saman við hinum at skipa fyri tiltøkum. Við at skipa fyri tiltøkum, ið eru til frama fyri vitanina hjá ungdóminum, er vegurin fram. Við at kunna ungdóminum um Føroya- eins og alheimssøgu, við at kunna [...] Hanus Samró --------- »Vit ungu eru ov líkasæl og ábyrgdarleys. Vit eru líkasæl, tí tað eru alt ov fá, sum luttaka í politiska lívinum«, segði skrivarin hjá Ungmannafelagnum Samband, Katrin H. Petersen [...] kveikja áhugan, hvussu fáa vit okkara visjónir út á bestan hátt? Hvussu fáa vit unglingar í okkara bás? Við at ákæra ungdómin fyri líkasælu, tí tey hava eina aðra áskoðan, er at sýna teimum óvirðing. Haraftrat
nær við, Potemkin var einsamallur móti málverjanum, meðan aðrir eisini søktu at – men tað hjálpti lítið. ÍF smæddist ikki burtur. Í mótálopunum vóru teir ágangandi, og gestirnir vóru eisini nær við at økja [...] Fyrr í ár fekk Skála málleysan javnleik í høvuðsstaðnum, og í gjár fingu fuglfirðingar stig heim við í viðførinum. Tvey heldur sjáldsom mál var uttan iva tað, sum sat eftir í minnunum á flestu áskoðarunum [...] José Dos Santos spældi bóltin aftur til hansara. Eitt sindur trýstur royndi hann at sparka burtur við vinstra beininum, men kúlan endaði beint fyri føturnir á Nenad Saric. Hann ivaðist ikki, og sendi í
mær , at sita her við telduna og skriva hesi fáu orðini til eina innstilling til "Ársins føroying", sum eg av sonnum haldi og fleiri við mær, at Karin hevur uppiborið hendan heiðurin. Við takksemi, sum dagligur [...] bæði, sum kvinnu- og mansrødd og tey eita Hanna og Hanus. Mong eru vit, sum dag og dagliga hava gagn av og kunnu hava ein vævirkandi gerandisdag við øllum tí, sum ein gerandisdagur í 2019 hevur í sær, [...] hettar læt ein heilt nýggjan heim upp fyri fleiri, ikki bert blindum og sjónveikum … nei eisini mong við lesi- og skrivitrupuleikum høvdu gleði av fyrstu teldutaluni, sum fekk navnið Sjúrður. Tá nøkur ár
Eysturoy endaði við javnleiki. Í Leirvík kláraði heimaliðið 2-2 ímóti B68, hóast Magnus Skoralíð longu eftir eitt korter sá reytt fyri hevnisøku, og á Skála bar javnleikur ímóti NSÍ við sær, at munurin [...] hjá sandoyingum hesa ferð. Teir høvdu vitjan av næstbesta HB liðnum, sum fór aftur um Skopunarfjørð við einum stigi. TB er triða liðið í røðini av teimum, sum hava møguleika at flyta upp, og hjá tvøramonnum [...] eftir langa framlegging. Thomas Hans Rubeksen, sum júst er fluttur til FC Hoyvík hevði javnað til 1-1 við góðum skoti. Á Sandi setti B71 miðverjin Allan Tungá fimm minuttir fyri steðgin hol á eftir horna,
Ræðusøgunnar meistari fagnaður við stórfingnari framførslu. Tann, sum fer inn á YouTube, hevur í dag høvi til at hoyra heimsins bestu yrking lisna upp við sjáldsomum kynstri. Yrkingin eitur The Raven [...] amerikonskum lærdum háskúlum. Edgar Allan Poe, sum livdi frá 1809 til 1849, var saman við Hawthorne og Melville við til at hækka støðið í amerikonskum skaldskapi og geva hesum skaldskapi modernað europeiskt [...] nevniliga ein kvinna, sum í fyrstuni er forsøgd og smæðin, men sum so líðandi kemur fyri seg, og sum endar við at geva Poes mannligum hetjum, og serstakliga tí braneggjaða fransmanninum Dupin, ein skarpan gang
