bankakanningini. Tað kann ganga fleiri vegir. Eitt nú kunnu føroyingar fáa viðhald í skuldsetingunum, ella verða danir fríkendir. Ella verða tað høgg til báðar síður, soleiðis, at tað verður torført at fara víðari [...] Føroyar og Danmark. Í tí fyrra førinum skulu vit fyri tað fyrsta samtykkja oljulóggávuna. Harnæst skulu vit til at gera av, nær og hvussu tann 1. útbjóðingin skal vera, og loksins skulu vit til at fáa greiðu [...] verður 50 ár, og vit skulu hava bæði løgtings- og fólkatingsval. Fyri so ikki at gloyma, at vit fara inn í eitt nýtt ár við eini ikki sørt ambuteraði samgongu. MÍN sann ein stórur biti at svølgja. Spurningurin
er í Ruslandi. TAÐ er kanska gott tað sama, at vit júst á jólum, sum vit halda fyri at minnast Jesusbarnið og harvið eisini upphav okkara, verða mint á og ávarað um, at vit ikki røkja tað, sum okkum er [...] tíð, sum vit vilja hava jólini at verða, so er tað nettup tann jørð, ið vit búleikast á. TAÐ skal tí verða okkara jólaynski, at mannaættin fær tikið seg um reiggj og umsitið jørðina, sum var hon bert til [...] lænt - sum vit eiga. At vit verða mint á, at vit hava bert fingið jørðina til láns frá okkara eftirkomarum. ER tað nakað, sum vit eiga at geva gætur í eini so týdningarmiklari og eisini symbolskari tíð
løgmaður helst at vísa, at tað verða ikki boðin øki út til oljuleiting, um so er, at bretar ikki slaka meira. Løgmaður hugsar kanska soleiðis, at eftirtíðin skal ikki sleppa at siga, at løgmaður ofraði [...] avgerð. LAT tað verða sagt beinanvegin, at vit virða rætt løgmans at seta sínar embætismenn til tær uppgávur, sum løgmaður nú heldur teir eiga til eina og hvørja tíð. Men átti løgmaður ikki at ráðført seg [...] tingmenn draga eina og somu línu í olju- og marknapolitikkinum. Og har hevur hann fingið fullan stuðul. Nú fer so sami løgmaður - helst uttan at ráðføra seg við nakran - og koyrir formannin í tí so týðandi
tilfeingið á landi ? og tað lága rentustigið hevur gjørt, at vit hava nógv meiri pening at húsast við. MEN spurningurin er, um góði toskafiskiskapurin fer at halda sær, og um rentustigið fer at vera líka lágt [...] fiskiskapurin og hækkar rentan, so sansar beinanvegin at, og avlopið á fíggjarlógini hvørvur. Tá verður aftur neyðugt at hækka skatt og mvg, skerja og tátta í, og spurningurin er tá, um vit klára at gjalda eitt [...] sjófólk ? og skerja meirvirðisgjaldið fyri ávísar tænastur ? t.d. fyri bilumvælingar og hárfríðkan ? og fáa minni til landshúsarhaldið, so tað verður upp aftur truplari at játta heilsuverki og skúlaverki
øki, og tí undrast bæði politikarar og almenningurin. Summi eru ikki sørt ørg inn á hendingina, og minsta kravið er at fáa eina grundgeving frá løgmanni, hví Árni Olafson er skiftur út! VERÐUR tað næsta [...] eitt og ein triði sigur okkurt annað! Spurningurin er, um vágatingmenninir ikki bara látast sum um ein semja er gjørd fyri at bjarga skinni sínum, meðan sannleikin er, at einki er avtalað ? og at teir [...] eisini tann bersøgni og opinskáraði ? siga nú, at teir eru nøgdir við eina semju um at arbeiðið heldur fram! Men samstundis sigur formaðurin í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, at eingin avtala er gjørd
