Gøtumenn í aldudali

Tá NSÍ eftir steðgin fór at umseta møguleikar til mál, skramblaði GÍ fullkomuliga saman, og enn mugu steypavinnararnir ásanna, at niðurflyting er ein ítøkiligur møguleiki

Fótbóltur

Grannauppgerðirnar millum NSÍ og GÍ plaga at borga fyri bæði jøvnum og intensum uppgerðum. Soleiðis tóktist tað eisini skula vera sunnudagin, tá tey bæði liðini hittust í Sarpisgerði.
Fyri báðar partar var galdandi, at tað stóð nógv upp á spæl. Runavíkingar, tí hetta var absolutt seinasti møguleikin at hanga so dánt við toppinum, eftir at dýrir stigamissir tey bæði seinastu vikuskiftini hava hildið teimum burtur frá heilt stuttliga partinum av stigatalvuni. Og gøtumenn, tí niðurflytingarspøkilsið framvegis hongur tungt oman yvir liðið.

Týdningarmikil útjavnan
Fyrstu longu løtuna var talan eisini um eina tætta uppgerð. Runavíkingarnir høvdu kanska betra spælið, men teir megnaðu ikki at umseta møguleikarnar til mál, og tí lúrdi vandin fyri kontra-álopum eisini støðugt.
Gøtumenninir hinvegin royndu at dúva upp á uppskriftina, sum teir til tíðir hava fingið heilt nógv burturúr í ár. Við at liggja djúpt á vøllinum, og síðani dúva upp á kvik mótálop, royndu teir at halda spenningin í dystinum, og stutt fyri hálvleik spurdist úrslit eisini burturúr, tá teir fingu lagt seg á odda.
Hjá runavíkingum kundi filmurin við hesum kanska knekka fullkomuliga. Fyri tveimum vikum síðani mistu teir sigurin í evstu løtu á Sevmýru, og fyri einari viku síðani tveittu teir 2-0 leiðslu burtur í stórtapinum fyri EB/Streymi.
Ivaleyst fuku slíkir tankar gjøgnum høvdini á spælarunum, men lukkutíð, so megnaðu teir hesa ferð at svara alt fyri eitt. Eitt mál, sum fekk teir at fara inn til steðgin við rættari pannu. Og ikki minst, so var sálarliga javnvágin eisini í lagi, tá farið varð inn til seinna hálvleik.

Korthúsið rapaði
Og tá NSÍ so eisini legði seg á odda mest sum beint eftir steðgin, vóru tað brádliga teir, sum høvdu stóru sálarligu yvirvágina.
Gaman í, so hevðið GÍ gyltan møguleika at javna til 2-2, tá ein mest sum púrasta leysur Hanus Jacobsen smekkaði til víð síðuna av málinum, men so fullu gøtumenninir mest sum púrasta í fátt. og álopini frá runavíkingum skolaðu oman móti málinum. Breiddin á vøllinum varð nýtt væl og virðiliga, og ferð eftir ferð varð GÍ-verjan spæld tunn, soleiðis at góðar støður spurdust burturúr.
Tað komu so heili trý mál afturat, men onkur runavíkingur vildi helst sagt, at tey bara vóru trý í tali. Og í øllum førum mundu teir hjá heimaliðnum fleiri ferðir takka Pól Næs Joensen fyri sínar dygdir í málinum.

Gysari á Sevmýri
1-5 vísti talvan, tá teir 90 minuttirnir vóru lidnir, og tað kundu gestirnir sjálvsagt vera best nøgdir um. Enn er oddurin ikki horvin heilt í sólarhvarvinum, og so er spurningurin, hvat fer at henda, tá Skála vitjar um eina viku.
Hjá GÍ er støðan heldur meira kritisk. Tríggjar tær seinastu ferðirnar - har av tvær á heimavølli - er liðið farið av vøllinum uttan stig, og við tætta botnstríðnum í huga, hava teir ikki ráð til hetta alt ov oftani afturat. Ikki minst tykjast teir báðir heimadystirnir - B36 og EB/Streymur - sum liðið hevur eftir, at vera tungir, og tí líkist tað einum veruligum lykladysti, tá teir komandi umfarið skulu á vitjan á Sevmýri.