Kappingin harðnar í HB

Sigrarnir eru fleiri, og tað eru fleiri um boðið nú, enn tað hava verið

Í dag vann HB 3-0 favorittsigur á heimavølli ímóti Skála. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálveiki. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, og tað var lítlu løtuna undan steðginum, at tað varð greitt, at Skála einki fór at fáa við sær undir Tangafjørð.

 

Stefan Radosavljevic fluktaði til 1-0 eftir framlegging úr vinstru frá Daniel Johansen og til handara stólpa, tá ið eitt lítið korter var farið. Hann skoraði støðugt í fyrstu umførunum, og nú tykist glið vera komið á aftur eftir langan málturkur. Stefan skoraði ímóti AB fyri tveimum vikum síðani og málið í gjár var tað tíggjunda hjá honum í ár.

 

Tvey mál vórðu skorað lítlu løtuna undan steðginum. Øssur M. Dalbúð økti til 2-0, tá ið hann var fyrstur á, eftir at málverjin hevði hálvbjargað langskoti frá Dan í Soylu. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Øssur var millum teir fyrstu ellivu, og hann takkaði fyri við at skora fyri aðru ferð í ár.

 

So var tað, at Daniel Johansen umsetti brotsspark til mál og 3-0.

 

-Eg var væl nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki, men eg var ikki nøgdur við tað, sum vit vístu eftir steðgin, segði HB venjarin, ið hevur sum mál at vinna næstfremsta plássið í landskappingini og at vinna HB í steypafinaluna.

 

HB hevur nú vunnið fimm landskappingardystir á rað. Frástøðan til toppliðið er so mikið stór, at møguleikin at vinna FM er burtur. At tað gongur væl hevur stóran týdning, tí tað leggur lunnar undir kappingina í 2022, og seinastu vikurnar eru teir alt fleiri, sum hava fingið møguleika at royna seg.

 

Hóast mótbrekkan hevur verið og er stór, so vísti Skála góðan hugburð, og eftir steðgin var tað fleiri ferðir um reppið, at skálamenn í góðum støðum og eftir horna minkaðu um munin. Tað kemur illa við, at snillingurin Andreas Egeberg Jacobsen er langtíðarskaddur, og í dag noyddist Poul Kallsberg, sum hevur verið eyðsýndasti framrættaði spælarin og er toppskjútti, av vøllinum longu, tá ið stórur hálvur tími var farin.

 

-So leingi, sum tað er møguleiki fyri at varðveita plássið í bestu deildini, so liva vit í vónini. Í pørtum av dystunum avrika vit væl, og aftur og aftur verða vit mintir á, at mistøk í verjupartinum kosta, og so taka vit ov sjáldan av, tá ið vit vinna okkum til málmøguleikar, sigur Skála venjarin Michael Bjørn Nielsen.

 

 

 

HB – Skála 3-0 (3-0)

 

1-0: Stefan Radosavljevic 13.

 

2-0: Øssur M. Dalbúð 41.

 

3-0: Daniel Johansen br 45.

 

Dómari: Rani A. Skaalum

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Heðin Hansen, Hørður H. Askham (Ejvind R. Mouritsen, 63.), Daniel Johansen –Dan í Soylu, Stefan Radosavljevic (Leivur F. Guttesen, 82.), Adrian Justinussen, Áki D. Samuelsen – Pætur J. Petersen, Øssur M. Dalbúð (Ári Mohr Jónsson, 64.)

 

Gult kort: Stefan Radosavljevic, Pætur J. Petersen

 

Venjari: Dalibor Savic

 

Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Andreas Thomsen (Dávid Johansen, 71.), Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Karl Martin Johansen, Pætur Dam Jacobsen – Emil Weihe Joensen, Jan Ingason Hansen, Poul Kallsberg (Kristian Martin Jakobsen, 34.) – Uros Stojanov

 

Gult kort: Djóni Petersen, Jákup Jakobsen

 

Venjari: Michael Bjørn Nielsen