ávara móti nóg ofta. TAÐ er ferðslumentanin í sambandi við jólafrokstarnar. Tað vísir seg at vera alt ov vanligt, at fólk taka bilin við og líkasum ?bara? fáa sær ein einkultan og so heimaftur. Hesin einkulti [...] jólafrokostarnir? verða hildnir um landið. HESIN siður - onkur vil helst siga óskykkur - hevur vundið nógv uppá seg og er tað helst ikki uttan ávirkan úr Danmark. Har er tað ?in? at hava jólafrokostar [...] á nærum hvørjum arbeiðsplássi, og hetta er galdandi í stóran mun í Føroyum eisini. SJÁLVANDI er tað gott, at starvsfólk kunnu hittast á henda hátt og gloyma vanliga arbeiðsdagin. Men her er eitt stórt
viðurskifti, ið viðvíka bankamálinum og um leiklut hansara í hesum sambandi. Tað er at fegnast um, at leiðandi politikararnir úr øllum trimum økjunum í ríkinum hittast - og at hetta er fingið í lag í slíkum [...] 6. januar koma bæði forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin á ríkisfund í Føroyum. Føroyingar eru kendir gestablíðir, og tað fara vit eisini at verða, tá Poul Nyrup Rasmussen kemur á vitjan [...] ríkisfundur er, og hesum kunnu vit fáa nógv gagn av. Men stríðsmálini millum føroyskar og danskar myndugleikar eru ikki gloymd. Lat okkum nú líta frameftir - og lat tað farna fara - soleiðis at vit í framtíðini
árini fara at hava nógv nýtt at bjóða uppá. Vit arbeiða í løtuni við eini ætlan um at betra prentmøguleikarnar og at gera alla arbeiðsgongdina í blaðhúsinum meira effektiva og munadygga. Tað skuldi so sæst [...] ári. Harumframt fara vit at seta á stovn líknandi lokalredaktiónir aðrastaðni í landinum. Eitt er tað at vera á staðnum og útvega tíðindi og annað tilfar. Annað er at hava gott samband við fólkið úti kring [...] sæst aftur í einum snøggari og betri blað. 1998 fer í so máta eisini at vera eitt broytingarár hvat innihaldinum viðvíkur. Vit fara sjálvandi ikki her og nú at avdúka alt tað vit arbeiða við, men kunnu
minnilutastjórn. Eftir at teir báðir miðflokkarnir hava boðað frá, at teir fara ikki í Tinganes, er greitt, at verandi samgonga sleppur at royna seg sum minnilutastýri. Hon fer at fáa sær undirtøku fyri [...] ósemjurnar í sambandsflokkinum kann tað henda, at flokkurin, fyri ikki at skula enda aftur úti í áralangari oyðimarkarferð, fer at finna sær nýggjan formann - fyri harvið at tryggjað sær pláss í eini komandi [...] okkum at ivast stórliga í, hvussu væl vald løtan er til at royna eitt minnilutastýri fyri fyrstu ferð. Tað sigur okkum so mikið sum, at hesi samgonguni verður ikki langt lív lagað. Kann vera at hon fer
løgmans og halda, at hon kom í tøkum tíma. TAÐ er eingin loyna, at Sámal Petur í Grund hevur verið nógv í ?rampelyset?, síðani hann kom sær upp í politikk. Hann hevur umsitið øki, sum hava gjørt, at hann [...] hevur verið at síggja og hoyra í loftmiðlunum uppá gott og ilt. Hvat fólk enn halda um henda fyrrverandi landsstýrismannin, so hevur hann - hann hevur eisini umsitið samskiftismál - dugað væl at tala fyri [...] fyri summum av sínum málsøkjum. Tá tað er sagt, skal eisini sigast, at gerðir aftan fyri orðini, hava avdúkað manglandi politiskt og samfelagsligt innlit og framskygni og tí gjørt hann sera ópoppuleran. TAKA