av føroyskum prestum taka undir við kvinnuligum prestum, so eiga vit at fyrihalda okkum til tað. Hetta eru hóast alt teir bíbliukønu, ið her tala. Um so var, at hvør Hanus og Janus kundi gingið og definerað [...] bíbliuørindi eftir hvørjum øðrum, so var neyvan tørvur á nøkrum presti. Tað er hóast alt ein meining við, at prestar lesa til prest í so nógv ár. Bispur og meirilutin av Føroya prestum máttu eisini havt hampuligt [...] dreingir at spæla fótbólt - at dansa føroyskan dans, at fara í biograf osfr - tí hetta var ikki í tráð við Bíbliuna. Í dag vilja fólk ivaleyst flenna at hesum, men hettar var eitt álvarsmál fyri ein prest serliga
Henda nýggja skipan hevur tað við sær, at nú skulu handilsfólk sjálv senda FR kortini til danska stovnin PBS, sum síðan flytir peningin á konto hjá handilsfólki. Skipanin frammanundan var einføld og liðilig [...] verða drigið av keyparakonto beinanvegin. Nýggja skipanin hevur undir øllum umstøðum fleiri vansar við sær fyri handilsfólk. Skipanin gevur meira arbeiði til handilin og sum vera man, tá ið peningurin skal [...] serliga praktiskur, og má metast sum rættiliga stór og óneyðug íløga hjá nógvum smáhandlum samanborið við gomlu skipanina. Í Sosialinum 19. juni svara peningastovnarnir aftur, og umboð fyri Sparikassan og
takkaði fyri við at skora fyri aðru ferð í ár. So var tað, at Daniel Johansen umsetti brotsspark til mál og 3-0. -Eg var væl nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki, men eg var ikki nøgdur við tað, sum vit [...] hálvleiki, og tað var lítlu løtuna undan steðginum, at tað varð greitt, at Skála einki fór at fáa við sær undir Tangafjørð. Stefan Radosavljevic fluktaði til 1-0 eftir framlegging úr vinstru frá Daniel [...] fleiri ferðir um reppið, at skálamenn í góðum støðum og eftir horna minkaðu um munin. Tað kemur illa við, at snillingurin Andreas Egeberg Jacobsen er langtíðarskaddur, og í dag noyddist Poul Kallsberg, sum
tað stóð nógv upp á spæl. Runavíkingar, tí hetta var absolutt seinasti møguleikin at hanga so dánt við toppinum, eftir at dýrir stigamissir tey bæði seinastu vikuskiftini hava hildið teimum burtur frá heilt [...] hinvegin royndu at dúva upp á uppskriftina, sum teir til tíðir hava fingið heilt nógv burturúr í ár. Við at liggja djúpt á vøllinum, og síðani dúva upp á kvik mótálop, royndu teir at halda spenningin í dystinum [...] hálvleik spurdist úrslit eisini burturúr, tá teir fingu lagt seg á odda. Hjá runavíkingum kundi filmurin við hesum kanska knekka fullkomuliga. Fyri tveimum vikum síðani mistu teir sigurin í evstu løtu á Sevmýru
Útspæl spar 4 Sunnan spælir spar damu frá borðinum, og tú tekur við konginum. Tú væntar at sunnan ikki er ein av teimum, ið meldar tveir hjartar við trimum lítlum hjartarum og einari vánaligari hond. So um meldið [...] sær safe út at gera, vinnur makkarin við damuni og spælir meir spar. Sunnan tekur fyri essi og spælir tvær ferð trumf og síðani kleyvar bónda, ið vestur má taka við essinum. Vestur hevur ikki spar eftir [...] kapping. 22 pør høvdu boðað frá luttøku. Kappingin gjørdist sera spennandi, sjálvt um tað eina parið við Arnleyg Mikkelsen og Marjun Restorff beinanvegin legði seg á odda, vóru tað fleiri pør, sum lógu framvið