er ætlanin at gera tað lættari hjá ferðafólki, so at tey nú bara skulu keypa ein ferðaseðil, sum er galdandi báðar vegir, ístaðin fyri at fólk skulu noyðast at keypa ferðaseðlar tvær ferðir- og tað skal eisini bera til at keypaferðaseðilin á bryggjuni.
Ein stórt kjakevni í sambandi við nýggja Smyril er túratalið.
Henrik Old heldur fast um, at tað er rætt, at manningin fær høvi til at venja seg við skipið, uttan at verða løgd undir trýst nú á hávetri.
 Men strandferðslan er greið yvir, at tað næsta stigið verður at leggja eina ferðaætlan, sum hóskar fjøldini av einstaklingum og vinnulívinum best. Og tá ið nakað er fráliðið, skal hon eisini hugsa um at fáa fleiri túrar.
Sjálvur væntar Henrik Old, at Smyril í fyrstu atløgu fer at sigla fleiri túrar um vikuskiftini.
Sjálvur heldur hann at ein túrur norðureftir mitt fyrrapartin í vikuskiftunum hevði verið hentur hjá øllum ítróttarfólkunum, sum skulu norðureftir, so at tey sleppa undan at fara so tíðliga upp sum nú.
Samstundis heldur hann, at vit eiga at bera so í bandi, at tey, sum koma við morgunflogfarinum eiga at sleppa suður á miðdegi, hvønn dag.
Somuleiðis hevur samgongan tosað um, hvussu tað kann skipast so fyri, at prísirnir á ferðaseðlum kann lækkast, ella um tað kann berast so í bandi, at tað verður heilt ókeypis at sigla við Strandferðsluni og at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
 Skal prísurin lækkar, skal peningurin takast inn onkusvegna, tí peningurin skal takast inn undir øllum umstøðum.
 Tað kann gerast við at leggja avgjald á onnur øki, eitt nú á olju, bensin og annað.
 Men tað má gerast soleiðis, at tað rakar so víða sum gjørligt so at tað ikki verður ein einstakur bólkur, sum einsamallur situr eftir við svartiperi. Tí má avgjald helst leggjast á nógva ymsa staðni fyri at hvør hækking verður so lítil sum gjørligt.
Annars ivast Hendrik Oldi ikki í, at broytingar fara at verða gjørdar til tað betra, tí í løgtinginum hevur hann ongantíð vitað ein størri vilja til at bøta um viðurskiftini í Suðuroy.
Kortini vísir hann á, at ofta kann ein politisk tilgongd taka drúgva tíð, men bara tað, at evnið er komið á dagsskrá, er eitt stórt framstig.
Tvørturímóti heldur Hendrik Old ikki, at Smyril skal sigla fast til Skotlands, tí hann skal fyrst og fremst tæna Suðuroy.
 At hann so ger onkran einstakan túr til Skotlands um summarið tá ið ítrótturin er í summarfrí, er nakað annað, men tað er rætt at varðveita hann sum eitt suðuroyarskip, heldur løgtingsmaðurin.
Og at enda hevur hann eina inniliga áheitan á ferðafólkið:
 Nýggi Smyril er dýrur og nú er tað bara mín inniliga vón at fólk verða góð við hann og varðveita hann snotiligan og snøggan og lata vera við at fremja herverk umborð við at kryvja stólar upp ella at telgja í borð og hurðar, sigur Henrik Old.