TAÐ man løgið fyri tey flestu av okkum - at skula halda eini jól við ongum kava. Neyvan eru hetta fyrstu jólini uttan kava, men tó man tað vera eindømi, at tað er so lýtt á jólum sum júst í ár.
TOSAÐ verður um ávirkanina frá dálkingini av heiminum - at hon skal vera orsøkin til, at vit nú mugu vera kavajól fyri uttan. Fara vit so í onnur herðashorn av heiminum, sum eitt nú í India, so er gongdin har beint tann øvugta. Har er óvanliga kalt. Sama er í Ruslandi.
TAÐ er kanska gott tað sama, at vit júst á jólum, sum vit halda fyri at minnast Jesusbarnið og harvið eisini upphav okkara, verða mint á og ávarað um, at vit ikki røkja tað, sum okkum er givið - lænt - sum vit eiga. At vit verða mint á, at vit hava bert fingið jørðina til láns frá okkara eftirkomarum.
ER tað nakað, sum vit eiga at geva gætur í eini so týdningarmiklari og eisini symbolskari tíð, sum vit vilja hava jólini at verða, so er tað nettup tann jørð, ið vit búleikast á.
TAÐ skal tí verða okkara jólaynski, at mannaættin fær tikið seg um reiggj og umsitið jørðina, sum var hon bert til láns frá okkara eftirkomarum.
ØLLUM okkara viðskiftafólki og øllum Føroya fólki ynskja vit eini gleðilig jól. Blaðið kemur út aftur týsdagin 30. desember.